Tónar úr Fuglafirði – Fuglafjarðar Sangkór

Katalognummar: FKT104
Útgávuár: 2024
Sangir: 11

Lýsing

Tónar úr Fuglafirði

Til hesa útgávuna eru upptøkur frá konsert hjá Fuglafjarðar Sangkórið í Mentanarhúsinum 14. Mai 2023. Konsertin er eyðkend við, at allir kórsatsirnir eru skrivaðir av tónaskøldum við tilknýti til Fuglafjarðar Sangkór.

Anne Mette Greve Klemensen sang við kórinum tey árini hon var prestur í Fuglafirði. Hon hevur skrivað fýra satsir til týðingar hjá Alexanduri Kristansen og ein til ungdómsyrking hjá Hans Andrias Djurhuus.

Sámal Matras Kristiansen hevur skrivað tveir satsir til týðingar hjá Alexanduri og ein til ungdómsyrking hjá pápa sínum, tveir til ungdómsyrkingar hjá Christian Matras og eitt nýtt lag til eina váryrking hjá Frits Johannesen. Kórið syngur eisini eina útseting eftir Heðin Kambsdal til týðing hjá Alexanduri.

 

Sangir:

  1. Tá várið aftur grønkar lond
  2. Ei mánans bjarta dvøl
  3. Leikurin
  4. Mánalýsisnátt
  5. Lat blóma várt hjarta
  6. Minni
  7. Fram við landi
  8. Rennur áin morgunglað
  9. Heimamynd
  10. Bygdin
  11. Tá sólin í mars

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/tonar-ur-fuglafirdi

Tónar úr Fuglafirði

1. Tá várið aftur grønkar lond

Orð: Hans Andrias Djurhuus (1904)
Uppseting: Anne Mette Greve Klemensen (2019)

Tá várið aftur grønkar lond,
og loftið hitar havið blátt,
so veit eg, alt vil venda
sær á ein annan hátt.
Tá næla skal tað, nú er fjalt,
tað nú er stirvið, deytt og kalt.
Eg veit, at tá vil vakna
úr tungum dvala alt.

Tí vár er lív og lív er ríkt,
og sólin kveikir lívsins mátt,
hon styrkir allar sálir
og grøðir alla sótt.
Hon okkum føra saman skal,
eg kenni tað, eg veit tað væl,
tí hon fær øll at gloyma
alt jarðarbundið smátt.

Og havi eg ei sagt tær tað,
so veitst tú væl, eg elski teg;
tí tað so manga løtu
tær søgdu eyguni.
Tá fold er grøn, og lot er lýtt,
eg teski tað í oyra títt,
tí fáur skal tað hoyra,
bert tú og sjálvur eg.

Tá loftið litar havið blátt,
og sólin hitar jarðarlond,
og blíðar bárur leika
um fagurt skrýddu strond,
so vendist alt á annan hátt,
so veit eg, alt skal verða gott,
tí sólin hon er vársins
hin ljósa kærleiks ond.

2. Ei mánans bjarta dvøl

Translation: Alexandur Kristiansen
Words: William Shakespeare
Arrangement: Anne Mette Greve Klemensen (2019)

Ei mánans bjarta dvøl í havsins lind
so dýrt sær speglaði, sum tá eg læt
tár míni gyltu sýna tína mynd –
tú skein í hvørjum tári, sum eg græt.
Hvørt tárið tína yndismynd bar –
á gævi, eg í tínum tárum var.

3. Leikurin

Translation: Alexandur Kristiansen
Words: Nis Petersen
Arrangement: Anne Mette Greve Klemensen (2020)

Í hesi djúpu nátt skulu milliónir
av menniskjum óynsktar verða til.
Og fjøld á deyðastrá – tí eingin vón er –
skal ganga gøtur, sum hon ikki vil

Í hesi djúpu nátt skal sorgin gráta,
mót blonkum stjørnum gleðin flenna hátt;
í mínum fangi sum ein ósøgd gáta,
skal goymast tað, ið henda skal í nátt.

Hoyr, barnið mítt, hoyr terningar, ið falla
og eygu verða tald í tøgn – og tá,
tá merki eg, títt høvur fer at halla,
og at vit eru smá – so sera smá.

4. Mánalýsisnátt

Translation: Alexandur Kristiansen
Words: Joseph von Eichendorff
Arrangement: Anne Mette Greve Klemensen (2020)

Sum kyst av himins eldi
sær foldin føgur brá
í sínum dreymafeldi
við brosi blómum á.

Og lotið lint og varið
vók stillan eingjarslátt
í hennar fótafari
á stjørnukvirru nátt.

Mín sál á stillum veingjum
gat notið sama eim,
fleyg yvir kvirrum eingjum,
sum stundaði hon heim.

5. Lat blóma várt hjarta

Translation: Alexandur Kristiansen
Words: Ludvig Holstein
Arrangement: Anne Mette Greve Klemensen (2020)

Lat blóma várt hjarta og búnast hvørt ár,
um sorg lýtur skap sær varandi sár.
Sí, komin er halgin, og grøn stendur líð
sum sveipað í lukku til summarsins tíð.

Hvør maður av einslistum røkir sítt starv,
um nógv ella lítið varð honum í arv.
Og út undir lækjuna smágenta fer,
hon summarsins sjónir í barminum ber.

Og gamla í túninum lívsfús og fræg
man binda sær hugna í smáfuglalag;
á støðni er stákan, og halgað er vág,
og gávumilt lýsa øll vatnræsi smá.

Lat blóma várt hjarta og búnast hvønn dag
hjá summarsins veika og viðkvæma fræ,
tí vøkstri, har ævinnar góðska býr í,
hjá børnum og blómum og lombum í líð.

