Lýsing
Meðan vit bíða
HEÐIN gevur nú sítt triðja staklag út. “Meðan vit bíða” er ein sorgblítt lag, ognað teimum sum eru tyngd og syrgja, yvir sítt egna lív, ella hava verið fyri missi. Sangurin er um at bíða eftir, at tað verður betri, og ævinleikanum.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/medan-vit-bida
Meðan vit bíða
Orð: Heðin Askham
Lag: Heðin Askham
Meðan vit bíða til sólin kemur fram
skuggarnir køla andlit kropp og sál
Angist ótti livir her hvat er tað sum sker
Nær man sólin koma fram
hita kropp og sál
Her eg siti kvirrur nú
bíði eftir tær
Meðan vit bíða til vatnflóðin er av
regnið tusti niður til eg fór í kav
Sorg og pína livir her hvat er tað sum sker
Meðan vit bíða til ljósið kemur fram
skýggini fjala tað ígjøgnum treingja vil
bert ein glotti lítið bil vónin sleppur til
Nú man sólin koma fram
hita kropp og sál
her eg siti kvirrur
nú bíði eftir tær