Lýsing
Ovastaloft
Fyrsta fløgan hjá Hervør, Ovastaloft, er ein djúpt persónlig, skaldslig og andalig ferð gjøgnum lívsins løtur — frá tí fjakkandi gerandisdegnum til djúpar spurningar um kærleika, sorg, trúgv og samleika. Hvør sangur sigur eina serstaka søgu, men tó mynda teir saman eitt samanhangandi tapet av minnum, sárbarleika og vón.
Við hjálp frá bróðirsoninum Benjamin og nógvum evnaríkum samstarvsfeløgum er Ovastaloft ikki bara ein tónleikalig verkætlan men ein innilig offurgáva, full av takksemi, familjuhita og erligum hugleiðingum. Hervør letur ovastaloftið upp og bjóðar okkum inn til gomul minnir, spurningar, gleði og tár… og kanska okkurt, sum eisini endurspeglar okkara egnu duldu kømur.
Hendan fløgan er til øll, sum áður hava spurt “Eri eg ok?” ella bara hava brúk fyri onkrum at sita saman við sær í regninum. Við síni inniligu frásøgn og sálfullu melodium bjóðar Hervør tær eitt trygt og heilagt rúm har tú kanst kenna, minnast og vera.
Sangir:
1. Fly away
2. Balla teg
3. Berar bibbur
4. Yppa
5. 5 L spann
6. Summardái
7. Ovastaloft
8. Home
9. Beiggin
10. Cry with you Jesus
11. Gud hin sami
12. Hidden gold
13. Kvøldbøn
14. Bíða
15. Rainbow
Útgivið:
Á fløgu í bók og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her:
Um sangirnar:
FLY AWAY – Århus 2008
Tá eg legði meg at sova um næturnar, flugu mínir tankar avstað, og stúranir kundu fylla mítt høvd. Eg hugsaði um, at tað var ringt at fylgja við, at børnini vaksa skjótt, allir dagar eru so fullir, eg drøni avstað við børnunum í barnagarð. Og so… mín dýrabarasti skattur, mín maður, okkara hjúnaband… tíðin flýgur, og vit eldast. Men hóast tíðin flýgur, so kann eg flúgva avstað hvønn dag saman við mínum elskaða. Um tað so er at flúgva til eitt annað land, ella bara sita við hansara lið og leggja høvdið á hansara øksl og flúgva inn í okkara hugaverð. Bara vit flúgva saman, so kann tíðin flúgva og skunda sær, sum hon vil.
BALLA TEG – Toftir 2018
Kára dámdi væl sangin Hibernation Day hjá Jars of Clay. Hesin er skrivaður við sama tema. Nemliga at leggja seg aftur og bara balla seg eina løtu afturat – so leingi mann ikki hevur traðkað út á gólvið – so kann mann vera í einari dreymaverð. “Balla teg” roynir at minna okkum á, at tað er ok bara at slappa av og “dovna”… ella… tað er kanska sera umráðandi at gera hetta onkuntíð?
BERAR BIBBUR – Toftir 2023
Áðrenn Benjamin flutti niður, fekk hann skumpað í gongd, at vit fingu allar sangirnar til hesa útgávu spældar inn. Vit riggaðu stovuna hjá okkum til, og í eitt vikuskifti fingu vit sungið og spælt 10 sangir inn. Tað gekk sera væl, og var so sera hugnaligt og stuttligt. Allir sangirnir eru gamlir, men síðsta dagin kom hesin sangurin dumpandi niður. Allir vóru við uppá at spæla hann inn, og var tað kanska hesin, sum var skjótast at spæla inn og sat sera væl beinaveg. Søgan aftanfyri sangin er, at eg havi altíð verið sera flov av mínum fótum. Vit hava øll okkurt, vit goyma og eru flov av – men um vit búnast upp á besta máta og saman við fólki, sum hjálpa okkum til hetta – so kunnu vit fáa tað flova og goymda fram í ljósið og dansa. Eg havi altíð elskað at dansað berføtt og goymi ikki longur mínar bibbur, men dansi errin í berum bibbum. Í berum bibbum er møguliga ikki rættasta útsøgn á føroyskum, men soleiðis hevur hendan hálvdanska daman altíð sagt, og eg fari ikki at broyta tað nú 🙂 Mest av øllum handlar sangurin um at velja at elska, dansa og liva hvønn dag – hóast stríð.
