Spírar 2
Spírar 2
Sangfuglarnir:
1. Hvørjaferð eg síggi stjørnurnar
Orð & lag: Arnold Børud & Thomas Børud
Týðing: Herborg Simonsen & Jóhannes Simonsen (verses & chorus), Katrin á Borg Johannesen & Holgar Johannesen (bridge)
Hvørja ferð eg síggi stjørnurnar,
hugsi eg um hann, sum skapti tær.
Hann hevur so nógv at hugsa um,
men hann gloymir aldri meg.
1. Hann, sum skapti sól og mána,
allar stjørnurnar,
tonk, at hann kann hugsa um
eitt lítið menniskja sum meg.
Hvørja ferð eg síggi stjørnurnar,
hugsi eg um hann, sum skapti tær.
Hann hevur so nógv at hugsa um,
men hann gloymir aldri meg
2. Fylt av gleði eg jú eri,
tí hann elskar meg.
Guð í himli hevur sagt,
at hann skal aldri gloyma meg.
Hvørja ferð eg síggi stjørnurnar,
hugsi eg um hann, sum skapti tær.
Hann hevur so nógv at hugsa um,
men hann gloymir aldri meg
Brúgv: Tonk at hann sær meg
og leggur í meg,
og at eg eri virðismikil.
Tonk at hann sær meg
og leggur í meg,
tí kann eg gleðast hvønn dag, ja!
Hvørja ferð eg síggi stjørnurnar,
hugsi eg um hann, sum skapti tær.
Hann hevur so nógv at hugsa um,
men hann gloymir aldri meg
2. Eingin er ov lítil
Orð: Sonja Hedberg
Lag: J. C. Rinck
Týðing: Emma Jacobsen
1. Eingin er ov lítil,
sum vil hjálpa til.
Vit øll kunnu gera
nakað, sum Guð vil.
2. Føtur smáir kunnu
góð boð bera út,
og tær smáu hendur
virka fyri Guð.
3. Um tú bert í lítlum
trúgvur vera vil;
tá man Guð enn størri
verk tær líta til.
3. Eg kann ikki tað, tú kanst
Orð & lag: Gøte Strandsjø
Týðing: Heri Tróndheim
Eg kann ikki tað, tú kanst,
tú kanst ikki tað, eg kann;
men Guð hevur gerning,
sum hóskar til mín,
og ein annan, sum hóskar til tín.
Tað, eg dugi til, vil eg gera væl,
tað, eg ikki kann,
vil ein annar fegin gera!
Eg kann ikki tað, tú kanst,
tú kanst ikki tað, eg kann;
men Guð hevur gerning,
sum hóskar til mín,
og ein annan, sum hóskar til tín.
Ein gerning, sum hóskar til mín,
ein gerning, sum hóskar til tín.
4. Minst til at biðja Faðir vár
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Traditional
1. Minst til at biðja faðirvár,
minst til at signa teg;
tá sendir Harrin eingil sín,
at hjálpa tær á veg.
2. Og Harrans góðska fylgir tær,
ið hvar tín fótur fer,
og eingilin við tína lið
tær altíð góður er.
3. Á songarstokki situr hann
og signar svøvnin tín;
hann gevur tær ein ljósan dreym
og leiku fríð og fín.
4. Og grætur tú, hann kýnir tær
og turkar tíni tár –
tí skalt tú altíð signa teg
og biðja faðirvár.
5. Hann tveitti allar syndir mínar aftur um bak
Orð & lag: Traditional
1. Hann tveitti allar syndir mínar aftur um bak,
:/: ei longur hann tær sær, :/:
hann tveitti allar syndir mínar aftur um bak,
ei longur hann tær sær.
2. Sum eystur er frá vestri, eru tær fjart frá mær,
:/: eru tær fjart frá mær, :/:
sum eystur er frá vestri, eru tær fjart frá mær,
ei longur hann tær sær.
6. Lítil eri eg
Orð: Anna Jonasson
Lag: Oscar Ahnfelt
Týðing: Gerhard Hansen
1. Lítil eri eg, men vil
altíð hoyra Jesusi til,
hann meg hoyrir og meg sær
– er mær nær.
2. Jesus góður er við meg,
offraði tí sjálvan seg,
lat meg altíð elska hann
– eina hann.
