døgurðaslang/MIDNÁTTARSANG – AGGRASOPPAR

kr. 199

Producer catalog: HJF645i
Production year: 2024
Tracks: 16

SKU: HJF645i Categories: , , Tag:

Description

døgurðaslang/MIDNÁTTARSANG

Tracklist:

A:

  1. búff & buffét
  2. 06052009
  3. ballast millum maðkar
  4. treo
  5. anita slap in the face
  6. vit eru moyr
  7. peterplyssblús
  8. hann sjálvir <3

B:

  1. 75 KM/T
  2. PEANUTBUTTER & BANAN
  3. OMMACHEPANNEKÆK
  4. EIN GENTA EIN KONA EIN KVINNA EIN DAMA
  5. KONSEPTUALISERA SAMANHALD HVØRSÍNAMILLUM
  6. SOLEIÐIS LJÓÐAR TAÐ
  7. TEKIN UPPÁ LÍV
  8. EINASTA VAKTIN

Released on the following formats:
LP with psychedelic labels, glow in the dark vinyl and two-sided poster.
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).

You can check it out digitally by using these links:
https://bfan.link/dogurdaslang & https://bfan.link/midnattarsang

MIDNÁTTARSANG Live Session:

døgurðaslang / MIDNÁTTARSANG

1. búff & buffét

Words: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen
Music: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen

mínar damur og harrar
vælkomin til døgurðaslang!

eitt glitsj í matriklinum
tað kitlar undir kitlinum
tá tú kyndir í ketilin
og stillar yndisstellið á borðið
nah, tað hevði eg forsvorið
at fáa búff og buffet aftur í dag

eg bað borðbøn
brúkti lønina uppá døgurðan
men hvat søran
lagið var gott
eg kundi ikki ikki gera tað
vælgagnist tykkum
etið nú upp
har skal ikki so mikið sum vera ein moli eftir

kanska ostar smakka væl og eru mjúkir
kanska bollar eru nýbakaðir og sjúkir
men veitst tú hvar teir koma frá?
títt súgdjór

veitst tú hvar teir koma frá
veitst tú, veitst tú
veitst tú hvar teir koma frá
veitst tú, veitst tú
veitst tú hvar teir koma frá
veitst tú, veitst tú
veitst tú hvar teir koma frá?!

mhm

nå, men latum okkum ikki skamfíla tilveruna
eg havi verið spentur til hesa løtuna
sum vera mann
tá so gott fitt flott fólk samlast
her er ein sjokolátakaka sum fær sjálvt
ta søtastu tonnina at vamlast
og eg havi goymt eina vínfløsku
tær eru best tá tær eru gamlar

hvussu vaskar man koddar?
hvussu bakar man bollar?
hvønn skal eg venda mær til tá eg skal
folda serviettar, veksa ertrar?
hvussu heingir man hillar?
hvussu reinsar man ovnar?
hvussu hvítnar man tenninar?
hvussu málar man veggirnar?
hvussu kókar man fiskarnar?
hvussu lappar man hosurnar?
hvussu rættar man menninar?

eg finni diys á facebook
eg finni diys á facebook
eg finni diys á facebook

2. 06052009

Words: Eyðfinn B. Lamhauge
Music: Eyðfinn B. Lamhauge

mánadagur 8. august 2022
klokkan er 24 minuttir yvir 2
eg eri ikki super frískur
eg eri eitt sindur móður
men okay: lat okkum…

vælkomin í mína dreymaverð
og ikki lata sum tú aldrin hevur verið her
tú ert ein dagligur gestur
lat sum um tú ert heima
set teg niður á bonkin og lurta eftir dagsins lestri

dada, sóljudrongur og eg sita her vestri
hetta havi eg gjørt til mín sjálvs
so eg sjálvur kann halda eg eri tann besti
ikki altíð ein so sjálvsikkur fani sum annaðhvør dani
mær dámar best at vera í hjørninum allastaðni eg fari
og lata sum um at øll rundanum meg eru dumm
tað er tí eg ofta tosi í kotum
men tað er ikki tí eg ikki elski tykkum øll
sjálvandi geri eg tað
tað er bara ikki altíð so lætt at sjálvur orða hvussu eg havi tað

skrúvan er leys
eg eti tín greyt
eg sleisi tín heys
eg syngi mítt grace
eg renni mítt race
didier drogba
this is a f***ing disgrace
ja skrúvan er so rillandi leys
ja skrúvan er so rill-

3. ballast millum maðkar

Words: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen
Music: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen

vit eta døgurðaslangur
og loyva teimum leysum
tær skríða runt inni í búkunum
gera tað ómøguligt at vakna

vit halda døgurðaslangum
durva okkum vakin
halda vakt og gníggja eygu

eg havi onki at goyma
eg eri eitt víðagitið
víðaspent reyvarhol
eg gevi tol
grønt gajol, aperol spritz
pilka linsurnar úr
áðrenn vit fara á sandin at ganga túr

eg fái mær morgunlúr, døgurðaslang
uppi um næturnar
eg burdi hildi uppat við at bara standa og hyggja at
eg stóð jú bara og stardi meðan tú sat og græt um slaturin
sum tú hoyrdi í dag gekk

jú mona hevur vunnið í gekkinum
ja hákun hevur flættur í skegginum
mhm
sjónvarpið spælir djass í steðginum
nei, slappa av
eg fari bara at koyra skrellið vekk 

vit gleða okkum sum smábørn
til silvurlittað hárið
so vit fáa frið at sova

tað veksa hagasóljur úr reyvagreinini
pubishárini fjaðrar
eygnavippurnar summardáar
tornarunnir tankar
bringuhárini berjalingur
æðrarnir soppar
neglirnar úr trøllakambi
nøsin er ein boppa
lat meg í títt graslíki
lat meg hýsa tínum vespum
seti meg niður í plantasjuna
at ballast millum maðkar

at ballast millum maðkar
at ballast millum maðkar
at ballast millum maðkar

4. treo

Words: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen
Music: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen

eitt tjúkt hvítt tám hevur lagt seg á míni minnir
lurti eftir pffinum frá treo í hesum glasinum
undir vatninum
undir surrinum
í heilanum
er summarljósið ein glassplint í eyganum
og tú kallar meg
men eg balli meg
kilometrar undir jørðini í íslendskum lavadýnum
við lavalampuni og ælaboganum
og marakesh í huganum
allir litir sum eg minnist

á, treo
mín brúsandi gloymskunnar gudinna
hjálp mær at minnast
alt sum liggur fjalt
undir vatninum
inni í vatninum
pjyvir vatninum 

á, treo
mín brúsandi gloymskunnar gudinna
hjálp mær at minnast
alt sum liggur fjalt

gersovæl gersovæl
renn renn mikkjal thomassen

eg vil fegin handa tær mítt hjarta
og vænta mær alt tað bjarta
men tað gagnar ongum
tí mítt gula tapur móti tínum svarta

hey ho eg keypi bonustíð frá kronos
kirvi frá poseidon
trampi tranuber við dionysus
tað var soleiðis jesus gjørdi
tá hann gjørdi vínið sum eg skeinki mær
og mínum í umberingsgávu

hevði tað bara verið so væl
at eg bara gjørdi ilt verri
eg geri eisini gott ringt
eg geri eisini gott ringt

gersovæl
takki fyri gersovæl
tú meinar tað ikki ringt
men eg taki tað illa upp
gersovæl
orsaka
gersovæl

5. anita slap in the face

Words: Eyðfinn B. Lamhauge, Dania O. Tausen
Music: Eyðfinn B. Lamhauge, Dania O. Tausen

hvør skapti sápurnar
suppurnar
superman
hvør skapti sopparnar
gud í himlinum

ein lyngnalvasoppur
ein snjóflugusoppur
ein reyðsnúin soppur fram við havnará
“hey”
“hey”
“hey”

við grábrúnum hatti
og flipputari flætti
klárur at heinta nú úr bóndagarð
“hey”
“hey”
“hey”

anita kom og ger mær eina suppu
anita blámusoppasuppu
anita dollar og suppu sum bara anita ger
anita slap in the face with a chair

eg fekk hug at bjarga einum djóri í dag
eg eri naturist uppá tann mátan
at eg tosi við slangur
útzooming
innzooming
kom og suga eitrið úr mær

uuh anita
kom og gev mær heita soppasuppu
kom og leitið eftir eiturkoppum
anita

smátungusoppur
moyggjarvakssoppur
mosahjálmssoppur
tøðfinnusoppur
grannsvávulssoppur
bøslipusoppur
lyngnalvasoppur
snjóflugusoppur

summir soppar eru etandi
summir soppar eru eitrandi
æðrasoppar eru hvørgan av teimum

6. vit eru moyr

Words: Eyðfinn B. Lamhauge, Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen
Music: Eyðfinn B. Lamhauge, Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen

ja man
føli meg nokkso fresh
akkurát komin aftur úr berlin
funnið ein sjúkan jakka
og einar buksur sum passa mína weird ass mjødn
nú kann summarið bara koma
lova tí inn
lova mær inn
fara at ganga runt í býnum og vita um eg finni ein gamlan vin
at heilsa uppá
at taka ein kaffi
kanska eina øl
hvussu hevur tú havt tað?
nær skal hon eiga?
ja man
tað ljóðar sjúkt
opna eina kafé? opna eina barr?
gera eitt spælistað? keypa ein barnavogn?
byggja eina kirkju? planta ein skóg?
skapa eina mentan? byggja eitt heim?

ja man
vit burdu gjørt tað
kom avstað
vit gera tað í dag

vit kunnu meir enn vit halda vit halda til
vit eru meir enn vit síggja
vit síggja meir enn hvat eyguni halda til
vit eru meir enn vit hoyra

kom og la’ um’ ah
kom og la’ um’ ah
kom og … um, um um (dansið mmm syngið)
kom og la’ um’ ah
kom og la’ um’ ah
kom og … um, um um (dansið mmm syngið)

kom og latið sum um at eingin hoyrir
kom og latið sum um at eingin sær
eg dugi meir enn eg haldi
tú dugir meir enn tú heldur
vit kunnu øll meir um vit bara lata sum um

vit kunnu meir enn vit halda vit halda til
vit eru meir enn vit síggja
vit síggja meir enn hvat eyguni halda til
vit eru meir enn vit hoyra

vit duga meir enn vit halda vit hoyra til
vit eru meir enn vit duga
vit røkka longri enn armarnir røkka til

7. peterplyssblús

Words: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen
Music: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen

kanst tú bjóða mær eina søgu í kvøld
um hvussu eg plagdi at vera fyrr
eg elski at tú minnist meg
fortel mær um mína peterplyssblus
fyrsta dagin í barnagarðinum
*vroom vroom*

“bro bro brille
klokken ringer elleve
kejseren står på sit høje hvide slot
så hvidt som krit
så sort som kul
fare fare krigsmand
døden skal du lide
den som kommer allersidst
skal i den sorte gryde”

vit eru blivin eldri nú
vit síggjast ikki líka ofta nú
eg skrivi bara fyri at siga at eg sakni teg
eg minnist teg
eg elski at vit hava deilt tíðina millum okkum

break?
briggedibriggedibriggedibriggedi breeeeaaaaaak!!!

(klokken ringer elleve)
(kejseren står på sit høje hvide slot)
(så hvidt som krit)
(så sort som kul)
(fare fare krigsmand)
(døden skal du lide)
(den som kommer allersidst)
(skal i den sorte gryde)

8. hann sjálvir <3

Words: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen
Music: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen

hey abbi
nú er tað ein løta síðan seinast
hey abbi
hvussu er veðrið har uppi?
er tað betri enn her niðri?
eg elski teg
eg hevði ynskt eg hevði sagt tað við teg fyrr
og nakað oftari

tú visti altíð okkurt gott og okkurt nýtt at fortelja mær
ein mildur, fittur, stuttligur maður
eyguni spurdu altíð inná
hvussu eg hevði tað
og tú syrgdi fyri at øll vóru glað
eg eri tann eg eri í dag
og tað er takkað vera tær abbi
tú vart límið í familjuni
sætti juni nítjanhundraðogfimmogfjøruti
skriva dato’ið niður

tú ert mín fyrimynd
tú ert mín hetja
tú ert mín abbi
er tað nakar í heiminum sum hevur uppiborið ein sang
ja, so er tað tú abbi

hvussu nógv hava ikki gingið í sunnudagsskúla
ivast og spurt inn til sín átrúnað
hvussu nógv hava ikki mussað ein av sama kyni?
hvussu nógv hava ikki grátið við einum vini?

eg hopi vit øll
seta ferðina niður
hyggja úr telefonunum
og hyggja eftir menniskjum
sum veruliga liva
tosa við tey og siga: heeeeey

eg bleiv frelstur tá eg lærdi at elska
tá eg sá hvussu kærleikin megnar at bjarga
at vísa teimum vilstu á røttu kós
at traðka úr holunum og út í dagsljós 

eg bleiv ríkur tá eg lærdi at ignorera
at lata sum luft tá hatrið blásti við fullari megi
viðhvørt at venda hin kjálkan til
viðhvørt at koppa borðinum tá órættvísi er 

vit missa ofta mótið
tað er einki at siga til
men vit reisa okkum aftur
tann sum torir og vil
lat teg bara í hosurnar
kom út og gang ein túr
fáa fríska luft til tankarnar
so fáa vit okkum ein lúr

tað er so lætt
tað er so lætt
tað er so lætt at vera til
tá kærleikin er sterkur
og hjartað tað vil
at góðtaka og fyrigeva
ja man
tað er so stutt
tað er so ringt
men tað er so lætt at vera til
havi bara hug at siga:

hey! hvusssu gongur?
nú? hvussu er skilið?
hey, hann sjálvur!
ja, man

9. 75 KM/T

Words: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen
Music: Eyðfinn B. Lamhauge, Oddur Joensen

EFTIR OYGGJARVEGNUM
KOYRI 75
Í MÍNUM GAMLA VOLVO
NÆSTAN ELLISAKFAR
SÓLBRILLUR Á
RULLI RÚTIN NIÐUR
TENDRI ÆÐRASOPPAR
SKRÚVI VOLUME UPP

IKKI EITT TING AT HUGSA UM
EINKI STAÐ AT VERA
ONGA KLOKKU AT FYLGJA
BARA GÓÐAR TANKAR
ELSKI MÍNAR VINIR
ELSKI MÍNA FAMILJU
BURDI RINGT TIL OMMU
BURDI HEINTAÐ SOPPAR
KANSKA SKAFFAÐ GUV
KANSKA ETIÐ PITSA
EG VENDI INN Í DALIN
TENDRI EINA SIGGI
LÍKA VITJA BÓNDAN
SIGA HEY VIÐ MÁNAN
BJÓÐA KVØLDINUM INN
TAÐ FØLIST GOTT AT VERA TIL

HYGG NÝGGJA DAGIN
Í EYGUNI
HEILSA UPP Á TANN GAMLA
KOM OG SYNG VIÐ MÆR
Á, HEY BABY!
KNAPPA SKJÚRTUNA UPP
OG SPLITTUNA NIÐUR
SYNGIÐ ØLL VIÐ
JA, HEY BABY!

10. PEANUTBUTTER & BANAN

Words: Trygvi Danielsen
Music: Eyðfinn B. Lamhauge

EG SKAL HAVA
PEANUTBUTTER OG BANAN
Á MÍTT KNEKKBREYÐ
GEV MÆR VATN
GER TAÐ KALT
ÍSTERNINGAR

SAUNAGOSSVEITTA ÚT
HOPPA Í ÍSVATN

RENNA SKJÓTTHØGA FERÐ
GJØGNUM PLANTASJUNA

MEDITERA
KONSENTRERAÐ
NIDRA YOGA

DREKKA SOPPATE
LEKJA MEG
TURKEY TAIL MUSHROOM

ANDA ANDA ANDA
NIÐUR Í NOSSINI
ÚT GJØGNUM NØSINA

ELSKA ELSKA ELSKA
ØLL TÚ SÆRT
TAÐ HEVUR TÚ LÆRT

BIÐ EINA FRIÐARBØN
TIL SANKTA FRANCIS ÚR ASSISI

PILKA SKALIÐ AV BANAN
SMYR MÆR PEANUTSMØR

11. OMMACHEPANNEKÆK

Words: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen
Music: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen

EG GLEIÐ INN UM DYR
SMYRJIBREYÐ ALL DAY
EG HEVÐI FORSVORIÐ
AT EITT SOVORÐIÐ VÆLSIGNAÐ
FÓR AT KOMA UPP Á BORÐIÐ

LAKKA MÆR EITT PARADÍS
SKER EITT BREYÐ Í TVEY

MANGA TAKK
GAKK TÚ TRYGGUR
FRAM VIÐ GÓÐUM TREYSTI
SKERPIKJØT SALT OG DRÝL
AKKURÁT SUM Á HEYSTI

JAMMA JARÐBERSÚLTUTOY
Á EITT RISTAÐ BREYÐ

AFTAN Á EIN DØGURÐASLANG
DRAGSA VIT BÁT ÚR NEYSTI
SIGMUNDUR BRESTISSON
BRESTUR INN
TAÐ SEKUNDIÐ SUM TÚ

KALLAR HENDAN PASTARÆTT
EINA HUNGURSNEYÐ

EINKI ER TAÐ SAMA
SUM SJOKULÁTA UPPÁ BREYÐ

ADAMSEPLI KALAHA
FORTEL MÆR UM TÍN DREYM

​​MJØL Í MÍNUM NALVA
MJÓLK INNI Í OYRANUM
SUKUR UPPI Í NØSINI
VATNIÐ RENNUR UNDIR NEGLINI

LEGG MEG Á PANNUNA
TURKA MÍN SVEITTA BURT
MMM SKRÚVA HITAN UPP
PLETTAR UNDIR ARMUNUM

OMMA GER PANNUKAKU
OMMA GJE PANNUKÆK
OMMACHEPANNEKÆK

12. EIN GENTAf

Words: Dania O. Tausen
Music: Eyðfinn B. Lamhauge

EIN GENTA
FOR GOMUL AT VERA EIN GENTA
EIN KONA
FOR UNG AT VERA EIN KONA
EIN KVINNA
FOR UNG AT VERA EIN KVINNA
EIN DAMA FOR UNG
EIN DAMA FOR UNG

13. KONSEPTUALISERA SAMANHALD HVØRSÍNAMILLUM

Words: Eyðfinn B. Lamhauge
Music: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen

EG SYRGI MÍNA FØÐING
EG SYRGI FYRI
AT EG IKKI VERÐI
ENDURFØDDUR Í HESA VERÐUM EG KOMI AFTUR
SKAL TAÐ VERA SUM EIN FÍLUR
EIN GÁVA FRÁ KONGINUM Í SRI LANKA

BESTIKKIÐ SPÆLIR MÍN YNDISSANG
OG LJÓÐAR SUM SNARTRUMMA
SUM KLASSJAR OG KRASSJAR KONSTANT
VIÐ KICKTRUMMUNI Á HVØRJUM SLAGI
GNÍSTURIN FRÁ GUMMISKÓNUM
Í SPÍSISTOVUNI

HAR TÚSUNDTALS AV FÓLKI ERU SAMLAÐ
TIL AT ETA SÍNAR KNÚSTU DREYMAR
Í GRÝTURÆTTAFORMI
KRYDDAÐ VIÐ AKRYL
PIPAR OG GRÁTINUM
SUM HEVUR DUKAÐ INNANÍ Í ÁRAVÍS
OG VIL SLEPPA ÚT

ROMANTIKKURIN Í HESUM ER
AT ØLL KROYSTA SÍNAR SØGUR
SAMAN VIÐ HINAR
FYRI AT FÁA TÆR AT LÍKJAST
SO KNAPPLIGA ØLL ERU SAMAN
UM HETTA HER
UM HETTA FORSYNDAÐA LÍVIÐ

TAÐ VERÐUR MJÚKT Í SAMVERUNI
SUM SENTRERAR UM HVØRT EINSTAKA
SJÚKA DAGLIGDAGSLÍV
AT KONSEPTUALISERA SAMANHALD
HVØRSÍNAMILLUM
HVØRSÍNAMILLUM

14. SOLEIÐIS LJÓÐAR TAÐ

Words: Eyðfinn B. Lamhauge
Music: Eyðfinn B. Lamhauge

EG STÝRI HVAT TÚ HUGSAR
EG STÝRI HVAT TÚ GERT
EG STÝRI HVAR TÚ BÝRT
EG STÝRI SJÁLVUR LANDSSTÝRINUM
SOLEIÐIS LJÓÐAR TAÐ
TÁ TÚ SVEVUR UNDIR VATNI

SOLEIÐIS LJÓÐAR TAÐ
TÁ TÚ VAKNAR AFTAN Á
AT HAVA LIGIÐ AVDOTTIN
Á VESINUM Í SIRKUS
VESINUM Í SIRKUS
SIRKUSAR VESI
SIRKUSAR VESI

GERI SPRELLIMENN
GERI SPRELLIMENN
GERI ARMBOYGGINGAR
GERI ARMBOYGGINGAR
GERI SPRELLIMENN
GERI SPRELLIMENN

15. TEKIN UPPÁ LÍV

Words: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen
Music: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen

EG ERI FIMM ÁR OG GOYMI MEG
AFTAN FYRI OLJUFÝRINGINA
Í GOYMSLURÚMINUM Í KJALLARANUM
ONKUR VIL MÆR ILT
ONKUR ROYNIR AT FINNA MEG

EG SITI OG HALDI UM KNØINI
OG GERI MEG ÓSJÓNLIGAN
ROYNI AT IKKI ANDA
ROYNI AT IKKI VERA TIL
FØLI HJARTAÐ BANKA Í OYRANUM
FØLI EINKI
BARA ADRENALIN
OG EINKI

UNDIR TRAPPUNI
Í HØLLINI Á KAMBSDALI
TÍMDI IKKI ÚT AT SPÆLA

OG INNI Á VESINUM
Í FRÍKORTERINUM
SO EG IKKI NOYDDIST ÚT Í GARÐIN

JÚ MINNI TÚ VÍSIR
JÚ VÍSARI TÚ ERT

Á SUMMARLEGUNUM
UNDIR DÝNUNI
SO EG IKKI NOYDDIST ÚT Í SALIN

EG GOYMI MEG Í SAMRØÐUNI
VIÐ DØGURÐABORÐIÐ
GOYMI MEG KENSLULIGA
Í ØLLUM MENNISKJASLIGUM SAMBONDUM
GOYMI MÍNAR SANNFØRINGAR
TIL FRAMA FYRI FRIÐI OG NÁÐUM
EG GOYMI MEG Í PENGASKÁPINUM
SUM EG HAVI GLOYMT KOTUNA TIL

VIT GOYMA VÍSDÓM HANDAN OYÐING
VIT KRÓGVA OG BLUNDA
FYRI AT FJALA ALT
SUM FARNU ÆTTARLIÐINI GOYMDU TIL OKKUM
EG GLOYMI ALTÍÐ HVAR EG GOYMDI TAÐ
AKKURÁT TÁ EG SKAL BRÚKA TAÐ

GENTUR Á P-PILLUM
DREINGIR Í LJÓTUM SÓLBRILLUM
UNG VIÐ HØGUM PROMILLUM
OG STÓRUM PUPILLUM

Í SKÚLAVEITSLUNUM
EG LÁ Í BILINUM
SO EG IKKI NOYDDIST ÚT Í LARMIN

Á FLOGVØLLUNUM
OG Í BUSSUNUM
EG GOYMI MEG Í STÓRUM HÁRI

SO EINGIN KENNIR MEG
SIGUR HEY VIÐ MEG
SJÁLVT UM TAÐ PÍNIR MEG

JÚ MEIRA TÚ VÍSIR
JÚ VÍSARI TÚ ERT

TÍ EG VIL HELST VERA TEKIN UPPÁ LÍV
TEKIN UPPÁ LÍV
TEKIN UPPÁ LÍV

JÚ MEIRA TÚ VÍSIR (TEKIN UPPÁ LÍV)
JÚ MINNI TÚ VÍSIR AT VÍSARI TÚ ERT
JÚ MEIRA TÚ VÍSIR (TEKIN UPPÁ LÍV)

16. EINASTA VAKTIN

Arrangement: Eyðfinn B. Lamhauge

INSTRUMENTALT

Credits

Composers and Authors

Eyðfinn B. Lamhauge

(author & composer on tracks 1-3, 5-9, 11, 13-15; composer on 4, 10, 12; arranger)

Trygvi Danielsen

(author & composer on tracks 1-4, 6-11, 13, 15; arranger)

Dania O. Tausen

(author & composer on tracks 1, 3, 5-6, 8, 11-12, 15, arranger)

Ragnar Finsson

(composer on tracks 5, 7)

Oddur Joensen

(composer on track 9)

Traditional

(author & composer on track 7; composer on 16)

Musicians

Eyðfinn B. Lamhauge

(vocals & instrumentals/beats)

Trygvi Danielsen

(vocals & finding samples)

Dania O. Tausen

(vocals & finding samples)

Ragnar Finsson

(vocals & guitar on track 5)

Oddur Joensen

(guitar on track 9)

Production

Trygvi Danielsen

(co-production)

Dania O. Tausen

(co-production & visual ideas)

Hans Poulsen

(master)

Other products by artist

Related products