Føroysk sálmaløg – Knút Olsen og Petur Jacob Sigvardsen

Katalognummar:
Útgávuár: 2025
Sangir: 63

Lýsing

Føroysk sálmaløg

Sanglisti:

1. Algóði Gud, tú ver mær hjá
2. Á bønum blómur blunda
3. Áður enn eg ljósið sá
4. Drottin, Guds sonur, sum dustið mítt bar
5. Eg kveiki kertur mínar
6. Ei nakað í mær sjálvum er
7. Ei størri undur hevur heimur skoðað
8. Ein kvinna, ið varð havd
9. Ein skuldabundin tænari
10. Eru tit mítt ljós í verð
11. Fræ í frosti svevur
12. Føgur eru ungdómslið

13. Gott sáð í veltuna Guð hevur sáað
14. Góði Gud, ið øllum ræður
15. Gud myndaði meg
16. Gud, vár faðir, lov og prís
17. Guðs kirkjulið er heimsins størsta undur
18. Hoyr gleðiboðskap tann, sum hægstur er
19. Hví ert tú, sál mín
20. Hví liva vit várt lív á foldum
21. Hvør vakurt er ikki sólarris
22. Í Dekapolis
23. Í eyðmýkt her eg nígi niður
24. Í henda Halga Harrans sal

25. Í Kristi ílatin vit eru vorðin
26. Í menniskjum á fold
27. Í Náin einkarsonur út varð borin
28. Í tólv ár blóðsjúk kvinna
29. Í upphavi var orðið fyrst
30. Jesus mildi, vís títt vald
31. Kristus, ið reisti títt ríki á jørð
32. Lívið alt skiftir sum veður og vindur
33. Meg Kristus hevur kallað
34. Mín Harri Jesus, hvar fert tú
35. Mín sál, tín songur ljómi
36. Mítt hjarta stynjar av trega
37. Nú komin er til handa

38. O, Kedronar løkur
39. O, Ljósins Gud, lov veri tær
40. O, sæla stund, tá dýrdareygu síggja
41. Prísa Gudi mikli einglaherur
42. Sigurshátíð sæl og blíð
43. Sí nú, Sion, sært tú ei
44. Slá á tínum hørpustreingi
45. So mangan eg síggi
46. Sum snarljós bjart í eystri skín
47. Takk, faðir, fyri náttarblund
48. Tann heimur, Harrin skapað hevur
49. Tann verøld vit við eygum skoða
50. Tá lívsins grundvøllur kann tykjast ridla

51. Til kvøldmáltíð í himli háa
52. Til tín eg leiti, loysnari mín góði
53. Tú, Gud, er mikil, annað alt er smátt
54. Tú, Gud, sum veitst og gevur alt
55. Tú heimsins ljós, Guds sólin skær
56. Tú, Jesus, ert vegur til himmalsins heim
57. „Varið tykkum!“ Harrin okkum biður
58. Vár móðurjørð seg sára illa gremur
59. Verði ljós, verði her ljós
60. Ver tú, Guð Faðir, faðir mín
61. Vit savnast, Harri, um títt orð
62. Vit venda okkum, Gud, til tín
63. Ævig, dýrmett, hægsta vera

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/foroysk-salmalog

Algóði Gud, tú ver mær hjá (s.8)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 1995

 

Algóði Gud, tú ver mær hjá

í øllum verki mínum,

títt halga ljós mær lýsi svá

á lívsins leiðum tínum,

so Gud mín altíð undan er

á míni lívsins vandaferð,

tá treystliga eg stígi.

 

Um leiðin ber um oyðimørk,

har illir úlvar ýla,

og fjalir alt mær náttin svørt,

– hjá Kristi eg kann hvíla.

Hann sigur yvir øllum vá,

á krossinum eg sjónskt kann sjá

tað lívsins ljósið lýsa.

 

Títt halga orð er lyktin mær

á mínum foldarvegi,

tað lýsi mær hvørt fótafar,

á nátt og ljósum degi,

so veit eg, at eg villist ei,

um illgongt er á míni leið,

tí Harrans hond mær heldur.

 

Á míni føgru morgunstund

tú lýsti, lívsins harri,

og tá eg sovi deyðans blund,

tú verður, Gud, mær nærri.

Tá fyrstani eg klárt kann sjá

títt lívsins ljós frá Golgata.

Tøkk miskunnsami faðir!

 

 

Á bønum blómur blunda (s.10)

Lag: Knút Olsen

Orð: Paul Gerhardt. Peter Fr. A. Hammerich.

P.J. Sigvardsen 1994.

 

Á bønum blómur blunda,

og vit til songar stunda

um skýmligt bygdarlag.

Nú dagur fer at lækka,

mín Gud, eg vil tær takka,

sum vardi meg so væl í dag.

 

Sí, sólin fór til viða´

um fagran himnastiga

nú kveikjast kertur mær;

sum tær meg Gud skal prýða,

tá hann meg letur stíga

í paradísið heim við sær.

 

Eins og eg móður siti,

og neyvan fótin flyti,

mær leingist hvíld at fá,

so gleð teg, sál mín kæra,

tá strítt er stríðið harða,

at ognast friðin himni á.

 

Eg meir ei orki vaka,

men tað man einki saka,

tí yvir lív og sál

vak tú í tíni náði,

so mær ei valdar váði,

tú vaktarmaður Ísraels.

 

 

Áður enn eg ljósið sá (s.12)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 2010.

 

Áður enn eg ljósið sá,

og tá eg í vøggu lá,

vart tú hjá mær, faðir mín,

væl meg vardi eingil tín.

 

Tá sum barn á vandaleið

lívið fórst, um fótur gleið,

og mín megi burtur var,

kom tín hond at bjarga mær.

 

Alla mína ungdómstíð

vardi meg tín forsjón blíð.

Míni føgru manndómsár

vart tú hjá mær, faðir vár.

 

Nú ið nærkast burturferð,

veit eg, Gud, tú hjá mær er.

Náða meg og ver mær hjá,

tá eg fari foldum frá.

 

 

 

Drottin, Guds sonur, sum dustið mítt bar (s.14)

Lag: Knút Olsen

Orð: Sigurbjörn Einarsson.

P.J. Sigvardsen 2006.

 

 

Drottin, Guds sonur, sum dustið mítt bar,

doyði at lívga mítt søkkandi far,

reis upp av grøv, og tá veitti hann mær

æviga ríkið á himni hjá sær.

 

Kristus, í náði tú komst her til mín,

kveikti tað ljós, sum meg vakti til tín,

Guds orð títt varð mær ein livandi lind,

ljómaði við mær tín heilaga mynd.

 

Júst sum eg eri, tú játtan gavst mær,

eyga títt heilaga tekkir og sær

hjarta mítt mist burtur mið sítt og mál,

vilja mín blindan og dálkaða sál.

 

Tó vilt tú eiga meg, fátæka barn,

– heimleyst og javnmett við skugga og skarn,

sekt mín er gloymd, um eg sáraði teg,

fríkenn og grøð tú og umskapa meg.

 

Trúgvin mín sær teg, og sólin mær skín,

sál mín tær fagnar og brosar til tín,

vaknar sum blóman, tá veturin fer,

– heiður tær veri, sum lívið oss ber!

 

Frelsari heimsins, mítt hjarta er títt,

hugsan mín, vilji og alt, sum er mítt,

lovi og kunngeri kærleika tín,

kongur vár, bróðir og lívgevi mín.

 

 

 

Eg kveiki kertur mínar (s.18)

Lag: Knút Olsen

Orð: Davið Stefánsson frá Fagraskógi.

P.J. Sigvardsen 1994.

 

Eg kveiki kertur mínar

við krossins halga træ.

Í øllum bønum sínum

hin seki boyggir knæ.

Eg viltist títt av vegi,

eg vakti títt og bað.

Á hesum halga degi

legst skýmd um Ennistað.

 

Ígjøgnum móð og myrkur

eg undur havi sæð.

Eg sá teg bera, Kristur,

tað tunga krossins træ.

Av enni dropar drúpa,

og dýrd úr eygum skín.

Á klettin eg vil krúpa

og kyssa fótin tín.

 

Tín breyt er breidd við tornum,

ið mynda svikakoss,

og níðingi sovorðnum

tú negldur vart á kross.

Eg sá teg naknan hanga

á Ennistaðnum har,

tann loysnardagin langa

tá verk títt fullgjørt var.

 

Til lágar lonir, hallir

tú eina ert á ferð.

Teg gremur syndafallið,

ið allar syndir ber.

Tú veitst, tann sjúki kallar

á vin at leiða seg.

Tú sært og elskar allar,

tó allir svíkja teg.

 

Eg falli tær til kníggja

og fevni lívsins træ.

Eg undur stór kann síggja

á hesum halga stað.

Tú stýrir vársins veldi

og lívgar fólk og fæ.

Av tínum ástareldi

gerst nátt til kláran dag.

Ei nakað í mær sjálvum er (s.20)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 2010

 

Ei nakað í mær sjálvum er,

sum ikki móti deyða ber.

Mítt likam er forgeingiligt,

– ei minsta vetið ævinligt.

Tað hevur syndin í mær gjørt,

hon meg í deyðan hevur ført.

 

Tí nærkist eg hvønn lívsins dag

her hvíldini við sólarlag;

hvønn dagin doyr mítt egna hold

og verður aftur dust og mold

eins og tey øll um heimsins høv,

ið fingu har ta vátu grøv.

 

Tó er tað vára vón og trúgv,

at Krist í okkum eigur búgv,

hann, sum á deyða sigur vá,

skal altíð vera okkum hjá*,

tí einki okkum skilja skal

frá honum gjøgnum deyðans dal**.

 

O, náði stór og dýrabar,

at deyðans broddur brotin var,

tá Krist hin mikla páskadag

reis upp úr grøv í vára stað.

Tá ævigt lív hann okkum vann

av náði og við trúgv á hann.

 

Tí, góði Gud, vit takka tær,

at góðska tín hon úthelt var

til mannabørn á hesi fold,

so lív spratt undir døkku mold.

Tín andi styrk tú vára trúgv

og vón um ævigt himnabúgv.

* Róm. 14,7-8.** Róm. 8,38.

 

 

 

Ei størri undur hevur heimur skoðað (s. 22)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 2000

 

Ei størri undur hevur heimur skoðað,

enn tað Guds lamb, sum skriftin um man boða,

ið reis úr grøv tann páskamorgun reyða

og sigur vann á heimsins synd og deyða.

 

Við Ádams falli syndin kom til foldar,

av henni vendi ættin øll til moldar.

Sum vára frumgróður hin alrafyrsti

vit skulu verða livandi í Kristi.

 

Sum kvøldarsólin sæst í vestri lækka,

so endar alt várt lív á gravarbakka,

vár jarðar tjaldbúð verður tikin niður,

forgongilig hon er, sum skriftin sigur.

 

Men eins og morgunsólin aftur rísur,

er øllum kristnum sigurin fullvísur,

tí óforgongilig við lívsins Anda,

í tíma Guds vit øll til lívs upp standa.

 

Vit lov og tøkk og prís tær, Jesus, bera,

sum allar lutir skal av nýggjum gera.

Gud, gævi, at vit aftur skulu síggja

vár kæru í Jerúsalem tí nýggja.

 

O, sæla stór! o, heiður, Jesus kæri!

sum snjóhvít fjøll hin stóri, hvíti skari

tær prísa skal, tí tú við tínum blóði

til Guds oss aftur keypti, Jesus, góði.

 

 

Ein kvinna, ið var havd á mongum munni (s.24)

Lag: Knút Olsen

Orð: Jóh. 1-42.

P.J. Sigvardsen 2007.

 

Ein kvinna, ið var havd á mongum munni,

tí fimm mans kona har hon gitin var,

fór út at draga vatn úr Jákups brunni,

tá møtti henni Jesus Kristus har.

Hann hana bað um vatn at fá,

tá undrandi hon stóð og lýddi á.

 

“Hví manst tú, Jødi, her nú við meg tala?

Hví biður tú um vatnsopa frá mær?

Ei Jødar orð við landsmenn mínar mæla”.

Av Kristi munni kvinnan fekk tað svar:

“At kendi tú Guds gávu bert

og sjálvan meg”, so var tað mikilsvert!

 

“Eg havi vatn at geva kvinnum, monnum,

so tey um ævir aldri tysta meir,

og lívsins kelduvatn tað er av sonnum,

til ævigt lív tað vellir” og ei doyr.

“Hoyr, Harri, eg nú biði teg:

Gev mær títt vatn, so eg kann leska meg”.

 

Tá hon av Jesu Kristi egna munni

fekk opinbera syndaskuld hjá sær,

og mangan drykk úr heimsins brostna brunni,

tá trúði hon, at hetta Kristus var.

Til Sikar inn í skundi tá

hon fór at boða bygdarfólki frá.

 

Í dagar tveir kom Jesus har at búgva,

og kvinnan vitnisburð um hann teim bar,

mong teirra kundu nú av sonnum trúgva,

at Jesus heimsins frelsari víst var.

Lær oss, o Gud, í lýdni gá,

so fólk várt alt í trúnni fast kann stá.

 

 

Ein skuldabundin tænari eg eri (s. 26)

Lag: Knút Olsen

Orð: Matt. 18, 23-3

P.J. Sigvardsen 2007.

 

Ein skuldabundin tænari eg eri,

mín syndaskuld meg tyngir hvønn ein dag,

at rinda hana ei eg mentur verði,

um faðir mín fær alt mítt foldar fæ.

 

Á mínum minnisbløðum stendur skrivað,

at Gud ei altíð høvuðssessin fekk,

í sjálvssøkni eg vildi lívið liva,

í eginvild eg egnar leiðir gekk.

 

Har eru syndir, misgerðir at síggja,

mangt syndaminni, føll og mistøk svár,

mangt ógjørt, hálvgjørt rúgvar upp til skýggja

og annað mangt, ið tú veitst, faðir vár.

 

O, góði Gud, eg nígi tær til kníggja

við bøn og bót, at tú mást náða meg,

takk, faðir, at eg kann til son tín flýggja,

sum tikið hevur alla synd á seg.

 

Hjálp mær so Gud av øllum huga mínum

at gloyma tað, at onnur sára meg,

fjal bróður mín við náðarørmum tínum,

og styrk oss øll at ganga trúarveg.

 

Mín troyst tí Gud er náði tín aleina,

sum tú í góðsku tíni okkum gav,

í Kristi skal hon øll Guds børn sameina,

tá sólin setur handan ytsta hav.

 

 

Eru tit mítt ljós í verð (s. 28)

Lag: Knút Olsen

Orð: Matt. 5,16.

Ernst Chr. Richardt.

P.J. Sigvardsen 1972.

 

”Eru tit mítt ljós í verð,

kærleikssól, ið fløva ber,

tindastaður skæri?

Eru tit mítt jarðar salt

móti sótt, ið týnir alt,

lívsins verndar varði?”

 

Sí, so himnahátt og stórt

hevur Jesus kallið gjørt

sínum lítla fylgi!

Andin menti teir so balt,

at teir vórðu ljós og salt

yvir lond og bylgju.

 

Harri, verj várt veika far,

tá tú sært, at okkum nær

hóttir deyðans vandi;

styrk oss, statt við vára lið,

so vit eru bundin við

tínum kærleiks bandi!

 

Tá skal login ljóma bjart,

so í sinn, sum fyrr var svart,

birtist brøðraandi!

Lýsir tá av lágu strond

upp um deyðans dimmu lond

lívsins ljósa landið.

 

 

Fræ í frosti svevur (s. 30)

Lag: Knút Olsen

Orð: A. Frostenson.

Sigurbjørn Einarsson.

P.J. Sigvardsen 1994.

 

Fræ í frosti svevur,

kuldin ei týnir tað.

Drottins vald á vári

vekur nýtt blómublað.

Alskur hans gevur

øllum lív og skjól.

Gud, tín kærleiks megi,

kom tú og ver mín sól.

 

Krist á krossi doyði,

Dømdur og grivin var,

sakleysur, Guds sonur,

syndaskuld heimsins bar.

kærleiki Jesu

feldi deyðan her.

Kærleiks ríki Kristus

kom tú og hjá oss ver.

 

Hann var hveitikornið,

heilaga lívsins sáð,

vøkstur vil oss veita,

mikla ást og náð.

Himnanna ljómi

lýsir grøv hans frá.

Kristus, lat tín kærleik

kveikja títt lív oss hjá.

 

Stundum verður vetur

verøld hjartans í.

Lat tú fræ títt liva,

ljósins Gud, í tí.

Gev oss títt summar

sólbirtu tíni frá.

Kristus, kom og sigra,

kom tú og ver oss hjá.

 

 

Føgur eru ungdómslið (s.31)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen

 

Føgur eru ungdómslið,

út í várið stíga,

Harrin veri tykkum við

og hans miskunn blíða;

nú tit leggja lívsins leið,

gloymið fedraheimið ei,

meðan løtur líða.

 

Ymisk eru mannakor,

mangt man tykkum møta,

lyktin veri Harrans orð,

ljós tá verður gøta;

um enn stundum illgongt er,

og tað móti brekku ber,

tekkist sólgylt fløta.

 

Hann, ið tykkum tók í favn,

verji væl og varði,

so at ikki nakað navn

saknað er og farið,

men at vit á heimleið øll

náa inn í himnahøll

ovurmikil skari.

 

 

Gott sáð í veltuna Gud hevur sáað (s.32)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 2008.

 

Gott sáð í veltuna Gud hevur sáað,

ja, bestu hveiti læt hann veltu fáa.

Men meðan fólkið svav um náttarleitið,

illgresið sáað varð ímillum hveiti.

 

Tað sáðið illimaður sáað hevur

á myrku náttarstund, tá fólkið svevur.

Gud sáaði sítt góða sáð við gleði,

tá fólkið vakið var á ljósum degi.

 

Nú vaksa bæði sløg í heimi saman,

– og skilja sundur tey er ikki gaman!

Tað er bert Skaparin, tað verkið fremur,

tá heimsins evsti heystardagur kemur.

 

Í mannahjørtum bæði sløg tí spretta,

og beggja ávøkstur man valla gretta;

tí ræður um sítt egna lív at lúka,

og aldri tað til illgresi at brúka.

 

Víst álvarsom her ljóðar Harrans tala

til okkum øll, ið unga ætt upp ala.

Hjálp okkum tí at stríðast, Gud, og vaka,

so hveitina í løgu tú kanst taka.

Matt. 13, 24 – 30.

 

 

Góði Gud, ið øllum ræður (s. 34)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 2010.

 

Góði Gud, ið øllum ræður,

alt og øll hans eyga sær,

veit, hvat børnum sínum bagir

út um heimin víða hvar.

Ei er nakað honum fjalt,

hvørt eitt høvurhár er talt.

Einki suff av vørrum kemur,

sum hans alvit ikki nemur.

 

Situr tú í stovu eina,

níva sorg og saknur teg.

Lat ei mistreysti tær meina,

Krist teg leiðir allan veg.

Hann tær situr trygt við lið,

nátt og dag tær fylgir við,

vil við legu tína vaka,

sorg og stúran frá tær taka.

 

Einki kann á foldum skilja

okkum frá Guds kærleika

og hans faðirs frelsuvilja

stund, vit eru foldum á.

Liggja vit á deyðastrá,

trúgvur er hann okkum hjá.

Tá ið troyttur kólnar barmur,

fevnir oss hans kærleiksarmur.

 

 

Gud myndaði meg, tá ið gitin eg var (s.36)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 2007.

 

Gud myndaði meg, tá ið gitin eg var,

tá eg tók við lívi, og móðir meg bar.

Ta løtu, tá dagsljósið fyrsta eg sá,

tá tryggur at brósti hjá móður eg lá.

 

Tú tókst meg í favn, áðrenn eg visti av.

Í skírnini, Faðir, tú signing mær gav.

Tá Jesus mær segði, at Faðir hans vil,

at Guds ríki hoyra skal børnunum til.

 

Tín ásjón mær fylgdi og eygleiddi meg,

tín eingil var hjá mær og vardi mín veg.

Tí tryggur eg leikti um tún og um ong,

til signandi móðir meg legði í song.

 

Tú vart mær við lið mína ungdómsins tíð,

í bergi og bakka og brattastu líð,

á sjógvi og landi, við streymhørðu strond

har vart tú tá við tíni verjandi hond.

 

Í manndómsins yrki tú vart mær við lið,

so mangan tú veitti mær ugga og frið,

tá ivi og stúran mær lokaðu leið,

tá tókst tú meg at tær, tú svíkti meg ei.

 

Í ellini ert tú, o Jesus, hjá mær,

nú lívsmegin minkar, um hjartað enn slær.

Mín kærasti Jesus eg líti á tað,

at tú vilt meg leiða mín seinasta dag.

