Krabbahendur – Petur Dahl Zachariasen

Katalognummar: HJF739a
Framleiðslu ár: 2025
Sangir: 1

Lýsing

Krabbahendur

Fríður kom til Trónd við nøkrum akkordum og einum hugskoti um eina søgugongd. Um sama mundið bandaðu braneggjaðu, eldhugaðu sinnini saman og skaptu eitt komiskt, áhugavert og absurd listaverk av atmosferu, melodii og nakað av vón – krabbavón. Við atmosferðini hjálptu okkara egnu Helge, Hans Andrias og Theodor.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/krabbahendur

Krabbahendur

Krabbahendur

Orð og lag: Fríður Bjarnason, Tróndur Nielsson Galán, Theodor Kapnas
Eg vil spæla gittar fyri tær
Men tað er so torført hjá mær
Eg vil spæla tónleik, spæla tær ein krabbasang
Sangurin skal ljóða væl og hava krabbaklang
Tí at Guð hevur givið mær hendur sum ein krabbi
Góði, Guð, hví hevur tú givið mær krabbahendur
Boanes stendur í bløðnum
Krabbin goymir seg í trøðunum
Sparkar gamlar konur við knøðunum
Gravar tær niður í bønum
Guð, hví hevur tú givið mær hendur sum ein krabbi? 
Guð, hví hevur tú givið mær krabbahendur?
Lurta góði krabbi, lurta nú væl 
Hetta er eingi villa, alt er sum tað skal
Sannleikin er, at tá tú fyrr her vart
Hevur tú uppført teg sum eitt beist
Tú hevur jú sparkað 37 gamlar konur í alt
Hetta er ikki mítt val, hetta hevur tú sjálvur valt
Men tær vóru ikki serliga fittar allíkavæl
Og krabbahendur? Hvør gevur onkur krabbahendur?
Tí hevur Guð givið mær hendur sum ein krabbi
Góði Guð nú veit eg hví eg havi krabbahendur

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Tónleikarar

Tróndur Nielsson Galán

(sang & trummur)

Theodor Mellemgaard

(kór & harmonika)

Helge Marius Greve

(gittar & klaver)

Framleiðsla

Theodor Kapnas

(framleiðsla & ljóðbland & frumband)