YPPA – Toftir 2015
Í nøkur ár var eg rakt av strongd, serliga í 2014. Árini aftaná royndi eg at finna leiðina úr strongdini og at góðtaka, at tað var í lagi – og til tíðir alneyðugt – at “kobla úr” og bara siga “Pyt”, leggja seg afturá og ikki hugsa um allar verðins trupulleikar. Bara finna tann, sum mann kann slappa av saman við, og yppa øksl til alt annað. Hesar løturnar eru so viktigar! Tí var hesin sangurin “føddur” – “føddur” úr neyð og fyri at minna meg sjálva á at lata ting fara og bara yppa øksl 🙂 Tað kann eisini sigast við orðinum úr Guds orði: Stúrið ongum fyri! Mítt ynski er, at hesin sangurin fær fólk at smílast, taka tað róligt, minnast tað góða og lata tað fara, sum skal fara… og ja… so vóni eg, at sangurin fær fólk at vilja yppa við og kanska dansa? 😉
5 L SPANN – Toftir 2017
Hann kom til mín sum ein stuttligur, lættur og skjótur sangur, eitt mótspæl til nógvar av mínum sangum. Innihaldið er fjasut og poetiskt alt í einum. Tað er ringt at fáa skil upp á innihaldið, tí sangurin koyrir so skjótt, men um mann setur seg at lesa og lurta, so ber til at tulka hann á ymsar mátar. Eg havi mínar tankar um hann, men ger tú tær tínar egnu tankar um hann. Vit kalla hann “toksangin”, tí hann minnir um hesi gomlu damptokini og skundar sær avstað “full drøn á kassan”.
SUMMARDÁI – Glyvrar 2013
Hann er skrivaður tíðiliga um várið, tá mann gleðir seg til at síggja blómurnar spíra. Mann kann siga, at hetta er ein pre-summar sangur 🙂 Sangurin tosar um góð minni og longsul eftir teimum
ljósu, glaðu summarløtunum. Tónleikurin ber brá av onkrum sponskum, og hetta er ikki tilvildarligt. Eg elski alt tað spanska, og hesa tíðina longdist eg eftir at royna at búgva í onkrari spanskari lítlari bygd. So sangurin er eisini um útlongsul – útlongsul til nakað kent, hugnaligt, gott og trygt.
OVASTALOFT – Toftir 2019
Hesin sangurin er fullur av myndatalu. “Eg” í sanginum ynskir at vísa sínum besta vini, sínum maka – ella Gudi? – sítt ovastaloft. Eg elski ovastaloft… elski at sleppa inn og síggja gomul ting, gomul minnir og at finna ting, sum hava eina søgu. Ofta, tá eg eri inni hjá mínum foreldrum, so fari eg upp á ovastaloft og leiti. Har standa míni ting, ting hjá mínum systkjum, hjá ommu og abba… og okkurt, sum stóð har, tá tey keyptu húsini í 1983. Har eru ting, sum minna meg á góðar tíðir, ting, sum eg ikki tími at hugsa um… alt møguligt. Soleiðis er eisini inni í okkum, tá vit lova onkrum inn at síggja okkara “ovastaloft” – alt tað, sum rumsterar í okkara tonkum, í okkara hjarta. Men tann, eg elski mest, má sleppa inn at síggja, hvat er har, fyri veruliga at kenna meg. Gud kennir meg, líkamikið hvat eg fortelji honum og ikki – hann hevur longu lykilin til mítt ovastaloft. Men mín maki, mín maður – eg má geva honum lykilin og líta á, at hann vil goyma hendan lykilin nær at sínum hjarta. Niðurlagið er eitt róp, sum eg trúgvi, vit øll bera í okkum: Kann onkur veruliga kenna meg, veruliga elska meg, veruliga síggja meg og veruliga vera her? Um viðkomandi enn er her aftaná at hava sæð mítt “ovastaloft”… ja, so er tað vinalagið gull vert. Eg og Benjamin hava stríðst við hendan sangin, og hann mundi ikki sloppið við á útgávuna, men nú er hetta kanska ein av teimum, vit eru best við, og sangurin lýsir væl boðskapin í allari hesari útgávuni. Eg gevi tykkum øllum eitt petti av mínum “ovastalofti”: Mínum óruddi og mínum vøkru, gomlu minnum. So… kom við upp á ovastaloft við mær.