 

Tá tryggur eg fari ta torføru ferð

í fylgi við honum, sum vegurin er,

til heimlandið kæra, ið Gud okkum gav,

har horvin er deyðin, og sorgin er av.***

 

*Jer. 1,** Luk. 18,1*** Opb. 21,4.

 

 

Gud, vár faðir, lov og prís (s.38)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 1963.

 

Gud, vár faðir, lov og prís,

sonur, Halgi Andi!

Leiðin liggur øllum vís

heim í sælulandið.

 

Lívsins vegur mjáur er,

mangt man fóti forða,

Jesus okkum heilsan ber,

tekur so til orða:

 

“Stríðast mega tit fullvæl,

trongt man portur vera,

mangur inn um royna skal,

úti noyðist vera”.

 

Øll vár stremban, alt várt stríð,

máttur vár og megi,

har er lítil bjarging í

á tí stóra degi.

 

Lít á Kristi sáttargerð,

– fylg í Jesu sporum,

hetta inn um portrið ber,

trúgv tú teimum orðum.

 

 

Guds kirkjulið er heimsins størsta undur (s.40)

Lag: Knút Olsen

Orð: Ronald Fangen.

P.J. Sigvardsen 1983.

Guds kirkjulið er heimsins størsta undur!

Ímeðan verøld syndrast øll í sor,

er Jesus Krist um ævir tó hin sami,

– á kletti stendur ríki hans og orð!

Her heimsins ríki koma og so fara,

– sum væna vár tó verða kirkjukor.

 

Alt hatur farast skal ein dag í eldi,

og bráðna eins og ísur summardag.

Tá týnist Sátans vald, – og tá við veldi

Guds stríðsmenn syngja Lambsins sigurslag.

Við gleði verður heystað, sum var sáað.

– Tá brúður skoðar brúðgóm sæl og glað!

 

O væna vón, o lyfti uttan líka

frá Jesusi, ið eigur allan mátt.

Er náttin long, er møðsamt fram at stríða,

Guds lyfti halda, fall tó ei í fátt!

Guds orð jú sigur greitt: tú trongd skalt hava,

men stríð í treysti, – sí, eg komi skjótt!

 

 

Hoyr gleðiboðskap tann, sum hægstur er (s.42)

Lag: Knút Olsen

Orð: Magnus Gudmundsson.

P.J. Sigvardsen 2002.

 

Hoyr gleðiboðskap tann, sum hægstur er,

og nýggja vón oss birtir her í neyðum.

Sí, eingil Guds, tann halga boðskap ber:

Vár bróðir, Kristus, risin er frá deyðum!

 

„Hann reis frá deyðum, hann er ikki her“

í heljarfjøtrum dimmu, køldu gravar.

Á sjálvum deyða sigur vunnin er,

og sæla morgundýrd frá grøv hans stavar.

 

Hann reis frá deyðum. Hann er alsamt her,

tann halga vón er páskagleðin sanna.

Hann gav sítt lív, so lív oss lagað er,

og Andi Guds nú livir millum manna.

 

Tú, Jesus Kristus, Drottin dýrdarans,

sum deyðans fjøtur hevur latið falla,

rís upp í sál og sinni syndarans,

Guds Halgi Andi fylli verøld alla.

 

 

Hví ert tú, sál mín (s.44)

Lag: Knút Olsen
Orð: V. Briem.

P.J. Sigvardsen 1994.

 

Hví ert tú, sál mín,

í jarðligar hugsanir nigin?

Lít tó á Jesus,

sum nú upp til dýrdar er stigin.

Upp, upp, mín ond,

upp til Guds himmalsku lond,

skýferð um heimin er drigin.

 

Lít tú ei niður

til veraldar vesaldóm mikla

fest ei títt hjarta,

har spillandi deyðsnerrur gykla.

Upp, upp, mín ond,

upp til Guds dýrdligu lond,

hátignar heimstaðin mikla.

 

Lít tú ei niður

í sorganna nærbýltu dalir,

far aldri hagar,

har einki tær tunguna svalir.

Upp, upp, mín ond,

upp til Guds friðsælu lond,

ljósins og sælunnar salir.

 

Lít tú ei niður

í helheimsins myrkur hitt svarta,

ugga har finnur ei

dapurt og dirvisleyst hjarta.

Upp, upp, mín ond,

upp til Guds sólføgru lond,

livandi ljósheimin bjarta.

 

 

Hví liva vit várt lív á foldum (s. 46)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 2007.

 

Hví liva vit várt lív á foldum?

Er alt her uttan mál og mið?

Og enda vit bert undir moldum

sum gloymdar gravir lið um lið?

Tað tungan trega øllum ber,

um miðleys var vár foldarferð.

 

Sum ferðafólk á foldarvegi

so er várt lív í hesi verð,

í mótgongd, viðgongd, sorg og gleði,

ein slektin kemur, onnur fer

í hetta mikla ferðalag,

sum stevnir fram til evsta dag.

 

Frá foldum ferðast hesin skari,

tí her ei er várt rætta heim,

har heima stendur Kristus kæri,

ið blíður tekur móti teim,

sum stríddu trúar góða stríð

og royndust trúføst alla tíð.

 

Hjálp mær í trúgv tí Gud at renna

tað stutta skeið, sum lívið er,

at tú sum barn títt meg vil kenna,

tá foldarlívið endar her.

Ein ævig tøkk tá ljóða skal

til Jesus, sum alt gjørdi væl!

 

 

Hvør vakurt er ikki sólarris (s. 48)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen

 

Hvør vakurt er ikki sólarris,

tá roðin í eystri brandar,

og fuglurin syngur Gudi prís,

náttúran í lýkku andar.

Tá havið sum sveiti, spegilsblankt

í skyggjandi litum randar.

 

Við strondina báran kínir fles,

ei hvítir um flúr og tanga,

bert úti við boðar, nøv og nes,

sæst broddurin blíðan ganga.

Eg vakni við havsins lýggja lot

og lívsfrískan blómuanga.

 

Alvaldandi Gud eg biði teg:

veit hjálp mær á hesum degi

at vera tín trúgvi tænari,

ið sáa kann signing og gleði.

Tú sýni mær verk mítt henda dag

meg fylli við Andans megi.

 

Tá verkið er lagt í tína hond,

mín himmalski Faðir besti,

tá binda meg tíni sterku bond,

ið styrkja og geva treysti.

Í lýdni tú lati meg tæna tær,

til komin er dagurin evsti.

 

O, trúfasti Faðir, tú bønhoyr meg,

av náði tú hav meg í minni,

tá troyttur tín tænari leggur seg

til hvíldar á seinasta sinni.

Tú unni av tíni várkunn mær

at vakna í Himlinum inni.

 

 

Í Dekapolis Jesus gekk ein dagin (s.50)

Lag: Knút Olsen

Orð: Mrk. 7,31 og út.

P.J. Sigvardsen 2007.

 

Í Dekapolis Jesus gekk ein dagin,

har deyvan mann hann leiddi út um staðin,

hann dumbur var og kundi ikki røða,

tey biðja Jesus bønliga hann grøða.

 

Har einsæris tá Jesus undur gjørdi,

í oyru stakk og spýtt á tungu førdi,

mót himni hann sítt “Effata”so segði,

straks mælti maður, aftur hoyrn hann hevði.

