Lýsing
Tango
maður:glotti og Niels Arge Galán dansa tango
200 sangarin, Niels A. Galán er gestasangari á nýggja staklagnum, Tango hjá maður:glotti. Á Tango syngja Dennis Agerblad og Niels A. Galán um, hvussu tað kann vera trupult at hittast, tá tú og viðkomandi, tú hittur, hava ymsiskar háttir at skilja lívið og tilveruna uppá.
Í sjónbandlagnum hittast 3D animatión og teknifilmur í tríatiárastíli – ein løgin dansur millum tað siðbundna og tað óvanliga.
Lagið er at hoyra á flestu stroymingartænastum og sjónbandalagið sæst á YouTube-rásini hjá maður:glotti: youtube.com/@madurglotti
Teir báðir í maður:glotti, Terji Krossteig og Dennis Agerblad, hava ikki verið virknir síðan 2008 tá teir góvu út fløguna, Land, men í fjør summar hittust teir aftur í Havn og byrjaðu at skriva nýggj løg saman. Teir hava heldur ikki spælt konsert í áravís, men 25. juli spæla teir eina akustiska konsert á Maggies, har teir hava bassleikaran Kristin N. Bech aftrat sær.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/tango-madurglotti
Hygg eftir videolagnum her: