Summar nætur – Lyon Hansen

Katalognummar: HJF657b
Framleiðsluár: 2025
Sangir: 1

Lýsing

Summar nætur

Summar nætur snýr seg um at hyggja aftur á farna tíð. Sangurin varð skrivaður og upptikin heima í stovuni. Tað gleðir meg stórliga at talentfulla Guðrið Hansdóttir gav sína rødd til hetta lagið.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/summar-naetur

Summar nætur

Summar nætur

Orð & lag: Lyon Hansen

Genta mín er vøkur
Hon stendur har yviri
Heldur seg líkjast
Venus de Milo

Áðrenn hon sær meg
Lat meg fáa hendan dansin
Man veit aldrin nær kvøldið
Kastar síðsta kjansin

Eg longdist aftur til tín
Nú sólin fór um sýn
Summar nætur koma ongantíð aftur
Summar nætur koma ongantíð aftur
Summar nætur koma ongantíð aftur

Alt sum eg vrakaði og legði eftir
Brotin lyftir og royktar sigarettir
Tað er nú fari tað er nú fyrigivið
Slett yvir havið
Ella kanska niðurgrivið

Eg longdist aftur til tín
Nú sólin fór um sýn
Summar nætur koma ongantíð aftur
Summar nætur koma ongantíð aftur
Summar nætur koma ongantíð aftur

Alt sum tú droymdi um
Og alt sum tú vildi
Tað hevur tú við tær
Inn í paradísgildið
Hvussu tú so vendur
Og hvussu tú so snarar
So finnur áin havið
Um tað fløðir ella fjarar

Men tað er bert ein vegur inn
Heim til Faðirin

Summar nætur koma ongantíð aftur
Summar nætur koma ongantíð aftur
Summar nætur koma ongantíð aftur

Genta mín er vøkur
Hon stendur har yviri
Heldur seg líkjast
Venus de Milo

Áðrenn hon sær meg
Lat meg fáa hendan dansin
Man veit aldrin nær kvøldið
Kastar síðsta kjansin

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Lyon Hansen

(orð & lag)

Tónleikarar

Lyon Hansen

(sang, gittar, klaver)

Framleiðsla

Lyon Hansen

(framleiðsla, ljóðbland, frumband)