Lýsing
Skærur Vindur
Tónleikurin á hesari fløguni er eitt úrval av kórverkum eftir Sunleif Rasmussen. Tónaskaldið hevur valt verkini út eftir dygd og torleika, tvs. at summi kunnu verða sungin av áhugasang- arum, onnur av góðum áhugasangarum og uppaftur onnur av yrkissangarum. Verkini kunnu býtast í tveir høvuðspartar: Verk, ið eru skrivað á traditionellan hátt við harmoniseraðum lagi, og verk, ið eru gjøgnumkomponerað, tvs. at tær ymsu røddirnar eru javnt stillaðar.
Løgini til Sig mær, hví er foldin føgur, Syngjandi grót og Sóljurnar og náttin eru bygd upp á vanligan hátt við byrjan, hæddarpunkti og enda, og síðan harmoniserað. Blátt og Kvøldvísa um summarmála eru smáir satsir við einfaldum tónamáli.
Tónleikur Sunleifs er sera livandi. Sum oftast sipa heitini til náttúruna, og helst tí verða verkini lýst sum “ein partur av náttúru”. Longu nú hevur Sunleif avrikað nógv. Hornasteinarnir eru 1. strúkikvartett (1989-90). The Naked Destruction (1990) fyri tvørfloytu og kamarensembul. Grave, in memoriam Karsten Hoydal (1990) fyri 22 strúkarar, klarinett og slagverk. Tid, ild, baglæns (1991-92) fyri 12 sangarar, mezzo sopran solo og band. Landið (1992-93) fyri sopran og orkestur. Eitt ljós er kveikt (1993) fyri orgul og band.
Av teim nýggjastu verkunum kunnu nevnast blásarakvintettin Cantus Borealis (1995) og Tilegnelse (1995) fyri mezzosopran og kamarensembul. Summarið 1997 verður frumframførsla av hansara 1. symfoni, bíløgd av finska Radiosymfoniorkestrinum og Norðurlandahúsinum í Føroyum.
(Skrivað í 1996)
Sanglisti:
1. Sig mær, hví er foldin føgur
2. Kvøldvísa um summarmála
3. Syngjandi grót
4. Sóljurnar og náttin
5. Blátt
6. Fyrsti sálmur Dávids
7. Vár
8. Skærur vindur
9. Tid, ild, baglæns
Longd tilsamans: 45:45
Útgivið:
Á plátu, fløgu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/skaerur-vindur
1. Sig mær, hví er foldin føgur
1. Sig mær, hví er foldin føgur
Orð: Stéfan Hørður Grímsson
Lag: Sunleif Rasmussen
Føroysk týðing: Karsten Hoydal
Sig mær, hví er foldin føgur, hví er ljósagrønur bøur, tá ið summarsól sær heitt?
Hví í tøgn man blóma mæla, hví man eingin urtin tala? Harrin hevur deyðum veitt sælan frið og leiðir leitt.
Hvat kann vakrari tær fjala, tá tú liðugur ert at tala og tá deyðin nemur teg, enn tær blómur, smáar, rættar, sum á foldum standa tættar, lið um lið og níga seg fram við deyðans dapra veg.
2. Kvøldvísa um summarmála
Orð: Karsten Hoydal
Lag: Sunleif Rasmussen
Yvir royðufjallið stavar bláhvíta ljósið frá nýmána bleikum á brá.
Út fyri brúnari fjøru vestfallið spælir í lognini ljósu á hørpu í djúpum sjógv,
hørpu sum leikar undir várkvølds slørdansi dapurt og glaðlynt í senn.
Moldin døkka sum goymir lík av týndum blómum blómum sum hond tín nam frísk.
Aftur er hon fjálg
og skýming fellur á eygu kvøldsins
og onnur bláari eygu
handan fyri horvin vár
verða til eitt, renna saman kvøldið
og mynd tín still og vøkur sum eitt minni
rein og hvít sum ein bøn.
3. Syngjandi grót
Orð: Karsten Hoydal
Lag: Sunleif Rasmussen
Meðan tú bíðar tolin og tómur, dvølur í tøgn sum sáōkyknan rein, syngjandi fuglar og grøs og blómur fjølgast í lívd við gráan stein.
Røkkur himin at vátum gróti, sólbjørt glæman úr hellu slær, heimurin skínur tær undir fóti, sólin úr deyðum fær aftursvar.
Ótolið bróstið stendur á tambi, búgvið við máli, alspent hvør spong,
– hevði nú niðan at hægsta kambi grótið vaknað og skorið í song. –
Loysir tú tøgn, fært steinin at svara, eigur tín songur anda og mót,
tá kanst tú laða ein livandi varða: fuglar blómur og og syngjandi grót.
