STEV – maður:glotti

kr. 159

Katalognummar: HJF745
Framleiðsluár: 2025
Sangir: 10

Release Date: 28. November

Description

STEV

Tracklist:
1. Eg sigi ja
2. Tú spurdi meg
3. Tango
4. Av nýggjum
5. Spæl títt spæl
6. Sløgini
7. Okkurt manglar
8. Huldumenn
9. Kroppur tín
10. Ein skuggi av mær

Released on the following formats:
Vinyl record and digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link:

STEV

STEV

1. Eg sigi ja

Words: Dennis Agerblad
Music: Terji Krossteig, Dennis Agerblad

Tey vilja hava meg at siga nei
Tey eru bangin fyri míni leið
Eg fylgdi ikki míni innaru rødd
Ið bara vaks til eina størri stødd

Men í dag sigi eg ja
Tey kunnu ikki steðga mær, við teirra orðum
Eg fari aldrin at lurta eftir teimun
Aldrin – lurta eftir teimun

Tey peikaðu fingrar at mær
Royndi sum best at geva eitt svar
Mítt lív var merkt av syndum
Noyddist at rýma av landinum

Men í dag sigi eg ja
Tey kunnu ikki steðga mær, við teirra orðum
Eg fari aldrin at lurta eftir teimum
Aldrin – lurta eftir teimum

2. Tú spurdi meg

Words: Dennis Agerblad
Music: Terji Krossteig, Dennis Agerblad

Eg vildi vísa tær, hvussu tú skuldi gera tað.
Um tað var tað

Tú hevur aftur sett teg her hjá mær.
Aftur í kvøld sita vit og hyggja
inn í bálið og lata dreymarnar sveima upp
yvir húsunum, ið vit búðu í.

Eg vildi vísa tær, hvussu tú skuldi gera tað.
Um tað var tað.

Náttin breiðir báðar veingir út,
tekur okkum við langt heimanifrá.
Út yvir fjørðin og ger okkum heimleysar
eins og bløðini ið flúgva runt í kring

Eg vildi vísa tær, hvussu tú skuldi gera tað.
Um tað var tað.

3. Tango

Words: Dennis Agerblad, Niels Arge Galán
Music: Dennis Agerblad

Kann eg koma inn?

Nei, tú sleppur ikki inn.

Eg vil vera við.

Tú kanst ikki gerast limur her.

Hví tað? Eg dugi at spæla fótbólt. Eg dugi at bøta trol og eg dugi at ganga í brattlendi, hann sjálvur. Eg dugi at fiska. Eg dugi at spretta og eg dugi at velta.

Nei, tað er heilt onnur ting tú skalt duga fyri at vera við her.

Tú skalt duga at lurta. Tú skalt duga at tosa. Tú skalt duga at siga hvat tú kennir djúpt innaní.

Tú skalt duga at dansa. Tú skalt duga at liva. Tú skalt duga at vera í tær sjávum og saman við øllum øðrum.

Eg dugi at smíða. At mála eini hús, og eg dugi at bora.

Nei nei nei. Lat hár títt vaksa. Lat teg í litir. Byrja at smíla.

Um tú kanst læra teg alt hatta har, kanst tú koma aftur.

4. Av nýggjum

Words: Terji Krossteig
Music: Terji Krossteig

Av nýggjum
Víðari
Ein annar enn eg var í gjár
Út í mjørkan
Á vandaferð
Mítt ævintýr 

Á veg heim (sterkari)
Á veg heim (sterkari) 

Eg havi rudda og sortera
Eg havi granska og reparera
Blaka burtur
Tveitt frá mær
Havi hugsa djúpt Og nú eri eg her 

5. Spæl títt spæl

Words: Dennis Agerblad
Music: Terji Krossteig, Dennis Agerblad

Tak um hjarta mítt og kroyst
Turka blóðið vekk frá oyrunum

Gev mær eitt sár aftrat
Lat meg følna í regninum

Spæl títt spæl og spæl tað væl
Slá tínar streingir
Komponera mína sorg
Flong meg

Set meg í ein stól
Tú skalt binda meg um handliðið

Fá meg niður á gólv
Lat meg vera títt gólvteppi

6. Sløgini

Words: Dennis Agerblad
Music: Terji Krossteig, Dennis Agerblad

Regnið slær á mítt andlit
Eg elski tá hvør dropi kennist sum ein glóð

Men orð tíni slógu meg
sum ein eldur, eg fyri alt vildi sløkkja
Orð tíni slógu meg
Ongar troyggjur kunnu hita
Kunnu hjálpa móti tínum kulda