6. Minni

Translation: Alexandur Kristiansen
Words: Emily Brontë
Arrangement: Sámal Matras Kristiansen (2019)

Men tá ið kámaðust teir gyltu dreymar,
og sorg og ivi mistu vald á mær,
tá fyrstani eg lærdi rætt at kenna
mítt lív, tó tómt og fátæksligt tað var.

Tá tagnaði mín nyttuleysi grátur,
og sálin snúðist frígjørd undan tær,
fullvitandi, at sál tín opin stendur
og bíðar – eins og grøvin eftir mær.

Teir dreymar! Enn meg ræðir hesin tanki,
at sálin seg í minnum rúsa kann.
Tá fyrst eg havi angist mína sannað,
hvar kann eg aftur finna kærleikan?

7. Fram við landi

Words: Alexandur Kristiansen
Music: Friedrich Glück
Arrangement: Heðin Kambsdal (2016)

Tað rør í tøgn og rekur,
nú dagur aftnar brátt,
:,: og myrkrið mjúkligt ekur
úr birtu inn í nátt. :,:

Og fram við landi sníkja
seg skuggar til og frá,
:,: í meðan árar ríkja
og ættin stendur á. :,:

Tað dragnar við hvørt takið
nú dagur fjarar burt,
:,: og myrktið stendur vakið,
sum svøvnsins dreymaurt. :,:

Tað rør í kvøld ein bátur
inn í tað kvirru nátt,
:,: ið goymir allar gátur
á vitsins hellugátt. :,:

8. Rennur áin morgunglað

Words: Christian Matras
Arrangement: Sámal Matras Kristiansen (2021)

Rennur áin morgunglað
oman millum garðar,
rein sum dagurin, ið brast
millum fjallavarðar.

Taki vatn í lógva mín,
fái løg í lyndi,
verði sum eitt hagastrá,
ið vaggar fyri vindi.

Meðan dagur fær sín farm,
skal eg reinur standa,
ganga undir náttarlond
við áarfrískum anda.

9. Heimamynd

Words: Alexandur Kristiansen (1975)
Arrangement: Sámal Matras Kristiansen (2017)

Hav og himmal. Flókaskýggj.
Bygdarlag og berg og bøur.
Dun og stormur, fossur høgur.
Ból og kvíggj.
Jørðin er so vát sum nýggj.

Lív og litir. Gróðrargylt.
Grønkast grøs og blána líðir.
Sólin, sólin! Summartíðir.
Alt er stilt.
Fold er fró og angar milt.

Hús og høvdir. Gomul verð.
Kirkjan, smáir kirkjugluggar
eiga ljós og goyma skuggar.
Fólk á ferð,
fólk, sum fedraarvin ber.

Grýti. Strá um slignan hógv.
Tún og gøtur. Fólk í práti.
Menn á hellu. Menn við báti.
Brot á lógv
hoyrist hvølt úr Skorðagjógv.

Rúmur heimur. Rúmdin víð.
Grasið grør mær undir fóti.
Hagin, keldan, hellugrótið.
Myndin, sí,
hon er mín um alla tíð.

10. Bygdin

Translation: Christian Matras
Words: Theodor Storm
Arrangement: Sámal Matras Kristiansen (2022)

Við gráa strond, við gráa lógv
í einsemi mín bygd.
Um tekjur hongur mjørkakógv,
men gjøgnum stilli runar lógv
eitt fjølbroytt lag um bygd.

Ei skróvar skógvur, ei í mai
berst fuglalát frá strond;
bert ferðagásin tigur ei
á síni myrku heystarleið
um einsligu strá á strond.

Tó er mítt hjarta alt hjá tær,
tú gráa bygd við sjógv;
míns ungdóms ævintýr, ið var,
enn bert tú læandi mót mær
frá tíni strond og lógv.

11. Tá sólin í mars

Words: Frits Johannesen
Arrangement: Sámal Matras Kristiansen (2023)

Tá sólin í mars loysir frostið úr jørð,
og vermir tað fræ, sum í blund fór í fjør,
tá vaknar í barmi eitt fuglanna ljóð,
nú várið tað mennist við hækkandi sól

Við fjallanna rendur er ljósið so bjart;
so vakurt tað lívir við knúkar so skært.
Hoyr tjaldrið, tað letur við várligum lag
frá morgni til myrkurs hvønn einasta dag.

Ein mortítling sá eg við steinsettan garð;
hann letur so snjallur eitt lag fyri mær.
Ein kvøkveggja situr á spírandi grein
og driftir sítt vel í várlotinum rein.

Í várinum bylgdist eitt summarsins lag;
eitt friðarligt várljós til mailjósan dag.
Syng sál mín av gleði ein fagnaðarsong;
tað kylir við bakka og sprett.

Credits

Composers and Authors

Anne Mette Greve Klemensen

(lagt til rættis 1-5)

Sámal Matras Kristiansen

(lagt til rættis 6, 8-11)

Heðin Kambsdal

(lagt til rættis 7)

Hans Andrias Djurhuus

(lagt til rættis 1)

Alexandur Kristiansen

(lagt til rættis 7, 9; umsett 2-6)

William Shakespeare

(lagt til rættis 2)

Nis Petersen

(lagt til rættis 3)

Joseph von Eichendorff

(lagt til rættis 4)

Ludvig Holstein

(lagt til rættis 5)

Emily Brontë

(lagt til rættis 6)

Christian Matras

(lagt til rættis 8; umsett 10)

Theodor Storm

(lagt til rættis 10)

Frits Johannesen

(lagt til rættis 11)

Musicians

Production

Theodor Kapnas

( ljóðbland, frumband)