Stjørnuskot – Byrta, SAKARIS

Katalognummar: HJF330b
Framleiðsluár: 2025
Sangir: 1

Útgávudato: 28. May

Lýsing

Stjørnuskot

Elektronøvnini BYRTA og SAKARIS útgóvu í februar 2024 kenda 80´ara lagið “Frøknur”. Lagið var sera væl móttikið og nú hava tey aftur verið í upptøkuhølunum, og hesaferð hava tey gjørt eina endurinnspæling av 80´ara perluni “Stjørnuskot”, sum bólkurin Plúmm gav út í 1985. BYRTA og SAKARIS undraðu seg á, at eingin áður hevur gjørt eina endurinnspæling av lagnum, sum kom út fyri júst 40 árum síðani. So tískil var upplagt at gera eina nýggja útgávu, sum nú hevur fingið eitt meira nýmótans ljóð, men svingar enn líka væl. Lagið snýr seg um ein droymara, sum stendur frammanfyri speglinum og droymir um at standa á einum stórum palli. Tað eru Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen, sum hava framleitt og upptikið lagið, og permuna gjørdi Kjartan Magnussen.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/stjornuskot

 

Stjørnuskot

Stjørnuskot

Orð: Hjalgrím Samuelsen, Ingi Samuelsen
Lag: Leivur Thomsen, Torkil Johannesen

Tínir tankar flúgva úr hesi verð
tú leingist eftir at kenna hvussu tað er
á pallinum tað er har tað sker
ein stjørna er fødd í tíni dreymaverð

Handlar um dreymar allan dagin langan
veruleikin so langt burt frá tær
einaferð so skal tú vísa teimum
at tað er tú sum er stjørnar her

Frammanfyri speglinum
tú vil vera stjørnan
dansar syngur grætur og lær
tí tú vil vera stjørnan

Í morgin aftur ein dagur er
tú fert í ring tú einki ger
á pallinum tað er har tað sker
ein stjørna er fødd í tíni dreymaverð

Ljósareyður er tín hugflogsheimur
veruleikin so langt burt frá tær
einaferð so skal tú vísa teumum
at tað er tú sum er stjørnan her

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Tónleikarar

Sakaris Emil Joensen

(sang & synth & programmering)

Framleiðsla

Sakaris Emil Joensen

(framleiðsla)

Janus Rasmussen

(framleiðsla & ljóðbland)

Julia Borelli

(frumband)

Aðrar útgávur við sama listafólki