Skorin vóru bond – Jákup Eli

Producer catalog: HJF397b
Production year: 2023
Tracks: 1

Description

About Skorin vóru bond

Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.). You can check it out by using this link: https://bfan.link/skorin-voru-bond

Skorin vóru bond

Words: Jákup Eli Joensen
Music: Jákup Eli Joensen

Eg goymi tað góða burtur sum eg fekk frá tær

Tá eg føli at tú aldrin vart mær nær

Eg gerist eldri men standi í sama stað

Og havi hug at skaffa mær eitt hvast blað

 

Mær tørvar onga hjálp, sjálvt um tað heila fer í sorð

Eg vil merkja, at tú ert hjá mær og hoyra tíni vøkru orð

Og eg vil sleppa hesar tankar sum hava meg innilæst

Og kenna vinarbond sum halda fast

 

Tankin at burturstyggja teg, ræðir meg

Lat tí tína hurð upp, og vís mær veg

Eg eri ikki longur tann, sum eg var

Sum altíð skal uppdagast av tær

 

Tað tók ta tíð tað skuldi, at samla seg

Sjálvt um gerningin, hon forðar enn mín veg

Eingin veit hvat feilurin er við mær

Tað er bara eg, sum kenni til tað, og havi svar

 

Eg veksi ikki frá tí, tað koma fleiri sár

Heilin hungrar eftir at lívið fer burt í ár

Men sjálvt um støðan tykist trupul, og eingin hjá mær er

So heldur lívið fram í hesari verð

 

Tankin at burturstyggja teg, ræði meg

Lat tí tína hurð upp og vís mær veg

Eg eri ikki longur, tann sum eg var

Sum altíð skal uppdagast av tær

 

Skorin vóru bond, sum gjørdu at tú fekk nokk av mær

Men um eg kasti tað frá mær, og taki meg saman

Kann eg so sleppa at fylgjast við tær?

 

Tankin at burturstyggja teg, ræði meg

Lat tí tína hurð upp og vís mær veg

Eg eri ikki longur tann, sum eg var

Sum altíð skal uppdagast av tær

 

Tankin at burturstyggja teg, ræði meg

Lat tí tína hurð upp og vís mær veg

Eg eri ikki longur tann, sum eg var

Sum altíð skal uppdagast av tær

Sum altíð skal uppdagast av tær

Sum altíð skal uppdagast av tær

Credits

Composers

Musicians

Jákup Eli Joensen

(Vocals and guitar)

Andreas Weihe Madsen

(Guitar and bass)

Production

Other products by artist

Related products