Knáir gamlir menn – Starlight

Katalognummar: HJF705a
Útgávuár: 2025
Sangir: 1

Vørunummar: HJF705a Bólkar: , , Tag:

Lýsing

Knáir gamlir menn

Sangurin er um limirnar í Starlight, sum eru gamlir vinmenn og hava havt orkestur saman síðani ungdómsárini. Teir hittast regluliga og jamma saman. Tá gloyma teir tíð og stað og gerast minst 40 ár yngri.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/knair-gamlir-menn

Knáir gamlir menn

Orð og lag: Jóhan Martin Jacobsen

Knáir gamlir menn
hittast ofta enn
jamma út á náttina og reypa, alt í senn

Knáir gamlir menn
duga kynstur enn
disco, popp og rock’n’roll, funk og alt í senn
út á náttina
alla náttina

Flýggja inn í tónleikin,
gloyma stað og tíð,
dagsins tronga jammurdal, gloyma hvat og hví.
Njóta gyltu løtuna
dýrabar og vill,
tímaglasið lagt á lið, so sandkorn liggja still
hesa løtuna
njóta løtuna

Gull kann vera grátt
gull kann skerast smátt
gull kann vera null karat, men tó vera gott

Knáir gamlir menn
jamma ofta enn
countryrock og dicofunk, rock og alt í senn
út á náttina
alla náttina

Credits

Composers and Authors

Musicians

Jóhan Martin Jacobsen

(elgittarar, lagt til rættis)

Kári Lisberg

(bass, lagt til rættis)

Sámal Samuelsen

(trummur, lagt til rættis)

Jákup Hansen

(sang, lagt til rættis)

Fimmboði Lisberg

(sang, kassagittar, lagt til rættis)

Production

Niclas Johannesen

(framleiðsla)

Óli Poulsen

(ljóðbland)

Other products by artist