Lýsing
Ein neyð á hjarta liggur
Uppvaksin í umhvørvi, har tónleikur og sangur hava fylt nógv, var tað mestsum við ’Amen í kirkjuni’, at tey í Gadders funnu saman. Fleiri av teimum hava kenst frá barnaárum og hava eisini sungið saman sum ung. Við útgangsstøði í kirkju- og missiónslívinum í Nes sókn, hava tey síðani 2003 sungið til ymisk høvi. Repertoirið er breitt, og hava tey m.a. sungið pop, gospel og siðbundnan sálmasang – aloftast a capella. Við sangi ynskja tey at boða gleðiboðskapin um Jesus Krist.
Gadders er bólkur við níggju limum. Navnið stendst av Gaddavegi á Nesi, har fleiri teirra búgva. Fleiri av limunum eru virknir í øðrum sanghøpi, tað verði seg sum einstaklingar, í kóri, kórleiðlsu og sangfrálæru.
Undir ólavsøkugudstænastuni 2023 sang Gadders føroysku týðingina av ’Facing a task unfinished’, og varð hetta teimum eitt høvi at fara í upptøkuhølini við sanginum.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/ein-neyd-a-hjarta-liggur