 

Straks frøddust fólk í hesum heidna staði,

tá dumbi maður talaði so raðið:

“Alt sera væl víst Jesus gjørt oss hevur,

hann grøðir deyv, og dumbum málið gevur”.

 

Tann sama megi var í Jesu orðum,

sum tá ið heimur skaptur varð í forðum.

Gud talaði, so uddi lív á foldum,

í havi, luft, á landi og í moldum.

 

Av syndini vit deyv og dumb øll vóru,

í djúpa avgrund vit frá Gudi fóru,

vit kundu hvørki syngja ella biðja,

ei hoyra tað, hann okkum vildi siga.

 

Men undur stórt, at orðið hold er vorðið,

av Jesu munni er tað okkum borið,

og “opna teg”, so man hann okkum bjóða,

so lov og tøkk um frelsu hans kann ljóða.

 

Ja, opna tú, vár Gud, várt trúaroyra,

so tíni gleðiboð vit kunnu hoyra,

at tú við okkum hvønn ein dag vilt vera,

– og okkum sæl av miskunn tíni gera.

 

 

Í eyðmýkt her eg nígi niður (s.52)

Lag: Knút Olsen

Orð: Þorstein Þorkelsson (1837-1907)

P.J. Sigvardsen

 

Í eyðmýkt her eg nígi niður

á fótskør tína, drottin kær,

mítt hjarta bønliga teg biður

um hjálp og náð og kraft frá tær

at temja hvørja synd og trá,

sum hvørja stund meg herja á.

 

Mær sár so mong í hjarta bløða,

og sorg og stúran níva meg;

tú veitst, at mangt man hug mín møða

og køva vón á lívsins veg,

o, grøð tú mína eymu ond

við kærleiks mildu faðirhond.

 

Tú send mær hjálp av himni tínum,

og lat tú Halga Anda tín

meg vekja upp við varma sínum

tann veika trúarneista mín,

og halga svá mær hug og sál,

at Gud mín verður hægsta mál.

 

 

Í henda halga Harrans sal (s.54)

Lag: Knút Olsen

Orð: Matthías Jochumsson.

P.J. Sigvardsen 1995.

 

Í henda halga Harrans sal

mong mannasálin leita skal,

har úti herjar heljarstríð,

men her er ævig gævutíð.

 

Í henda halga Harrans sal

úr heimsins gleimi berast skal

so mangt eitt barn til skírnarlind

at skapast í tí nýggju mynd.

 

Í henda halga Harrans sal

úr heimsins larmi ganga skal

hin ungi fram, sum festi eið

í trúgv at renna alt sítt skeið.

 

Her verður vígt mangt heilagt band

til signing fyri tjóð og land,

og her skal reiðast Harrans borð,

og boðast lívsins halga orð.

 

Tað orð, sum grøðir hvørt eitt mein,

tað orð, sum vermir kaldan stein,

tað orð, sum kveikir kraft og móð

og birtir lív í deyða tjóð.

 

So kom tú higar, kristin sál,

lat ljóma halga lovsongsmál,

kom, syrgin sál og hjartans fús,

í heimi er ei betri hús.

 

Og hetta húsið halgum vær

o, himna Drottin, einans tær

í Jesu friði, Jesu trúgv,

í Jesu navni tú her búgv.

 

 

Í Kristi ílatin vit eru vorðin (s.56)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 2007.

 

Í Kristi ílatin vit eru vorðin

tann dagin, vit til dópin vórðu borin,

við vatni, Anda hann oss endurføddi,

og vára syndasár hann aftur grøddi.

 

Í dópinum varð frelsan okkum givin,

við Kristi vit til deyðans vórðu grivin

og uppreist har í endurføddum líki

sum arvingar til nýtt lív í Guds ríki.

 

Tað frelsuverk, sum Kristus fullgjørt hevur,

alt samalt hann í dópinum oss gevur,

har rættvísgjørd av náði hans vit standa

í samfelag við Faðir, Son og Anda.

 

Skal dópurin tó gagna okkum nakað,

so mega vit ímóti honum taka

við trúgv á Jesus, sum av síni náði

læt skipa dóp í sínum frelsuráði.

 

Gud, Halgi Andi, gev oss mátt og megi

at renna skeiðið eftir trúarvegi.

O, gævi, Gud, at búna frukt vit bera,

tá aksaskotnan akur tú skalt skera.

Gal.3,24 – 2

 

 

Í menniskjum á fold (s.58)

Lag: Knút Olsen

Orð: Chr. Peter Honorè.

P.J.Sigvardsen

 

Í menniskjum á fold

er illgresi og hveiti,

tí gjørdist orðið hold,

– tó eg í blindum leiti.

Helst hætti eg mær ei

at ganga trúarleið,

har kátir fuglar láta.

 

Eg tryggi meg og mítt,

til viks eitt vet eg seti,

so verður stríðið strítt,

–  men kvøl mín vaks hvørt fetið.

So bert eitt bil til trúgv,

tó hvar er hennar´ búgv

í mínum fyltu løðum?

 

Eitt barn á krubbustrá

í trúgv á lívið sveipað,

hví kann tá ei mítt sáð

ta frukt í sinn mítt greipa,

tað lív og kærleik við,

Guds gávuríka frið

og gleði mitt í ørsku?

 

Far gleðifuglur so

i jólanáttar kulda.

Títt veingjasuð ber boð

um mannaheimin hulda:

Tit sleppið strongd avstað

nú henda gleðidag,

hvar fuglar fróir láta.

 

Mín sál, tú birt ta trúgv,

sum var í krubbu inni,

lat hana festa búgv

í strongdum mannasinni.

Tríeint tað berst um fold

tað orð, ið gjørdist hold,

tá trúgv tín á sær lættir.

 

Mítt hjarta, søk og finn

í krubbu kærleik bjarta,

Guds sólskins ljósa sinn,

ið køvir ivan svarta.

Fest rót mítt trúarfræ

nú deyðans deyðadag,

og lívið ævigt sigrar.

 

 

Í Náin einkarsonur út varð borin (s.60)

Lag: Knút Olsen

Orð: Luk. 7, 11-17.

P.J. Sigvardsen 2007.

 

Í Náin einkarsonur út varð borin

hjá móður síni, ið var einkja vorðin.

Ein stórur skari syrgjandi í friði

hann fylgdi líki út um bygdarliðið.

 

Stór mannfjøld gekk á hesum sorgardegi

við Jesusi á sama bygdarvegi,

tveir skarar møttust hesa somu løtu

á deyðans og á lívsins mannagøtu.

 

Í sinn og skinn var skarin eins at síggja,

men ein bar deyðan og hin lívið nýggja,

her einans Jesus allan munin gjørdi,

hann upp frá deyða lívið aftur førdi.

 

Har skarar møttust tveir á deyðans beði,

straks vendist sorg og neyð til stóra gleði,

av Jesu almáts vørrum fram varð borið

tað troystarríka lívsins guddómsorðið.

 

Tú reis teg upp! og straks kom ungi maður

til móður sína aftur findarglaður.