3. Einaferð eg fara má
burt frá mínum heimi, tá
fylgja Jesusi eg vil
hvørt eitt bil.
7. Tú ert mítt barn
Orð & lag: Sámal Jákup S. Jakobsen
1. Onkrar dagar eg føli meg kedda.
Eg føli meg svikna. Eg vil ikki tosa.
Men tá er tað Jesus, hann sigur við meg:
”Tú ert mítt barn, og eg elski teg.”
”Eg komi at gera óvin til vin,
óðan til glaðan, gera alt gott.
So tá ið tú følir teg keddan ein dag,
ert tú mítt barn, og eg elski teg.”
2. Tá onkur kemur og bert ger forstreð,
eg veit ikki, hvat eg skal gera við meg.
Men tá er tað Jesus, hann sigur við meg:
”Tú ert mítt barn, og eg elski teg.”
8. Nú fari eg at sova
Orð: Peter Foersom
Lag: J. A. P. Schulz
Týðing: Johs. Andr. Næs
Nú fari eg at sova,
mín Guð, tú mást mær lova,
so trygt eitt hvíldarstað.
Um synd og neyð meg herja,
lat eingil tín meg verja,
hann hevur ført mín fót í dag.
9. Veitst tú, hvønn eg kenni
Orð & lag: Jón Magnus Joensen
1. Veitst tú, hvønn eg kenni?
Jú, eg kenni Jesus.
Veitst tú, hvønn eg elski?
Jesus, vinin mín.
2. Veitst tú, hvar hann livir?
Jú, hann er í himli.
Veitst tú, hvar eg sleppi?
Til himmals einaferð.
Hann er vinur besti,
sum øll kunnu hava.
Hann er bróðir mesti,
Jesus eitur hann.
3. Vilt tú ikki trúgva
hesum góða manni,
sum á krossi doyði
at frelsa teg og meg.
10. At hava Jesus her í lummanum
Orð & lag: Eyðun Jacobsen
1. At hava Jesus her í lummanum,
nei, tað ber ikki til,
tað ber ikki til, tað ber ikki til.
At hava Jesus her í lummanum,
nei, tað ber ikki til,
tað ber slættis ikki til.
2. At hava Jesus við í hjartanum,
ja, tað er ordiliga kul,
tað er ordiliga kul, tað er ordiliga kul.
At hava Jesus við í hjartanum,
ja, tað er ordiliga kul,
tað er ordiliga kul.
SpíraVinir:
11. Lít á Guð
Orð & lag: Hallgerð Brim
1. Í sunnudagsskúlanum hoyri eg
um Guð, sum elskar og leiðir meg.
Men ikki altíð tað er so lætt,
at gera tað, sum eg veit, er rætt.
Ábraham úr sínum heimlandi fór,
tí at Guðs ætlan við honum var stór.
Í lýdni gekk hann, og Sára við.
Og Guð var altíð við teirra lið – oo.
Lít á Guð!
Eins og Ábraham og Sára.
Óttast ei!
Saman alt tit kunnu klára.
Guð er skjøldur tín og verja,
hann vil óttan niður berja.
Lít á Guð!
Stóra signing fært í lut.
2) Í sunnudagsskúlanum hoyri eg
um Guð so sterkan og undrini.
Men ofta eg tó kann gloyma tað,
at alt er gjørligt, ja, enn í dag.
Sára var gomul, men lyftið var stórt:
“Son skalt tú eiga” – tað ljóðaði ørt!
Hon flenti, tí tað ógjørligt var,
men árið eftir hon Ísak bar – oo.
(Lít á Guð!…)
3. Í sunnudagsskúlanum biði eg
til Guð sum elskar og hoyrir meg.
Mítt lív eg leggi í hansar’ hond
og líti á, at hann er í nánd.
Brúgv:
Hví skal eg ivast í, um Guð er mær nær?
Hví skal eg óttast, at tey flenna at mær?
Hví skal eg ivast í, um bøn broyta kann?
Hví skal eg óttast? Okkar’ pápi er hann!
Hví skal eg ivast í, um trúgvin meg ber?
Hví skal eg óttast, tá tað fullgjørt jú er?
(Lít á Guð!…)
12. Sov blítt og søtt
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Traditional
Sov blítt og søtt og droym um sól,
sum lýsir yvir garð.
