Sjómansrímur – Regin Dahl & Hans Andrias Djurhuus

kr. 95

SKU: SHD022 Categories: , , Tag:

Description

Tracklist:

  1. Kristin Háberg
  2. Kristin Háberg leingist
  3. Kristin Háberg minnist
  4. Kristin Háberg doyr
  5. Kristin Háberg fer til himmals
  6. Katrin
  7. Pætur á Brekku
  8. Og hevur nú í kortunum
  9. Brita á Brekku
  10. Nei einki er á hundavakt

 

Kristin Háberg

Lyrics: Hans Andrias Djurhuus
Music: Regin Dahl

O Kristin – Kristin Háberg – tú vitjaði meg tíðan,
við tína lið eg ferðaðist so langt um heimin víðan.
Vit sigldu millum ísbjørg – vit hoyrdu pálmasuð
og saman báðir vitjaðu hin stóra Manitu.

O Kristin – Kristin Háberg, vit gingu heimsins brekku
tá eldur brann, og veggjatutlið blíðan sang í sprekku
tá kendist, eins og sótu vit við heimsins hægsta træ,
og gull bar Sacramento, meðan Stillahavið kvað.

O Kristin – Kristin Háberg, tú lærdi meg at frøast;
tú lærdi meg at halda fram og onga stund at møðast,
tú lærdi meg at læa, um tjúkt var fyri stavn –
at dyrgja eftir upsanum og skjóta gamlan ravn.

Og Kristin – Kristin Háberg, nú vetur er í hondum,
nú ferðast aftur báðir vit mót blómuprýddum londum.
Vit sita kring um grúgvu – tó Himalaya nær –
tí Kristin, Kristin Háberg, vit hava verið har.

Og tikarin í Indiu – malajin á Malakka,
vit kenna eins og roysningin, ið ferðast um Kamtjatka.
Og nú skal stúgvur stappast – og nú skal sløkkjast ljós,
so sigla vit um verðina, men tú skalt seta kós.

Kristin Háberg leingist

Lyrics: Hans Andrias Djurhuus
Music: Regin Dahl

Ein dag í stormi gekk eg mær ígjøgnum Havnar gøtur,
eg gleddist yvir gomul hús og mintist farnar løtur,
mær var í huga Skælingsferð og gitnu ferð á Bláberg.
Har niðri undir neystunum eg hitti Kristin Háberg.

Hann stóð har púra einsamallur, hugdi út á vágin.
Ein bunga var á kjálkanum, tó hetta voldi skráin,
og djúpt í brókafikkunum har hendur sínar fjaldi,
stóð burtur heilt í øðrum heimi, brotini hann taldi.

“Har brýtur eitt, har bróta tvey, nú fylgjast trý og fýra.
Á hetta er eitt vána land, her fæst als eingin hýra,
og drymbingar og klandrivætti øll sum eitt vit eru.
Nei gamli, tað var annað lív at liggja við Madeiru

Vit drukku vín úr kurvafløskum, royktu sigarettir;
um kvøldini vit dansaðu, har hoyrdust kastagnettir.
Men her er rusk og glopraregn, whisky sum jólalundi
Á, tú kanst vera vísur í, eg rýmdi, um eg kundi.

Og eitt er víst, og tað er tað, at hettar endar galið,
tí hann , ið lá í Setubal, hann trívist ei í æli.
Í møði og av vætusótt tey sjúku lungu tiva.
Nei, gamli, nú er Kristin Háberg leiddur av at liva.”

Kristin Háberg minnist

Lyrics: Hans Andrias Djurhuus
Music: Regin Dahl

Kristin Háberg bøtir segl, sum ódnarstormur skræðir,
tveitir gamlar endar burtur, nýggjar endar klæðir,
og hann sær so livandi tað bláa havið alda,
har fregat og brigantin í allar leiðir halda.

Upp úr fikkuni hann hálar sína svortu snaddu,
minnist aftur tíman, tá teir kinamannin ræddu –
Sunnanfleyrið mjúkt og lýtt inn gjøgnum sprekku suðar.
Kristin Háberg setir seg á skammilin og guvar. –

Gula havið aldar mjúkt, flógv blæsur har monsunin.
Kristin gníggjar skøvningin – jú menn hann kennir munin.
Eyguni í longsulspínu stara upp í tróðrið –
Kinaland á summardegi – grønt i øðrum gróðri.

Og á hesum loftinum – her noyðist hann at sita
og við sveitta vega upp hvønn evurlítlan bita. –
Farið vel, mongrovitrø og sveiggjandi lianir.
Snaddan kølnar – Kristin Háberg droymir um bananir.

Og hann minnist veitsluna, teir hildu í Columbo,
hugsar um gorillu og um elefantin Jumbo, –
minnist aftur Indiu og hennar heitu nætur.
Kristin drýpur høvur niður – Kristin Háberg grætur

Kristin Háberg doyr

Lyrcis: Hans Andrias Djurhuus
Music: Regin Dahl

Nú, Kristin, Kristin Háberg, eg meini, lágt tú liggur –
í ørviti, við stillum eygum beint í loft tú hyggur.
Í munnklovanum, gamli mín –  har situr storkin sveiti,
men tú veitst einki, tú sært bara skógarnar á Haïti.

Tú sært ta bjørtu tropusól “hitt stilla havið roða”
og sveipa brand og koparlit um bergið Mauna Loa,
sært Yangtsekiang og Saluen í summardreymi brosa,
har eystanfyri liggur hon, hin vakra oyggj Formosa.