Tey trúðu, at Gud fólk sítt vitjað hevur

við Jesusi, sum lív í deyða gevur.

 

Í Kristi fylgi kirkja spratt ta løtu,

eitt sameint trúarlið á kirkjugøtu,

ið sá og trúði sæla guddómsorði,

sum her á fold í Kristi hold er vorðið.

 

Tøkk, Jesus, at tú enn vilt hjá oss vera,

við skírn og altarborð tín gerning gera.

Grundfest ta trúgv, at tú til lívs frá deyða

skal okkum reisa páskamorgun reyða.

 

 

Í tólv ár blóðsjúk kvinna (s.62)

Lag: Knút Olsen

Orð: Matt.9,20-22.

P.J. Sigvardsen 2000.

 

Í tólv ár blóðsjúk kvinna

sær søkti heilsubót;

ei nakað kundi linna

ta sváru ilskurót.

Ei muntu pengar her,

nú var hon fátæk vorðin,

øll ogn til læknar borin;

men hon sat sjúk og ber.

 

Tó átti henda kvinna

í síni sál ta troyst:

kann eg bert Jesus finna,

úr neyð eg verði loyst;

hann lívsins lækni er,

og fái eg bert komið,

við kappafaldin nomið,

hann undurverk sítt ger.

 

Í hesi trúgv hon kemur

fram til sín frelsarmann,

við klæði hans hon nemur,

ið øllum hjálpa kann.

Straks kendi hann á sær,

at øll hans almátsmegi

varð nýtt á neyðardegi,

– og heilsubót hon bar.

 

Við føtur hans seg legði

nú kvinnan, ið var grødd,

hon allan sannleik´ segði;

straks hoyrdi hon ta rødd:

“Tín trúgv hon frelsti teg,

tú frísk er,” eg tær sigi,

og far nú heim í friði!”

– Takk, kæri frelsari!

 

Tær sváru sjúkur herja

og plága kropp og sál;

so máttleys er mong verja,

var viljin enn sum stál.

Í hvørji sorg og neyð

vil Krist tó hjá oss vera

og várar sjúkur bera

í lívi sum í deyð´.

Í upphavi var orðið fyrst (s.64)

Lag: Knút Olsen

Orð: V. Briem.

P.J. Sigvardsen 1999

 

Í upphavi var orðið fyrst,

tað orð var Gudi hjá.

Tað orðið er vár Harri Krist,

ið føddist foldum á.

 

Hann var tað lívsins ljósið bjart,

ið lýsir upp hvønn mann;

men myrkur manna var so svart,

tað tekti ikki hann.

 

Hann kom til síni, bar sín frið,

hann kom við hjálp og náð;

men ei tey vildu kennast við

sín vin, hans hjálparráð.

 

Men tann, ið tekur honum við

og hýsir Drottin Krist,

fær náð og sigur, heiður, frið,

í himni innivist.

 

Her sonur Guds sum lívsins orð

tók á seg mannahold;

vit fingu aftur barnakor

og heiðra hann á fold.

 

 

Jesus mildi, vís títt vald (s.66)

Lag: Knút Olsen

Orð: Vilhelm Gregersen.

P.J. Sigvardsen 1973. 

 

Jesus mildi, vís títt vald,

send tín mátt, og birt tín brand

í várt flógva sinni!

Veik vit eru, vesal, smá,

kunnu ørindi títt gá,

vóru vit enn minni.

 

Eydnan varð oss góð og blíð;

náðarinnar gylta tíð

skein sum sólin bjarta.

Vit, sum fingu búgvið borð,

bert sum molar Harrans orð

bóru svongum hjarta.

 

Hjálp, at hvør má gera sítt,

søkja fyrst her ríki títt,

birt upp kærleiks loga.

Tú, sum ger tey veiku sterk,

stimbra okkum, so títt verk

fyllir sál og huga.

 

Jes. 6,8.

 

 

Kristus, ið reisti títt ríki á jørð (s. 68)

Lag: Knút Olsen

Orð:Sigurbjörn Einarsson 1911.

P.J. Sigvardsen 2006.

 

Kristus, ið reisti títt ríki á jørð,

ríkið, sum ævigt skal standa,

lýs tú og lívga, so akur tín grør,

leið oss í Heilagum Anda.

Halga vár vilja at tæna tær,

vitna um teg, meðan sólin sær.

 

Tendra tú kærleikans loga í sál

alra, sum miskunn tín sendir,

styrk tey at flyta títt fagnaðarmál,

falsleyst hvørt víkur og vendir.

Í tínum fylgi er luftin lýggj,

hugurin bjartur og tungan nýggj.

 

Tú hevur ofrað og fyri oss strítt,

fátækt tín ríkað oss hevur.

Anda tín halga, ið alt skapar nýtt,

markleyst tú sendir og gevur.

Opna tú hjørtu, styrk vára trú,

ævigi frelsari, bønhoyr tú.

 

Lat okkum fylgja tær foldarveg tín,

frið tín og kærleik oss styrkja.

Ævig er vónin, sum yvir oss skín,

ævig tín heilaga kirkja,

fagur er skarin, ið undan fer,

fedra og vitna, sum góvust her.

 

Ver tú, Gud faðir, í verki við oss,

vek okkum, Heilagi Andi.

Lat tú, Guds sonur, tín signaða kross

sigra í myrkursins landi.

Vermi tín kærleiki frystan svørð,

kom tú og tak tær alt vald á jørð.

 

 

Lívið alt skiftir sum veður og vindur (s. 72)

Lag: Knút Olsen

Orð: Jóh. 14, 1-3.                

P.J. Sigvardsen 2007.

 

Lívið alt skiftir sum veður og vindur,

gleðin brátt broytist til svárastu sorg,

hvørva í toku kann sólgylti tindur,

deyðin víst vitja vil smáttu og borg.

Vónleys vit standa, tá vanlukkan rámar,

spyrjandi málleys, men fáa ei svar,

myrkur og ótti oss lívsvegin kámar,

syrgin vit sita um lívið, ið var.

 

Lítil er uggin í okkum at finna,

hóast vit royna at troysta sum best.

Vinir tó væl kunnu sorgina linna,

um bert teir við hava Harran sum gest.

“Ber tó ei ótta tú sorgtyngda hjarta!

Trúgv tú á Gud mín, og trúgv tú á meg!”

Tað, sigur Jesus, ið stormin kann harta,

og sum úr myrkrinum vísir oss veg.

 

Ferðast í fylgi frá vøggu til gravar,

ymisk er stundin, hvør einstakur fær,

skjótt er í vestri, at lívssólin stavar,

deyðin hann aldri at tonnunum sær.

Miss tó ei mótið, tú syrgjandi hjarta,

tá vára kæru vit siga farvæl,

Jesus er lív várt og ljósið hitt bjarta,

og upp frá deyða hann reisa oss skal.

 

Vøkur er verøld, ið eyga várt skoðar,

Dýrmæt er bygdin, har vøggu vár var.

Heimlandið kæra, sum skriftin oss boðar,

ævigt í himlinum trúgvin her sær.

