Svartasta holið – Svartsalt

Katalognummar:
Framleiðsluár: 2025
Sangir: 1

Útgávudato: 3. October
Vørunummar: HJF796a Bólkar: , ,

Lýsing

Svartasta holið

Fyrsta útgávan hjá Svartsalt í fullari longd: Eitt Metal-forspæl skapt í tí svartasta holinum

Tórshavn, Føroyar – 19. september 2025 – Føroyski metal-bólkurin, Svartsalt, letur nú sítt nýggja og kraftfulla staklag, “Svartasta Holið”, úr hondum tann 3. oktober 2025, í samstarvi við Tutl Records. Hetta er fyrsta útgávan hjá bólkinum í samstarvi við plátufelagið eftir eina fortíð við sjálvstøðugum EP- og stakfløguútgávum, og er samstundis fyrsti smakkurin av teirra monumentalu nýggju plátu, Upp Úr Dýpinum – eitt 10-lag verk, sum er ein samansmelting av post-black og blackened death metal, alt framført á føroyskum máli.

Skapanarferðin av albumminum varð tendrað av einum óvæntaðum vendpunkti: vegna avbjóðingar í sambandi við eina konsert í desember 2024, mátti bassleikarin og sangarin Groth stíga aftur frá sang-uppgávunum. Í einari avgerandi løtu tók gitaristurin Nirvargh avbjóðingina uppá seg, og fekk screaming-undirvísing fyri at liva upp til lovaðu konsertina. Henda hending tendraði nýggjan skapanarhug, sum elvdi til at framleiða fyrsta albummið hjá bólkinum í fullari longd við Nirvargh við mikrofonina.

“Svartasta Holið” er ein sálarlig og ógvislig ákæra ímóti politiskum hyklaraverki og tí oyðileggjandi ávirkanini av valdi. Ráa megin og atmosfæriska dýpdin í lagnum eru leidd av tekstum, sum rísa ímóti tómum orðum, blindari sjálvgleði og tí oyðileggjandi leiðini hjá einum maktsjúkum yvirstætti. Stakfløgan setir eina dramatisk og konfronterandi leikmynd fyri evnini av fulla albumminum um samfelagsligt forfall og leitan eftir integriteti. Stakfløguhúsin er eitt visuelt verk, skapt av Bjartur F. Clementsen, og er tað fyrsta plátuhúsa-verk hann hevur fingið til uppgáva at gera.

Útgávan av “Svartasta Holið” markerar byrjanina av eini spennandi ferð móti útgávuni av fulla albumminum. Innan plátuna koma fleiri stakfløgur, og fulla útgávan er ætlað at koma út tann 6. mars 2026.

Fjepparar kunnu uppliva ráu megi Svartsalts live á einum serligum, einstøkum metal-tiltaki seint á vári 2026, á einum enn ókendum staði í Tórshavn. Konsertin verður hildin saman við metal-vinum og -familju, sum lovar eitt óforgoymiligt tónleikakvøld.

Fyri miðlafyrirspurningar, samrøður, ella høg-upploysuligar myndir, vinarliga set teg í samband við Svartsalt: svartsaltband@gmail.com / +45 61551647

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/svartasta-holid

Svartasta holið

Svartasta holið

Orð & lag John Ivar Venned, Pól Nolsøe Jespersen 

For í helviti!
Tað eru bara tóm orð
Barnslig gartan
Rotin spilla
Hyklarar av hægstu tign!

Í tað svartasta holið, har vit
Øll enda við hetta lag
Tá skulla vit øll føla tað
Tá skulla vit øll liva tað
Ta vanvirðisligu leið
Okkara maktsjúka vald hevur ført
Tann dag! Skal illbønin geylast
Um land og hav!

For í helviti!
Haturin ræður
Sjálvgleðin spælir
Tann ússaligi maður
Tann dirvisleysa mynd!

Í tað svartasta holið, har vit
Øll enda við hetta lag
Tá skulla vit øll føla tað
Tá skulla vit øll liva tað
Ta vanvirðisligu leið
Okkara maktsjúka vald hevur ført
Tann dag! Skal illbønin geylast
Um land og hav!

Hátíðarhaldan av fávitsku!
Tilbiðjan av reyvarholum!
YAAAAH

Tað svartasta holið!
Tað svartasta holið!

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Tónleikarar

Framleiðsla

John Ivar Venned

(framleiðsla, upptøkur, ljóðbland, frumband)