Lýsing
Jesus á Harri
Hesin sangurin byrjaði í 1993, tá ið eg sum 17 ára gomul lá útlúgvað á einum gólvi. Eg hevði roynt at fylgt Harranum og gjørt mítt besta. Men kortini tyktist Gud at vera so langt burturi. Eg visti ikki, hvat Gud ynskti við mær og mínum lívi, og mær longdist eftir at merkja hansara nærveru og leiðslu. Eg bað, og eg hugsaði um, hvat Gud mundi fara at svara mær. Tá var tað, sum um hesi orðini komu til mín: “Mítt barn hví leikar tú soleiðis í? Eg teg beri nú og í alla tíð”. Eg fann hvíld í at vita, at mín framtíð var í Harrans hondum, og eg skrivaði orðini niður. Systir mín Arnvør smíðaði eitt lag til orðini, og síðani varð sangurin lagdur í eitt ringbind. Har lá hann goymdur og gloymdur í nógv ár millum aðrar heimagjørdar sangir. Arnvør sjálv gjørdist kend á tí føroyska tónleikapallinum, m.a. tí hon í fleiri ár var ein av berandi kreftunum í akapellabólkinum SALT. Í 2015 gjørdist Arnvør brádliga sjúk av heilakrabba. Tað var ræðuligt at vera vitni til hennara sjúkugongd og síggja hana doyggja frá øllum sínum kæru. Arnvør stóð í fagrasta blóma á øllum økjum, og brádliga vóru øll bond slitin, og hon var farin. Alt tyktist meiningsleyst. Úr ringbindinum kom tá hesin sangurin, sum ein uggi og vøkur áminning um, at teir varðar vit hava sett gjøgnum lívið, framvegis síggjast, tá ið vit eru farin um sýn.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/jesus-a-harri
Hygg eftir sjónbandunum her: