Føroyskir Klassikarar – Jens Marni Hansen

kr. 95

Producer catalog: HJF386
Production year: 2014
Tracks: 10

SKU: HJF386 Categories: , Tags: ,

Description

About Føroyskir Klassikarar

 

Tracklist:

  1. Morguntúrur í Juni (duet with Stanley Samuelsen) – 3:23
  2. Heimkoman – 2:36
  3. Alt Tú Ert Fyri Meg – 4:27
  4. Mær Dámar Bjór og Brennivín (duet with Robert McBirnie) – 3:39
  5. Ansa Tær – 4:22
  6. Tá Kvøldið Kemur (duet with Nicolina Jacobsen) – 4:00
  7. Petur Keri – 3:32
  8. So Ganga Míni Ár (duet with Ólavur Højgaard) – 3:06
  9. Hvar Eru Vit Fødd – 3:51
  10. Veðratátturin – 8:12

Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/foroyskir-klassikarar

Jens Marni – Føroyskir Klassikarar

 1. Morguntúrur Í Juni

Words: Hans Jakku Petersen
Music: Jens Marni Hansen

Barnalyndi frí og fró, læandi í leiki
Oyra fangar káta ljóð, tá eg um heiðar reiki

Áin rennur blíð og góð, framvið áarbakka
Summarmorgun andar ró, tankarnir, teir fjakka

Piltar demma hyl til spæl, skóleysir teir vaða
Rulla grót og bera flag, so hugagóðir laða

Tankar sveima há, barnaminnir vekjast
Tá eg floytti bát í á, sál og sinni lekjast

Hoyrist aftur fuglamál, nú veturin er vegin
Frøðist seg mín summarsál, nú láta tjøldur fegin

2. Heimkoman

Words: Robert McBirnie
Music: Jákup Mortensen

Hon kom til mín nú eitt kvøldið, eg afturkomin var
Eg spurdi og hetta hon svarar: Eg sannleikan vil siga fyri tær

Eg elski teg og bert tín vil vera, men tekur tú meg, eg ei veit
at sorgina ei eg kann bera, og í vónloysi tú hevur leitt

Ja, hvat skal eg gera, hon nú mín vil vera,
men – tá eg burtur farin var, hon ein annan valdi sær
Ja, nú veit eg hvat eg vil gera: Eina aðra eg finna mær vil,
sum trúgv í móti mær vil verða, til deyðin okkum skilja vil

3. Alt Tú Ert Fyri Meg

Words: Signar í Homrum
Music: Jens Marni Hansen

Renna fram fyri meg minnir so klár, sólgyltar løtur, ungdómsins vár
Tá orkan var mikil, og kærleikin alt, og dagin tú segði, tú hevði meg valt
Byrjaðu lívið, tvey vorðin eitt, heimið tú gjørdi, so fjálgt og so heitt
Og børnini komu, ein eydnurík tíð, við smábarna látri, túni og líð

Góða, kom og set teg hjá mær, og droym við mær hagar,
ein tíð nú so fjar
Minnist við gleði, tá eg fyrst hitti teg, so takksamur fyri
alt tú ert fyri meg

Legðist so til, og vuksu vit við, teir dýrastu skattar, við tína lið
Á jvøldi tey løgdu, seg ommuni hjá, í troyst og í gleði, tey átt teg á

Góða, kom set teg hjá mær…

Nú sita vit bæði, við minnum so frí, ei longur vit renna,
um tún og í líð
Eg njóta vil hvønn dag, vit enn eiga á
Gud signi hin dagin, eg teg fyrstu ferð sá

Góða, kom og set teg hjá mær…

4. Mær Dámar Bjór og Brennivín

Words: Hans Andreas Djurhuus
Music: Jógvan Telling

Mær dámar bjór og brennivín, í kortum flestu stikk,
mær dámar storm og bárubrot – als ikki politikk-
Eg sigi, hann er bara geip, ørvitismøsn og reyp-
Nú set teg her á kistuna, so tøma vit eitt steyp

Vit hildu inn á Skálafjørð, jú, har var lív umborð;
mesanurin í stumpum sjey, og masturin í sor
Og Símun stóð á gronini – alt hitt í lepum lá-
Jú, har var politikkur , tú, tað kanst tú líta á

Her hava strokið vísir menn um landið – bygd úr bygd,
teir talaðu um fólkasnið, um landastjórn og dygd –
Men hava teir á bunkanum sæð brot sum hús so høg?
Ja, tað er annað enn at skriva bók og lesa bløð

Hvat vilja teir, hvat skilja teir, sum aldri stóðu har,
ið stormur hvein og og bára breyt, og alt í roki var?
Eitt er at stýra pennaskafti, lukkan annað er,
Í sjóroki og kavaódn at stýra millum sker

Skál, gamli, tú og eg vit hava mangt eitt ælið kølt,
og mangan hevur brotið bart og tváað okkar skølt
Vit draga tosk í logn, og vit liggja bakk í ódn
Vit eiga lut í havinum og eru havsins børn

Og havið tað er erligt, erligt er hvørt bárubrot,
og einaferð vit sigla heim, tá skútan fer í rot,
og tá gerst ferðin lættast, um tú ei bert tungan leyp
Nú drekk, hin rádni! Hesin gamli eigur upp í steyp

5. Tá Kvøldið Kemur

Words: Nicolina Av Kamarinum
Music: Nicolina Av Kamarinum

Tá kvøldið kemur, og sól fer í kav, tá sveipar seg myrkur yvir land og hav
Men tað tekur tó ei so langa tíð, tí brátt tendrast stjørnurnar og mánin

Stjørnurnar glitra og tær lýsa so bjart
Og mánin smílist hugnaligt ígjøgnum myrkrið svart

Ja, tey kína tann sovandi barnakinn
Og sveima so blíðliga í teirra dreymar inn

Har ganga tvey við sjóvarstrond. Tey ganga saman, hond í hond
– og hugsa um kærleikans sterku bond, og aldurnar tutla fram við sjóvarstrond

Stjørnurnar glitra og tær lýsa so bjart…

6. Petur Keri

Words: Ingi Hansen/Jens Marni Hansen
Music: Ingi Hansen/Jens Marni Hansen

Ein ordan maður eg eri, eg eiti Petur Keri
Ein føroyingur eg eri burturav, við langum myrkum hári
Rayban fjalir tárið, svartur leðurjakki er eitt krav

Mær dámar væl at mæla, ganga rungt og playboy spæla
Dugi væl at seta hárið, á dett knoss! Í Yndi fitness pumpi
mína muskoløsu rumpu, undir brúsuni eg brúki Hugo Boss

Gamal drongur eri nú, hjá mammu havi búð
Og hon sigur fá tlr lív og vív, men lívið er ei lætt
eg finni ongan skatt, allar eru farnar tað er satt

Eftir konufólki hyggji, meðan bublugummi tyggji
Snøggar diddur hava kjans at fáa meg, í Dimmu eg vil lýsa
eftir damu eg kann hýsa, send tú umsøkn, eg kanska velji teg!

Gamal drongur…

Other products by artist

Related products