Tú sært Shanghai, tú sært Bombay, og við Port Said tú flaggar,
har maður úr Arabiu sær at Kairo raggar,
og summarlýðka, stjørnuglæma eru tínir vinir. –
Brátt í Messina ankrar tú og etur appilsinir.

Tú siglir til Brasiliu og Hornið aftur rundar,
har brýtur illa, mangt eitt skip er farið har til grundar.
Men tú, tú kennir leiðina, tú hevur ongan vanda –
og royndir menn og djarvir menn, teir ganga tær til handa.

Og Kristin, Kristin Háberg – brátt brýtur deyðans bylgja,
her mást tú sigla einsamallur – her kann eingin fylgja.
A tropunátt í bláum lofti blankar stjørnur glógva,
og millum pálmaklæddar oyggjar – har er gott at rógva

Kristin Háberg fer til himmals

Lyrics: Hans Andrias Djurhuus
Music: Regin Dahl

Hey, endarnar spleysið og seglini heysið,
nú lýsir av himni og verð,
og aldurnar kvøða – og ættirnar røða
um Háberg og hansara ferð.

Bjart mureldur logar – og streingir og boðar
teir slætna, har eg haldi leið.
Væl rákið eg kenni – og glitra tey spenni
sum gull nú á mínari skeið.

Várharra hann sigur: Nú verði tað friður,
tí nú siglir Håberg i havn,
og Pætur hann tigur – og toyggir seg niður,
og tekur hann knørr min um stavn.

Hoyr, einglarnir kvøða og halgir menn røða:
“Vælkomin á himinsins strond.”
Well – akkerið fellur – har hoyrist ein smellur,
so skelva øll veraldar lond.

Eg heilsi Várharra – og fremst millum teirra,
sum rundaðu Hornið og Kapp,
har sessar seg Háberg – har gloymir hann Laberg,
tí væl inn um Bláberg hann slapp.

Katrin

Lyrics: Hans Andrias Djurhuus
Music: Regin Dahl

Katrin býr á strondini – og Katrin hon er fitt.
Sunnukvøld i dansinum eg havi hana hitt.
Katrin læar hjartaliga – dansar lætt av stað –
Katrin býr á strondini, og hon er altíð glað.

Katrin eigur ikki jørð og neyvan borð og disk,
strevast við at vaska posar og at turka fisk.
Sólin brennir brúnan kinn og bleikir gula hár,
kagar inn í eyguni, so djúp, so rein og klár.

Situr hon á sandinum so mangan sólskinsdag,
sær hon, hvussu skipini tey sigla sær av stað.
Dúka segl, og blaktra fløgg, og hoyrist mannamál,
Katrin verður droymandi og eym í síni sál.

Tí við einum skipi hennar besti vinur fer.
Sørin millum fiskigarpar royndur maður er.
Kvøldið eitt úr dansinum hann fylgdi henni heim,
mánin reis um fjallatrom og lýsti fyri teim.

Sørin bar fram bønarorð, og Katrin segði: »Ja.«
»Vilt tú gerast kona mín?« »Ja, eg vil verða tað«
Áttu tey so saman eina hugnaliga stund;
og nú hevur Sørin keypt sær við og húsagrund.

Sørin er í Íslandi – í Íslandi er kalt.
Sørin fiskar íslandstosk og leggur hann í salt.
Fýkur fonn um jøkulsrond og skyggir hvítt í líð
leingist honum hjartaliga eftir siglingstíð

Katrin býr á strondini, og Katrin hon er glað,
minnist tað, sum Sørin segði síðsta siglingsdag:
»Katrin mín. nú fari eg, tú bíðar eftir mær.«
»Ja, ja, góði Sørin, tú, eg bíði eftir tær.«

Pætur á Brekku

Lyrics: Hans Andrias Djurhuus
Music: Regin Dahl

Pætur á Brekku var vinmaður mín,
hann bannaði illa og drakk sum eitt svín,
og prestur hann deildi – missiónsmaður bað
men Pætur, hann legði ikki petti í tað
»Eg skal svara fyri meg,« segði Pætur
»Vit etast av møðkum – og vit verða ræ –
og okkum fjalir  einaferð hitt skurvutta flag. –
og tá vit eru farin, so vita vit tað,
tá er tøgn bæði dagar og nætur.«

Pætur var ikki, sum fólk eru flest –
at baksast á bunka tað fall honum best,
og tá hann stóð og stýrdi, meðan stormurin hvein,
kom upp ímóti hesum manni ikki maður ein.
»Eg eri, sum eg eri,« segði Pætur
Skútan rann um streingirnar tein eftir tein,
meðan skýfjaldur mánin yvir sjógvarnar skein.
»Nú koma tit at kyssa míni frostbitnu bein –
eftir meg er tað eingin, ið grætur.«

Pætur á Brekku hann hataði sprund, –
men vinmaður var hann við kettu og hund.
Hann var bítskur í orðum, men góður í grund,
men blíðkaðist altíð aftur um stund.
»Eg gifti meg aldri,« segði Pætur.
»Konurnar deila og meyla og knarra,
bjarga meg úr slíkum standi biði eg Várharra.
Nei, heldur einsamallur hoyra gjósturin tvarra.
Gifting voldir svøvnleysar nætur.«

Eina ódnarnátt á hundavakt heilt uppi við Kapp Nord,
í ýlandi brotum sló Pætur fyri borð,
sín oljuklædda arm móti himni rætti hann,
meðan brotini sungu, og illlýsið brann.
Har fann hann bana sín, Pætur:
síðsta steyp var drukkið, hin síðsta pípan roykt.
Og tí er hvørt ennið á bunkanum boygt.
og segl eru strikað, og flaggið er lág- –
Hin gamli situr afturi og grætur.

Other products by artist

Related products