HOME – Toftir 2017
Eg skrivaði sangin til brúdleypið hjá Jóhan (systursonur mín) og Katrin. Eg eri so sera takksom fyri og góð við børnini hjá mínum systkjum, og eg kundi hugsað mær at skrivað sangir til tey øll. Áðrenn brúdleypið kom hesin sangurin til mín um at vera heima saman, uttan mun til hvar mann er. Síðani er sangurin sungin til onnur brúdleyp – størsta løtan var nokk at sleppa at syngja henda sangin í Monda í Spania í sólini á einum slotti til brúdleypið hjá bróðurdóttrini, Heidi, og manni hennara, Pæturi. Ofta hava eg, og nógv av okkum, dreymar um at røkka stjørnunum og skula uppliva og gera okkurt stórt. Boðskapurin í hesum sanginum er, at eg livi mín dreym hvønn dag og røkki stjørnunum hvønn dag, tá eg eri saman við teimum, sum eg elski, gjøgnum tað lætta og tað tunga – tí har er heima… og er mann heima, er málið rokkið.
BEIGGIN – Århus 2010
Í 2004 gekk mín vinkona við sínum fyrsta barni. Vit vóru allar vinkonurnar so sera spentar og glaðar, tí hetta var fyrsta barnið millum okkum. Vinkonan, Poula, gekk yvir tíð við barninum, og 19.05.2004 fingu tey tey tungu boðini, at einki hjartaljóð var at hoyra. Poula átti sjálv sín son, og tey fingu loyvi at hava hann hjá sær í ein dag, áðrenn tey máttu jarða hann. Hetta var ein hørð tíð. Tað undraði okkum øll, hvussu væl hesi nýggju foreldrini taklaðu støðuna og løgdu alt í Guds tryggu hond. Sangurin varð skrivaður nøkur ár seinni við Poulu, Kára, lítla beiggjanum og hansara yngru systkjum í huga. Eg hevði ikki sjálv roynt at missa mítt barn, og eftir førimuni royndi eg at seta meg inn í støðuna og skriva útfrá, hvussu eg ímyndaði mær, at mín vinkona hevði haft tað hesa tíðina. Poula er glað fyri sangin, og við hennara signing gevi eg hann út og vóni, at hann kann gerast ein minnisvarði fyri “Beiggjan”, men eisini fyri øll tey børn,
sum livdu alt ov stutt á hesi fold. Seinni havi eg sjálv mist eitt barn, og er hesin sangurin blivin enn meiri serligur fyri meg, og hugsi eg nú eisini um mítt lílta undur, sum bíðar eftir okkum heima hjá Jesusi. Ein dag uppi har møtast vit aftur. Hesi versini vóru mær í huga, tá eg skrivaði sangin.
CRY WITH YOU JESUS – Århus 2011
Hesin sangurin er mær sera kærur og er sera erligur um mínar tankar og kenslur í mínum sambandi við mín Gud, mín skapara, mín frelsara, mín Faðir, mín vin, mín Jesus. Eina náttina í Århus vaknaði eg og var bangin og hevði 1000 spurningar: “Er Gud til? Trúgvi eg nokk? Havi eg skilt hetta rætt? Hvat er meiningin?”. Lívsins stóru spurningar. Eg eri von við at fáa allar hesar tankarnar og havi við árunum lært, at soleiðis eri eg og at elska hendan partin av mær. Eg haldi, at Gud við árunum hevur lært meg, at allir mínir tankar og spurningar eru í lagi – eg skal bera lena meg inn til Hann við tí og ikki burtur frá Honum. Eg skal gráta hjá Honum. Tað er tað, eg royni at gera í hesum sanginum. Onkursvegna lýsir hesin sangurin ein djúpan frið mitt í sorg, pínu, angist, iva og myrkri. Sangurin er ein spurningur, sum sleppur at hanga… og tað er ok. Tað tolir Gud væl! Men orð Guds svarar aftur, at “Eingin skal ríva teg úr hond Míni”.
GUD HIN SAMI – Århus 2011
Leivur á Torkilsheyggi spurdi, um eg ikki hevði ein nýggjan sang. Eg stríddist øgiligt við iva hesa tíðina. Vit lósu niðri. Eg hevði dumpað eina roynd og staðið hana aðru ferð. Arbeiddi og treivst illa, og var í barsil við dóttrini, Oliviu. Vit vóru í Føroyum í summarferiu, men eg kendi meg so einsamalla, og Gud kendist so langt burtur. Eg tordi næstan ikki at seta spurningin, men innaní mær hoyrdi eg: ”Er Gud til? Havi eg skilt alt rætt? Trúgvi eg?”. Eg kom til eitt punkt, har eg í samtalu við Kára loyvdi mær at hugsa tað fult út, at Gud ikki var til. Eg minnist enn sjónina, eg sá í mínum huga, meðan eg græt – har var nakað so tómt og ræðuligt. Í mínum huga rann eg aftur til mín skapara, og eg havi lært, at Hann er altíð tann sami – at Hann hevur skapt meg við mínum tonkum og er ok við mínar spurningar. Eg eri enn tann sama við mínum tonkum og spurningum, men teir liggja trygt hjá mínum Jesusi, mínum frelsara. Onkuntíð fylla teir nógv, onkuntíð minni, men í øllum leni eg meg inn til Hansara og veit, at Hann er tann sami og trúfastur, hóast eg ikki eri trúføst. Mitt í mínum iva stendur Hann og ber byrðarnar saman við mær. Tað er so stórt, og eg klári ikki at seta orð á tað rætt. Gud er hin sami altíð og sleppur mær ei!
