Description
Rótasúpan
The song is about spreading out idle news and rumours that may not always be true. We all do that now and then.
Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/rotasupan
Rótasúpan
Orð og lag: Jóhan Martin Jacobsen
Rótasúpan lík hon fer um landið
søgan sum tey flestu kenna nú
sjáldan roykur er av ongum brandi
soleiðis er, tað vita eg og tú
Neistin var tað onkur fekk at vita
úr søguhorni har tey fróðu sita
dagsins gráu myndir við ælaboga lita
sig tað ikki hart
tíðindi tú fært
tíðindi tú aldri kanst at gita
At verða fyrstur tíðindi at bera
bjarga degnum fyri teg og meg
soleiðis tey flestu munnu vera
eginleikin myndar meg og teg
Neistin var tað onkur fekk at vita
úr søguhorni har tey fróðu sita
dagsins gráu myndir við ælaboga lita
sig tað ikki hart
tíðindi tú fært
tíðindi tú aldri kanst at gita
Eingin súpan eins og tann úr rótum
spjaðir søgur um alt Føroyaland
sannleikan hon tekur lætt av fótum
í skýmaskotum kyndir hon ein brand
Er tað satt, sum onkur fekk at vita
úr søguhorni har tey fróðu sita
dagsins gráu myndir við ælaboga lita
sig tað ikki hart
tíðindi tú fært
tíðindi tú aldri kanst at gita