Lýsing
Harri, mínar troyttu hendur
Frá barnaárum hava Gadders hoyrt um Toftakórið og Hans Jacob Højgaard. Hesi, sum heilt upp í fimtiárini vóru myndandi fyri føroyskan kórsang og kirkjutónleik. Flestu í Gadders hava sítt upphav í kirkjuliga umhvørvinum á Toftum, og hava tey tí sett sær fyri at syngja okkurt hjá bygdamanni teirra.
Hans Jacob lærarin, sum hann eisini varð kallaður, var nevnliga av Toftum og stovnaði Toftakórið fyrst í tríatiárunum.
Hans Jacob og starvsbróðurin Steingrím Niclasen høvdu framúr sálmasamstarv. Í sálmabókini eru fýra sálmar, hvørs orð eru Steingríms, meðan Hans Jacob eigur lagið. Hin kendasti teirra er Harri, mínar troyttu hendur.
Hóast Harri, mínar troyttu hendur ofta verður sungin til jarðarferðir, er sálmurin fyrst og fremst ein bøn til Guds um náði og fyrigeving, og er tí altíð hóskandi. Við hesum vakra sálmi vilja Gadders bera øðrum tíðindini um hesa náði og fyrigeving.
Sí videolag:
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/harri-minar-troyttu-hendur