Higar av foldum í fylgi vit stevna

heim í tann bústað, sum Jesus oss gav,

har hann við navni tey frelstu vil nevna,

burt tá er verøld, og horvið er hav.

 

Miss tí ei mótið, um grýtut er gøtan,

heimið, hitt himmalska, er fyri stavn.

Fyri hvørt fetið so nærkast tann løtan,

tá ið vit hvíla í tryggastu havn.

Har vit tey kæru í dýrdini síggja

standa og lovsyngja lambinum prís,

snjóhvíti skari í staðinum nýggja,

heima um ævir í Guds paradís.

Meg Kristus kallað hevur (s.74)

Lag: Knút Olsen

Orð: Helgi Hálfdánarson.

P.J. Sigvardsen 2006.

 

Meg Kristus kallað hevur

í kirkju sína inn,

og har hann alt mær gevur,

ið styrkir sál og sinn.

Og signing har hann býður mær,

sum hægri er og betri

enn alt á fold, tú fær.

 

Hann baðið læt hitt besta

mær búgvið standa har,

at signing ei skal resta,

tá lítið barn eg var.

Har opnað var tann arvaskrá,

mær himnasælu veitir,

um hann eg trúgvi á.

 

Har sál mín finnur føði

vi halga altarborð,

tað lættir sorg og møði

títt sæla lívsins orð.

At brósti hans eg helli meg,

ið tolin syndir mínar

og revsing tók á seg.

 

Væl letur hann mær lýsa

tað ljósið bjart, ið má

hin besta veg mær vísa

burt heljargøtum frá.

Tað ljósið blítt hans orðið er,

sum uggar best í sorgum,

– tað orð av øllum ber.

 

Mín Harri, tøkk tær veri,

at stór er náði tín,

í henni tryggur eri

eg allan lívsveg mín.

At eittans hon mær vera skal,

eg biði, Kristus kæri,

til alt er dagatal.

 

 

Mín Harri Jesus, hvar fert tú (s.76)

Lag: Knút Olsen

Orð: V.Briem.

P.J. Sigvardsen 1994.

 

Mín Harri Jesus, hvar fert tú?

ei nýtist mær at spyrja nú;

eg veit, tú fórt til fedraheim

at fagna boðskapin við gleim.

 

Tú har manst spyrja: Hvar fert tú,

sum hoyrir rødd á Drotni nú?

Hoyr, gongur tú á leiðum teim,

ið bera teg til fedraheim?

 

O, hvar fert tú, mítt barnið blítt,

sum brosar nú so milt og frítt?

O, Gud veit, hvar tín liggur leið,

hann leiði teg títt æviskeið.

 

Og hvar fert tú sum fok avstað

sum heiðin hind hvønn lívsins dag?

Tak pund títt, handla nú við tí,

so ferð tín endar himni í.

 

Og hvar fert tú, sum langa leið

her runnið hevur lívsins skeið?

Um rongum vegi tú ert á,

tak aðra betri stevnu tá.

 

Tú, barn mítt, hvørt sum tíðin fer,

Guds Andi tær í fylgi ver,

og hvar enn liggur leiðin tín,

teg leiði Drottin heim til sín.

 

 

Mín sál, tín songur ljómi (s.78)

Lag: Knút Olsen

Orð: Stefán Thorarensen.

P.J. Sigvardsen 1994.

 

Mín sál, tín songur ljómi,

og hevji hann seg hátt

úr Harrans halgidómi

um Harrans tign og mátt.

Hann er í skrúði skrýddur,

og skýggj er vagnur hans,

og himin háur, prýddur

er staður skaparans.

 

Hann sól oss letur lýsa,

so alt er fjálgt og skært,

og mánan letur rísa,

so myrkrið verður bjart.

Um loft og lond, í áum

býr lívið túsundfalt,

alt mettast av Guds gávum,

á Gud sín troystar alt.

 

O, Gud í dýrdarsæti,

vit hálova títt verk,

tín mátt, títt vit og mæti.

Tín veldishond er sterk,

hon signar mat í kova

o, Gud, um alla verð.

Mín sál skal Gudi lova,

hon hjartans tøkk tær ber.

 

 

Mítt hjarta stynjar av trega (s.80)

Lag: Knút Olsen

Orð: Hans Christensen Sthen.

P.J. Sigvardsen.

 

Mítt hjarta stynjar av trega

umgyrt av angist og neyð.

O Jesus! tú mást meg gleða,

mær hjálpi tín kvøl og deyð´!

Gud troyst og ráði,

har ið sorg er og váði!

 

Miskunna mær og meg náða,

o, góðskumildi Krist;

hjálp mær úr mínum váða,

hjá bangnum barni gist!

Gud troysti og ráði,

har ið sorg er og váði!

 

Bønhoyr meg, Harri kæri,

mítt hjarta tráar svá,

o, loys meg, tær til æru,

so eg kann frælsi fá!

Gud troysti og ráði,

har ið sorg er og váði.

 

Gloym ungdóms misgerð mína,

ið særir mína sál,

Krist, minst til pínslu tína,

sum galt mítt syndamál.

Gud troysti og ráði,

har ið sorg er og váði.

 

Sum tystur hjørtur sær stundar

at sløkkja tosta sín,

so leingist mær til fundar

við frelsarmannin mín!

Gud troysti og ráði,

har ið sorg er og váði!

 

Har leingist mær at flýggja,

mín lívsins Harri Krist,

har øll tey frelstu síggja

títt vakra andlit vist.

Gud troysti og ráði,

har i sorg er og váði.

 

Og tá eg burt skal fara

um henda sorgardal,

tú mína sál vilt varða

í tínum himlasal´.

Gud troysti og ráði,

har ið sorg er og váði.

 

 

Nú komin er til handa (s.82)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen.

 

Nú komin er til handa

tann søguliga stund,

at tit sum hjún her standa

so glað av hjartans grund.

Her skyldfólk heilsan bera

til brúðarpar í dag,

og tykkar gestir vera

í góðum vinalag.

 

Vit glað hjá tykkum sita

um hetta brúdleypsborð;

og nú tit heiman flyta,

í tykkar fedraspor

tit sjálv nú skulu stíga

og saman byggja bú,

at skjótt man tíðin líða,

tað best kann sannast nú.

 

Ja, so er lívsins lógin,

av Gudi skipað er,

at dóttir fer frá móður,

og sonur sama ger.

Eitt ættarlið fer undan,

eitt annað tekur við.

og saman vit til fundar,

her sita lið um lið.

 

Mangt kundu vit fram drigið

og tykkum givið ráð

tí yngra ættarliði,

ið kemur aftaná.

Men eitt, ið ber av øllum,

ei gloymt tað verður her,

tað kvinnum eins og køllum

er hentast, hvussu fer:

 

So byggi Harrin heimið,

tit havið hann sum gest,

tit hann í trúnni goymi,

tað hilnast allarbest.

Tit lítið á tað verkið,

ið tykkum fullgjørt er,

og berið hátt hans merki,

ið hvar enn leiðin ber.

 

O, Gud, vit til tín leita

í bøn av hjartans grund,

at tú vilt signing  veita

teim hvørja lívsins stund.