Guð faðir, hann í himni er,
skal ansa eftir tær.
Tær einglar sínar sendir hann,
um vøggu standa teir,
tí kanst tú sova trygt og
13. Eg kann brúka teg
Orð: Elisabeth Holdensen
Lag: Jesper Smalbro
Týðing: Asbjørn Mikkelsen
1) Guð segði: “Móses, eg velji teg.”
Men Móses meinti: “Tað ber ei til,
tí ei eg havi á slíkum skil!”
Guð segði: “Móses, eg velji teg!”
Guð segði: “Móses, eg velji teg!”
Guð sigur: “Hoyr nú,
tú skalt ikki skamma teg,
tú, mítt barn, eg elski teg,
tú tann rætti ert hjá mær.
Guð sigur: “Hoyr nú,
allan vegin fylgi tær,
vit í fylgi, tú og eg,
eg kann brúka teg.”
2) Um tú ert bangin, og mót er fjart,
og um tú følir, tú einki nært,
so kann Guð hjálpa, tá tað er hart.
Við halga andans hjálp tú nýtt mót fært.
Við halga andans hjálp tú nýtt mót fært.
Guð sigur: “Hoyr nú…
Rapp) Hoyr, hann sigur:
“Hoyr nú, eg kann brúka teg.”
Eins Guð og frelsarmann’,
(so) tú øðrum hjálpa kann.
”Hoyr nú, eg kann brúka teg.”
Sum Guð, hann kallar
og reisir tann, man falla.
“Hoyr nú, eg kann brúka teg.”
Vit kunnu rætta hond
til góð at knýta bond.
“Hoyr nú, eg kann brúka teg.”
Hann gevur evni og mót,
tað er bert at taka ímót’.
Soleiðis!
“Hoyr nú, eg kann brúka teg”
Hoyrið, Spírar!
Syngið aftur nú!
Eitt, tvey, trý…
Guð sigur: “Hoyr nú…
14. Skaparin og skapanarverkið (vatnið í ánni minnir um teg)
Orð: Súsanna Hansen
Lag: Jón Magnus Joensen
1. Vatnið í ánni minnir um teg.
Grótið í gjónni minnir um teg.
Aldututlið minnir um teg,
alt minnir meg um teg.
2. Sólin, ið setur, minnir um teg.
Tjaldrið, ið letur, minnir um teg.
Norðlýsið, tað minnir um teg,
alt minnir meg um teg.
3. Óttaðist eg, tá leiddi tú meg.
Ivaðist eg, tá førdi tú meg.
Hjartkiptur, tú uggaði meg,
hjálpti mær á lívsins veg’.
4. Rópti til tín, tú svaraði mær.
Syndaði nógv, tú fyrigavst mær.
Komi eg skjótt, tú tekur mót mær,
fyri alt eg takki tær.
15. Eins og sólin
Orð & lag: Jón Magnus Joensen
1. Eins og sólin, hon rennur upp so fríð,
so er Jesus, sum henda myndin blíð.
Hann er sólin, ið kom í hesa myrka, óndu verð.
Hann er ljósið, í heimin komið er.
2. Eins og døggin á smæru legst á nátt,
so er Jesus, alt tað, hann ger, er gott.
Hann er døggin, ið gevur hvørjum lívi her eitt mál.
Hann er vatnið, ið styrkir hvørja sál.
3. Eins og víntræ, ið góðar fruktir ber,
so er Jesus, ið kongur okkar´ er.
Hann er fruktin, ið mettar øll, ið svong ganga um her.
Hann er breyðið í hesi svongu verð.
Bíbliusøgusangir:
16. Ábraham og Sára
Orð & lag: Sólfríð Maria í Rók (1.mós.11-12)
1. Ábraham og Sára, tey búðu tjøldum í.
Tey ferðaðust um land og heyg at byggja sær ein bý.
Tó størsta ynski teirra var einkason at fá,
men tey bara eldust, og einki barn kom tá.
Guð lovar teimum barn: “Tit skulu vera sæl,
avkom verður fjølmangt eins og stjørnurnar í tal’.”
Ábraham tí trúði, men árini gingu skjótt.
Sára segði: “Far til Hágar, so verður alt gott.”
2. Guð segði: “Víst skal Sára sjálv eiga sonin sín.”
“Hann hugsar als ikki um aldurin mín.”
“Flennir tú Sára? Er Harranum nakað tá óført?”
Áðrenn ár var farið, hevði hon Ísak føtt.
3. “Ábraham, nú skalt tú ofra einkasonin tín.”
Ábraham var harmur, men lýddi rødd Guðs síns.
“Pápi, her er viður, men ofrið, hvar er tað?”
“Guð sjálvur man finna lambið, ið her nýtast skal.”
Ábraham tá reisti altar, bant har sonin sín.
Men eingil rópti: “Ábraham! Ger einki við sonin tín.
Nú veit eg, at tú lýðir Guði.” – Ábraham glaður var.
Teir sóu veðr, og ofraðu hann á altarinum har.
4. Eingil segði: “Ábraham, tú lýddi Guði væl,
alt títt avkom nú av sonnum signast skal,
sum stjørnurnar, sum sandurin, so verður avkom títt,
ættir tínar signing fá, tí tú Guði hevur lýtt.”
17. Ísakur og Rebekka
Orð & lag: Sólfríð Maria í Rók (1.mós.22-24)
1. “Eg góða konu finna má til Ísak, sonin mín.”
Bað húskall fara langan veg til Nákor, bróður sín.
Hann kom til ein brunn eftir mánaðar langa ferð:
“Guð, vís mær, hvørja konu tú útvalt hevur her.
Tann, ið bæði tænir mær og kamelunum við,
lat hana vera gentuna, tú hevur ætlað Ísaki.”
2. Kamelar sera tystir vóru, kravdu nógv at drekka,
men ein gav teimum nóg mikið, røsk var hon, Rebekka.
Húskallur glaður var, hann Ísaks konu fann,
gav henni so fínt prýði, hon glað til húsa rann.
Segði teimum øllum frá, hvat ið hent var har.
Lában bróðir glaður bað nú húskall koma heim við sær.
3. “Eg komin eri her at finna Ísaki konu,”
Rebekka varð so glað, so hon fór beina leið við honum.
Ísakur varð glaður, tá hann mót Rebekku gekk.
Barnleys í fleiri ár; síðan tvíburar fekk.
Esav sera loðin var, og dámdi væl at veiða.
Jákup heldur hugsin var, og var í friði heima.
18. Jesus 12 ár
Orð & lag: Sólfríð Maria í Rók (Luk.2,41-52)
1. Tá Jesus var 12, fór hann á páskaferð,
men tá tey ferðast heim, Jesus horvin er.
Tey leitaðu og leitaðu, men ei tey funnu hann,
tey øtaðust: “Vit vita ikki, hvar hann vera man!”
2. Á triðja degi tey finna hann í templinum sæl,
teir spurdu: “Hvør er hesin, sum veit alt so væl?”
Hann talaði og spurdi sum ein rættur lærari,
øll bilsin vóru av, hvussu væl hann svaraði.
3. “Barnið mítt, vit bangin hava leitað eftir tær,”
tey skiltu ei, hví hann ikki við teimum farin var.
“Sonur mín, hví gjørdi tú okkum hetta her?”
”Eg eigi at vera har, sum pápi mín er.”
“Hví leitaðu tit eftir mær?” Hon stóð sum kánus har,
men goymdi orð hansara í hjartanum so nær.
19. Jóhannes doyparin
Orð & lag: Sólfríð Maria í Rók
Rím: Edmund Williamson
(Luk.1,5-80, Matt.3,1-17, Mark.1,1-11, Luk.3,1-22, Jóh.1,19-34, Jóh.3,22-36, Matt.11,1-15, Mark.6,14-29, Luk.7,18-30, Matt.11,1-12, Matt.3,13-17, Mark.1,9-11, Luk.3,21-22)
1. Elisabet og Sakarias gomul ynsktu sær barn at fá.
“Elisabet skal eiga son!” Gabriel segði honum tá.
“Jóhannes skal hann eita.” – “Vit ov gomul eru nú.”
“Tú málleysur skalt vera, tí tú ikki hevur trúð.”
Tey spurdu: “Skal hann eita Sakarias eftir tær?”
Men Elisabet helt fast: “Jóhannes er navnið, hann fær.”
Hann skrivaði á talvu: ”Jóhannes er hansar’ navn.”
Sakarias aftur talaði, og Guði takkaði hann.
