Lýsing
VinstraHøgra
Fyri nøkrum vikum síðani avdúkaðu GØ komandi fløguna “Ævir, amen” og góvu út teirra kraftmikla debut-staklag, “Loysing í dós.” Nú, eru teir aftur við teirra aðru útgávu – funky lagnum “VinstraHøgra”. Við groovy synth basslinju og einum lættum, fangandi melodiið, miðja GØ eftir at fanga ta reinu gleðina av barndóms spølunum. Heitið, sum hevur íblástur frá føroyska barnasanginum “Vinstra, Høgra”, ber ein fínan politiskan undirtóna: “Vinstra” vísir til tað vinstravenda, og “Høgra” til tað høgravenda. Saman við spælandi og humoristiska tónalagnum í sanginum, bendir heitið á tankan um, at politikkur onkuntíð kann líkjast einum barnaspæliplássi hjá vaksnum.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/vinstrahogra