Hvør er mín lutur – Brandar

Katalognummar: HJF690b
Framleiðsluár: 2025
Sangir: 1

Vørunummar: HJF690b Bólkar: , , Tag:

Lýsing

Hvør er mín lutur

Sangurin “Hvør er mín lutur” lýsir eitt innara stríð, trega og iva um lívsins meining og leið.

Lagið er lætt og orkuríkt, samstundis sum tað er dramatiskt.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her:

Hvør er mín lutur

Hvør er mín lutur

Orð & lag: Hans Fuglø Christiansen

Hvør er mín lutur
Hvør er mín trongd
Er tað at liva
Av skaparans hond?
Vreiði og mutur
Hjartanna svongd
Glotti av iva
Styttist mín rond?

Djúpastu sár, rennandi tár
Minnist tú meg, spyrji eg teg?
Hvar ert tú? Ugga meg nú
Troystarík orð, tung eru spor

Frið í mítt sinnið
Óttast mítt hjarta
Sakni eitt stavnhald
Á mínum veg
Ikki eg finni
Úr hesum svarta
Menniskja kongsvald
Hvar eri eg?

Tíðin lekir ei sár
Turka tú míni tár
Ver tú við mína lið
Gev mær tín sálarfrið

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Tónleikarar

Hans Fuglø Christiansen

(sang, gittar, klaver)

Jákup Ingi Thomsen

(kór, gittarar)

Jóhan Jacobsen

(kór, trummur)

Sigmund Klein Olsen

(kór, gittar, klaver)

Steffan Klein Poulsen

(kór, gittar, ukulele)

Teitur Akurstein

(kór, bass)

Framleiðsla

Alvin Ellebye

(framleiðsla, ljóðbland, frumband)

Aðrar útgávur við sama listafólki