4. Sóljurnar og náttin
Orð: Karsten Hoydal
Lag: Sunleif Rasmussen
Millum sóljukoppar
rann hvør kovi fullur
av tí bláu nátt.
Nú er tímin komin,
bonskir blómutoppar
fingu bundnan mátt.
Tryggast sóljuveitir nú
ið náttin tamdi dagsins gylta ris
–løgd í bláan farra ljómandi gull-heitir,
tálmað í turkis,
glógva ikki longur við ovdýrum litum meðan dimmið er.
– Ógvisligi drongur, genta tín hon grætur
– sóljur henni ber.
5. Blátt
Orð: Steinbjørn B. Jacobsen
Lag: Sunleif Rasmussen
Himmal og hav møtast í bláum sjónarringurin
hitt svarta bergið er blátt
tær grasgrønu líðirnar
eru aftanfyri eitt blátt tám viðhvørt.
6. Fyrsti sálmur Davids
Tónleikur: Sunleif Rasmussen
Sælur er maður
ið ei fylgir vondra manna ráði. Sælur er maður,
ið ei stendur á syndara vegi.
Sælur er maður, ið ei situr í spottara lagi.
Sælur er maður, hvørs hugur stendur til Harrans lóg
og yvir lóg hans grundar dag og nátt. Hann er eins og træið, plantað við áarløkir
og hvørs leyv ei følnar.
Alt ið hann ger honum eydnast skal.
Ikki gongst soleiðis vondum monnum; men eins og bos teir eru, ið fýkur fyri vindi. Tí skulu gudleysir ei standast í dóminum og syndarar ei í rættvísra liði.
Tí Harrin kennir veg teirra rættvísu, og vegur teirra gudleysu ber av leið.
7. Vár
Orð: Karsten Hoydal
Lag: Sunleif Rasmussen
Vit hoyrdu várið kalla og viltust bæði burtur, úr bygd og mannaeygum eitt lognarkvøld í mai og gingu tætt tilsamans ígjøgnum grønar dalir og eftir brúnum høvdum so langt so langt av leið.
So rúsandi ein rørsla
í øllum heimsins lutum
í luft og mold og vatni og mannasálum rann, tað var sum túsund nálir við mjúkum silkibløðum
í okkar’ blóði spruttu við villum vakstrarlag.
Á vegnum lomb og blómur
og brostin egg í reiðri, tað leikaði og livdi
á vølli og í mold.
Við ungum, spentum sonsum
vit numu vársins undur, hvørt bragd av lívi boðan um lukku og um ást.
Tú ikki meir enn átjan
von sum eitt fagurt landslag, so mjúkar likams-lægdir og bróst so túgvurund,
títt hár sum gras í bjørgum
ið floymir út av torvu, og hold á hálsi tínum
av mold og vætu reyk.
Og varrar mínar trýstar brátt ímóti hálsi tínum
tær kendu blóðið spæla títt heita hjartaslag,
tá gjørdust hendur mínar
sum leysar frá mær sjálvum
og leitaðu í blindum
at søtum loyndum fram.
So runnu sálir saman
í bráðum leiki brustu
og róku út í rúmið inniliga í eind
sum sirm og summarlykka
og tungur blómuangi – ein flóð úr teirri keldu sum lívið streymar úr.
8. Skærur vindur
Orð: Rói Patursson
Lag: Sunleif Rasmussen
ljósið blaðar í teimum heystligu bløðunum
vindurin er skærur og gulnar í tínum hári
nú heilsa vit farvæl
frá hvør sínum bera teigi
uttan at geva okkum til kennar
9. Tid, ild, baglæns
Orð: Hans Holten Hansen
Lag: Sunleif Rasmussen
“Et flammesug, en voksende væge, stearin bliver til. Et lys.”
“Damp og røg siver ind i aske. Et træ.”
“Mennesker fyldes med lort, og brækker sig til bestemte tider. (Og de stakler, der ikke har noget at kaste op.)”
“En maskine, der renser typerne af papiret.”
“Trommehinden, der frembringer lyd. Højttalerens blafrende øre.”
“Situationer, der mystisk opstår på skærme på én gang overalt i landet, de sendes til ét sted, hvor nogen står klar til at være medier
for strømmen. (En sand demokratisk kunst.)”
Det er blevet mekanik
Jeg trækker min fremtid tilbage
tager nu’et i mig igen
følger mit spor, dekreerende med fremtiden i hælene: en vred hund, der gradvist umærkeligt fortærer mig
Da jeg skjuler mig i en varm hule følger den med
Til sidst går jeg i stykker. To
(Den bogstaveligt talt skizofrene kan intet sandt berette, men kan – sjovt nok – spille virkelighed med sig selv.)
Det umulige, en baglæns forbrænding
Kan man brænde sig på baglæns ild?