Lýsing
Saknur
“Sangurin Saknur var til í 2014 hetta ári misti eg bæði mammu og konu mína,eg gjørdi eina demo av sanginum tá.
Í ár misti eg ein sera góðan vin, og hevu hetta gjørt at eg velji at geva sangin út. Sangurin umrøður lívsins tap og sakn í hendur tá menniskjan verður løgd til hvíldar, hetta er tíbetur ikki nakað vit ofta tosa um, tó hetta er beidskur verðuleiki.”
Vh holgar
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her:
Saknur
Saknur
Orð & lag: Holgar Jacobsen
Beikst eg sakni sáran, hørð er lívsins gongd
likamið so stirnað, verður lagt í mold
ætt um ætt at fella jarðarklótu frá
vita ei hvør næstur stendur
gravarbakka á.
Ofta máttleys spyrja, hví skal vera so
svarið er sjálvt lívið,tí komu vit á fold
føðast til at doyggja tað er lívsins bland
vónandi ein fagran dag
vit síggja annað land.
Vónin er ein neisti, uggar stirdu sál
spurningin til svarið? rukku vit á mál
hvar er hettar málið,er tað kanska her?
Deyðin tevjar slevjandi
so tætt við tína lið.