2. Í oyðimørk hann livdi, og einans Guð leit á.
“Man hatta vera Kristus?” – “Nei!” – “Men hvør ert tú tá?
Tú talar, doypir og hevur lærusveinar til handa.”
“Kristus kemur eftir meg og doypir við anda.”
Ein dag gekk Jesus har: “Doyp meg!” – “Ha? Skal eg doypa teg?
Tú skuldi doypt meg!” – “Doyp nú bara meg.”
Av himni kom Guðs andi á hann dúgvulíki í.
”Eg havi teg valt, elskaði sonur mín!”
3. Heródesi dámdi at lurta, men Jóhannes segði beiskur:
“Tú livir ikki eftir Guðs vilja.” – “Í fangahús!” segði hann treiskur!
Hann hoyrdi um Jesu undur, bað lærusveinar spyrja hann:
“Vænta vit ein, ið koma skal, ella ert tú tann?”
“Sig’ honum: Blindum sjón, og nívdum vón, mettu til hin svanga,
sjúk verða grødd, mong endurfødd, lamin aftur ganga.
Breyðið pettað til øll at metta, vatn til vín eg geri,
deyð upp rísa, øll undur vísa, hvør ið eg eri!”
“Ei størri profetur er borin í heim enn Jóhannes doypari.
Hann er sendiboðið, sum kom undan mær, og greiddi mær veg.”
20. Jesu undur
Orð & lag: Sólfríð Maria í Rók
Rím: Edmund Williamson
1. Nú skal eg siga frá einum manni, bara gott hann ger,
Jesus eitur hann, og hann Guds sonur er.
Hann lærdi fólk um Gud og trúnna bar til tey.
Hann gjørdi undur mong og hjálpti teim í neyð.
Alt tað, Jesus ger, tað er so sera, sera gott,
gott, gott, gott, sera flott.
2. Jesus grøddi sjúk, ið komu á hansar’ leið.
Giktsjúk blivu frísk, Lásarus úr deyða steig.
Tey deyvu hoyrdu, blindu sóu, tey spitølsku blivu rein.
Hann grøddi øll, sum nurtu, og hann gloymdi ikki ein.
Alt tað, Jesus ger, tað er so sera, sera gott,
gott, gott, gott, sera flott.
3. Jesus gjørdi undur mong gjøgnum ár og dag.
Á vatninum hann gekk, slíkt hava vit ei sæð.
Hann blíðkaði ein storm og gjørdi vatnið til vín.
Hann barnavinur er, og hann tekur tey til sín.
Alt tað, Jesus ger, tað er so sera, sera gott,
gott, gott, gott, sera flott.
4. Jesus elskar teg, og vil altíð vera hjá tær.
Hann vil hjálpa tær, hann teg hoyrir og teg sær.
Hann doyði á krossi, og reis upp triðja dag,
so vit ein dag í himli øll syngja takkarlag.
Alt tað, Jesus ger, tað er so sera, sera gott,
gott, gott, gott, sera flott.
Minnisvers:
21. Eg veit hvørjar ætlanir, eg havi við tykkum
Orð & lag: Sólfríð Maria í Rók (Jeremia 29,11)
Eg veit, hvørjar ætlanir eg havi við tykkum,
ætlanir um frið og ikki um vanlukku,
fyri at geva tykkum framtíð og vón.
Jeremia 29,11
22. Eg skal vera við tær
Orð & lag: Sólfríð Maria í Rók (1. mós. 28,15a)
Eg skal vera við tær
og varðveita teg, hvar tú so fert.
1.mós. 28,15a
23. Eg skal ongantíð sleppa tær
Orð & lag: Sólfríð Maria í Rók (Hebr. 13,5b)
Týðing: Heri Tróndheim
Eg skal ongantíð sleppa tær ella fara frá tær.
Hebrearabrævið 13,5b
24. Eg orki alt í kristi
Orð & lag: Sólfríð Maria í Rók (Fil. 4,13)
Eg orki alt í Kristi, sum gevur mær styrki.
Filippibrævið 4,13
25. Eg eri vegurin, sannleikin og lívið
Orð & lag: Heri Tróndheim (Jóh. 14,6b)
Eg eri vegurin, sannleikin og lívið.
Eingin kemur til faðirin uttan við mær.
Jóhannes 14,6b
Tjuhey!