HIDDEN GOLD – Glyvrar 2014
Tað hevur altíð fylt nógv í mínum hjarta og sinni, at mín uppgáva her á jørð er at líkjast Jesusi – við hesum meini eg, at eg t.d. royni at síggja øll menniskju gjøgnum Hansara eygu, at elska, sum Hann ger. Hann gav ALT, tí hann elskaði ØLL. Eg klári bert ein brotpart av hesum, og ferð eftir ferð klári eg slett ikki. Men um eg fylgist við Jesusi hvønn dag, geri mítt besta at hava hann við í øllum og leggi meg eftir at elska, sum Hann ger – so fer tað vónandi at broyta lívið hjá onkrum, og kanska onkur fer at kenna Guds kærleika, sum er í mær, og fer at søkja Gud og eisini vilja fylgjast við Jesusi og harvið royna at elska onnur eins og Jesus. Um vit øll bert elska eitt vet, sum Jesus ger, so fer tað at ávirka eitt menniskja í senn. Tað fer at skapa gleði og frið í menniskjum her og nú – og eisini í lívinum aftaná, tá lívið her endar. Tá eg skrivaði sangin, leiddi tað meg at hugsa um kórið “Lat meg líkjast meiri tær”, sum stendur mínum hjarta nær og er mín dagliga bøn. Eisini sangurin hjá Amy Grant “Fathers Eyes” var ein íblástur til henda sangin.
KVØLDBØN – 1959
Sangurin varð skrivaður av C. Maude Battersby og lagið átti Charles H. Gabriel. Upprunaheitið á hesum sanginum er Evening Prayer. Jim Reeves syngur henda sangin so vakurt. Í mínum barnaárum hoyrdi eg ofta Jim Reeves á plátu. Henda røddin ber við sær góð barnaminni. Í 2005 umsetti babba sangin til føroyskt, og vit bæði hava sungið hann til ymisk tiltøk. Eg eri sera góð við henda sangin, sum er ein einføld bøn um fyrigeving. Pápi mín, Poul Jóhan, er ein sera góður floytari, og var eg so heppin at syngja sangin inn saman við honum og fáa eina floytisolo.
BÍÐA – Århus 2008
Tá eg skrivaði henda sangin, royndi eg at ímynda mær, hvussu eitt barn upplivir okkum vaksnu. Sangurin kom til mín ein dagin, tá dóttir mín, Anna, sum vant togaði í meg, tá vit gingu heim úr barnagarðinum og segði “Bíða mamma!”, tí hon skuldi vísa mær okkurt smáting, hon hevði funnið. Eisini teir fullu lummarnir í jakkanum hjá børnunum, sum bera upp á nógvar dýrgripir (Steinar, træpetti, karamellpappír, knappar), vóruvið til at inspirera meg til henda sangin. Í Bíbliuni stendur, at vit skulu vera eins og børn… og eg hugsi, at hetta er stórur vísdómur í okkara lívi – í gerandisdegnum at vera eins og børn av og á. At steðga á, hyggja nær eftir einum eiturkoppi og finna ein góðan stein ella eina lítla blómu. Tá lívið er strævið, og alt gongur ov skjótt, royni eg at minna meg sjálva á at bíða, steðga á – og eygleiða… tá síggi eg veruliga allar litirnar rundan um meg. Eg skrivaði eisini sangin fyri at minna meg sjálva á at bíða eftir mínum børnum, síggja tað, sum tey síggja og ikki bara drøna avstað gjøgnum lívið.
RAINBOW – Toftir 2015
Sangurin er um at tora at vera saman við einum, sum hevur tað tungt og ikki royna at leita eftir onkrum betri hinumegin ælabogan. Eg havi sjálv roynt at verið í tungum løtum, har mann einki annað kann gera enn at bíða og hyggja at regninum – og tá er tað stórt, at eitt annað menniskja situr saman við einum og ikki roynir at finna okkurt betri, men sær tað vakra í at sita saman í regninum og bara hyggja at ælaboganum. Eg eri so signað at eiga ein besta vin, sum mangan hevur gjørt hetta – og vónandi eg tað sama til tíðir. Takk Kári.
TØKK
Takk, góði Benjamin, at tú skumpaði meg í gongd og fyri, at tú hevur skumpað víðari saman við mær hesi árini, vit hava evnað “Ovastaloft” til. Takk fyri títt fitta, góða lyndi, fyri uppmuntring og fyri tína vøkru tilgongd til tónleik. Aftur og aftur verði eg rørd av tínum tónleiki. Takk fyri framleiðslu og fyri, at tú fekst alt at ganga upp í eina hægri eind. Takk, tit tríggir deiligu menn, Jan Nónklett, Jasmin Jovanovic og David Simonsen. Tað er altíð ein gleði at syngja, tá tit standa aftanfyri meg og lyfta sangin upp á eitt hægri støði við tykkara vakra, dygdargóða spæli og tykkara jaligheit og fittheit. Eg eri sera takksom. Takk, tit onnur, sum eru við á upptøkunum: Tórður D. Jacobsen, Jógvan Olsen, Maria á Lakjuni Djurhuus, Dania O. Tausen, Jóhan Hentze, Angelika Hansen, Súsanna Joensen, Jens L. Thomsen, Fríði Bjarkhamar, Per I. H. Petersen. Takk, Dupultkvartettin fyri at taka við avbjóðingini at syngja við tykkara serliga ljóðið til mín sang. Tann løtan var nakað serligt. Takk, Hans Poulsen, fyri mastring, uppmuntring, góða vegleiðing, gott kaffi og góða kaku (Takk fyri, Jakoba). Takk, Regin Bjarnastein fyri prent av fløgu. Takk til Tonito fyri prent av bóklingi. Takk, Beinta á Torkilsheyggi fyri myndatøku og kápumynd og takk Paula á Torkilsheyggi fyri uppseting. Tað er altíð spennandi og kreativt at arbeiða saman við tykkum. Takk, Hanna Heinesen og Jákup á Lakjuni fyri rættlestur. Takk góðu systkin, familja og vinir, sum á ymsan hátt hava stuðlað útgávuni. Takk mamma og babba og verforeldur, – mest av øllum fyri uppmuntring og barnaansing. Takk, góði babba, at tú tímdi at floyta og syngja duet saman við mær. Takk, góða mamma, fyri mangar klaverløtur í skýmingini. Takk míni elskaðu. Takk fyri, Jóel, Anna og Kári, at tit tímdu at syngja við til hvør sín sang. Takk til tykkum øll, eisini Oliviu, Teklu og Gilla. Ongantíð vísa tit irritatión um venjingar og ymiskt annað í samband við mín tónleik. Tit eru øll ein stuðul og mín inspiratión, meðan vit saman ferðast gjøgnum lívið á tónaveingjum. Elski tykkum. Kári – elskaði mín – vit gjørdu tað! Tú ert mítt alt, mín tónleikur og innihaldið í mínum flestu sangum. Takk fyri, at tú ynskir, at onnur skulu hoyra mínar sangir. Gud, Jesus – mín skapari, frelsari, Harri og vinur, størstu tøkkina eigur Tú! Uttan Teg var einki. Í Tínum navni vóni eg, at Tú signar “Ovastaloft”, og at Títt ljós og Tín kærleiki skínur gjøgnum “Ovastaloft” og inn í hjørtuni á teimum lurtandi. Til tykkum, sum lurta – tit eru ein av høvuðsorsøkunum til, at eg gevi nakað út. Mítt ynski er, at tit í einari reglu, einum tóna, einum sangi, kenna tykkum aftur; at tit føla okkurt – gleði, sorg, vón, accept… okkurt. Gerið so væl!
TØKK TIL STUÐLAR:
Nes Kommuna, Polarhav, Eysturkommuna, Spenn, Reyni Service, Vónin, Diana, Radiobúðin, Mowi, sp/f Kjartan Simonsen, Skósølan við Gøtugjógv, Ken Nónklett Advokatur, Heimagott, Gramex Føroyar, Koda Føroyar, Mentanargrunnur Landsins, Poul Jóhan og Else Djurhuus, Anna og Símun Pætur á Torkilsheyggi, Anita og Oddmar Tausen, Kristina Ottosdóttir, Kirstin og Bárður Højgaard, Linda og Uni Ljósheim, Sigrun B. Vang, Lilliane Svøðstein, Olivia Tausen og onnur ónevnd, sum hava stuðlað.