Tú plagdi at sláa mína reyv
Tá eingin sá
Eg hálaði teg inn til mín

Ongar troyggjur kunnu hita, kunnu hjálpa,
Kunnu verja meg ímóti tínum kulda

7. Okkurt manglar

Words: Dennis Agerblad
Music: Terji Krossteig, Dennis Agerblad

Grundin er stoypt,
Og upp koma veggirnir
úr hamara og sag
Vekstur húsið fram

Timburmenn smíða tak og leggja gólv
Eg tríni inn í mítt nýggja heim

Men okkurt manglar
ein at deila alt hetta við

Hurðar og vindeygu
Verða sett í
veggirnir verða málaðir
Eg skrúvi sjálvur navn mítt á hurðina
Eg flyti inn

Men okkurt manglar
Her er pláss fyri einum navni aftrat

Uppi á bakkanum stendur lítla húsið
Errin hyggi eg at tí
Eg fylli tað við stólum og lampum
og borðum, gardinum við blómum
Eini dupultsong, einum teppi við tveimum koddum

Men okkurt manglar
Ein at liggja saman við

8. Huldumenn

Words: Dennis Agerblad
Music: Terji Krossteig, Dennis Agerblad

Eg finni mær eina holu
og har flyti eg inn
Geri klæði úr seyðaskinni
Drekki úr ánni
og eg veit hvussu eg kyndi eitt bál
so eg kann halda meg heitan

Huldumenn eru til
Eg eri ein av teimum
Mítt samfelag vil geva pláss fyri øllum

Eg fangi fugl í neti
og goymi fjaðrarnar
Geri klæði úr fiskaskræðu
Eti fiskin
Um eg kundi
Var eg flogin avstað
yvir um havið

Huldumenn eru til
Eg eri ein av teimum
Mítt samfelag vil geva pláss fyri øllum
Kynslívum, litum og samleikum

9. Kroppur tín

Words: Dennis Agerblad
Music: Terji Krossteig, Dennis Agerblad

Kroppur tín er ein rósa
Eg havi stungið meg
Eg bløði
Hvat skal eg gera?
Hjálp mær nú

Kroppur tín,
Kroppur mín

Kroppur mín vil tosa
Eg royni á tínum máli
Eg havi nógv at siga
men onki fái eg sagt

Kroppur tín,
Kroppur mín

10. Ein skuggi av mær

Words: Dennis Agerblad
Music: Terji Krossteig, Dennis Agerblad

Tú leitar eftir mær
Tá tú ert úti
Steðgar ofta á, vendir tær við
Ein ið líkist, men so ikki heilt allíkavæl
Tað er best ein skuggi av mær

Tú vilt rópa eftir mær og fer at renna
Men tú mintist ikki navn mítt
Tú kennir míni spor djúpt innaní
Tað er best ein skuggi

Um morgunin rættir tú hond tína út
Tú vilt takka fyri eina heita nátt
Men hond tín finnur einki á lakinum
Har liggur bert ein skuggi av mær

Ikki brúka tíð uppá at leita
Aftur hevur tú gloymt
at eg einans eri til í tínum dreymum
Har er bert
Ein skuggi

 

Credits

Composers and Authors

Terji Krossteig

(author on 4, composer)

Dennis Agerblad

(author, composer)

Niels Arge Galán

(co-author on 3)

Musicians

Terji Krossteig

(vocals, guitar, programming)

Dennis Agerblad

(vocals, programming)

Mikael Blak

(bass on 9)

Sissal Kampmann

(vocals on 6)

Niels Arge Galán

(vocals on 3)

Production

Dennis Agerblad

(arrangement, production, cover)

Terji Krossteig

(arrangement, production)

Uni Debess

(mixing, mastering)

Other products by artist

Related products