Tú veri teirra styrki,

væl styði tey tín hond,

og eftir lokið yrki

tey før á himnastrond.

 

 

O, Kedronar løkur (s.84)

Lag: Knút Olsen

Orð: Catharina E. Posse.

P.J. Sigvardsen.

 

O, Kedronar løkur,

í hug rennur mær

tær løtur, ið frelsarin

dvaldi hjá tær;

tá mánin so bjartur

á himinum stóð,

hjá tær fann hann hvílu,

tú gavst honum ró!

 

Men kuldin neit fast,

tá ið dagur var av,

ei mjúkur var koddin,

har frelsarin svav.

Guds trúføstu einglar

teir styrk veittu tá:

og savnast í kvirru,

har frelsarin lá.

 

Guds sonur so skelvanndi

legðist á knæ,

for faðirsins ásjón

í angist hann bað.

So dýrabart blóð

í Getsemane rann.

Nú frelsan er vunnin,

hans kærleiki vann!

 

O, Sion, boyggj knæ

fyri Jesusi her,

tí himmalska Drotni

ein lovsong nú ber.

Lat ljóða av nýggjum

tín harpunnar klang,

og syng hosianna,

sum áður tú sang!

 

 

O, ljósins Gud, lov veri tær (s.86)

Lag: Knút Olsen

Orð: Matthías Jochumsson.

P.J. Sigvardsen 2007.

 

O, ljósins Gud, lov veri tær,

at lív og heilsu tú gavst mær

og faðir mín og móður.

Eg fari upp, nú sólin skín,

tú sendir ljós títt inn til mín.

O, sum tú, Gud, ert góður!

 

Tú eigur høga himnastól

og hevur skapað hesa sól

og alla verøld víða.

Tú klæðir grøs á føgru fold,

tú føðir veikan orm í mold

og dýr og fuglin fríða.

 

Teg lovprísa øll lívsins mál,

teg hálovar hvør mannasál,

hon kennir góðsku tína.

Eg veit, mín Gud, tú verjir meg,

eg eigi at tilbiðja teg,

ið skapti tungu mína.

 

Títt lívsins ljós tað lýsi mær,

so livi eg og fylgi tær

á sonnum vísdóms vegi,

men styrk tú mína dygd og dáð,

lat búnast meg í Jesu náð

til skurð á heystardegi.

 

Tak, Gud, mín faðir, hug og hond,

mítt hjarta, vilja, lív og ond,

so tíni boð eg goymi.

Í lýdni lær meg elska teg,

nógv heldur ganga trúarveg

enn fylgja holdi´ og heimi.

 

 

O, sæla stund, tá dýrdareygu síggja (s.90)

Lag: Knút Olsen

Orð: Opb. 21.

P.J. Sigvardsen 2007.

 

O, sæla stund, tá dýrdareygu síggja

sum brúður skrýdd` Jerúsalem hitt nýggja,

tá henda jørð ei meira er at sjá,

ei hav og himmal sjónlig eru tá.

 

Tað verður sjón, tá halgi staður stígur

á nýggju jørð so fagur og so fríður.

Tó fagrast verður stund í nýggju verð

at síggja Jesus, sum hann sjálvur er.

 

Tá tjaldbúð Guds hjá menniskjum skal vera,

og teimum hjá hann bústað sín skal gera.

Tá deyði, sorg og skríggj ei eru til,

hvørt tár úr eygum Gud tá turka vil.

 

O, sæla stund tá stóri, hvíti skari

við trónu Guds skal savnast, Jesus kæri,

at prísa tær, tí at títt offurblóð

oss hevur tvigið klæði hvít sum snjó.

 

Lov, tøkk og prís tær lambi Guds vit bera,

tí vára frelsari tú vildi vera.

Hjálp oss at stríða trúarinnar stríð

og náa himmalheimið frelst og frí.

 

 

Prísið Gudi mikli einglaherur (s.92)

Lag: Knút Olsen

Orð: Sl. 148.

P.J. Sigvardsen 2007.

 

Prísið Gudi mikli einglaherur!

Prísið honum sól og máni hátt!

Prísið honum vøtn og allar verur,

stjørnufjøld á myrku vetrarnátt!

 

Himnar himna Harrans navni prísið!

hansar skaparverk vit eru øll.

Dýrd hans yvir jørð og himni rísi.

Prísið honum heyggjar, hav og fjøll!

 

Prísið Gudi unglingar og moyggjar,

konur, menn og børn um jarðar kring!

Prísið honum vára vøkru oyggjar!

Kom, tú sál, títt halleluja syng!

 

Prísið Gudi, hesin mannaskari!

Latið lovsong ljóma foldum frá!

Funnið er tað, sum var burtur farið!

Tøkk, o Jesus Krist. Halleluja!

 

 

Sigurshátíð sæl og blíð (s.94)

Lag: Knút Olsen

Orð: Páll Jónsson.

P.J. Sigvardsen 200

 

Sigurshátíð sæl og blíð

ljómar nú og gleði gevur,

Kristus deyðan sigrað hevur,

nú er signað náðitíð.

Nú er fagur dýrdardagur,

ljómar Drottins sigursrós,

blómar náðistólur fagur,

nú sær trúgvin ævigt ljós.

 

Ljósið ævigt lýsir nú

deyðans nátt og dimmar gravir.

Drottins miklu náðigávur,

sál mín, eyðmjúk takka tú.

Fagna, Gud tær frælsi gevur

fyri Drottin Jesu Krist,

og av náð tær heitið hevur

himmiríkis dýrdarvist.

 

Drottin Jesus, lív og ljós

oss tín kæra góðska veitir,

øllum stríði mans tú broytir

sæluríkt í sigursrós.

Strev og neyð tín miskunn lætti,

við oss stríðir máttur tín.

Sigur tín oss sigur rætti,

sigurshetjan, Jesus mín.

 

 

Sí nú, Sion, sært tú ei (s.96)

Lag: Knút Olsen

Orð: N.F.S.Grundtvig.

P.J. Sigvardsen 1994.

 

Sí nú, Sion, sært tú ei

sigurs pálma breiddu leið

liggja heim í Faðirs garð;

hon er løgd og kosin tær!

 

Krossin sjónskan síggi eg,

tætt við dýpið mjáan veg;

men, har Harrin gestur er,

einglavernd hann við sær ber.

 

Hús á hellu trygt man stá,

vónin sigrar ótta á,

treyst er trúgv, har ivin fall,

kærleikin upplívar alt.

 

Trúar orð við Halgu Ond

okkum leiða hond í hond,

Andans glóð og Harrans reyst

ugga oss um ævir mest.

 

Paradísis vín og breyð

styrkir oss í lívi, deyð,

lættir spor og ferðalag

til Guds halga himnastað.

 

Har er gaman, friður, ró,

heima har er hvíldin góð;

ganga sum á grønu ong,

glaðan syngja sigursong.

 

 

Slá á tínum hørpustreingi (s.98)

Lag: Knút Olsen

Orð: Valdimar Briem.

P.J. Sigvardsen 2007.

 

Slá á tínum hørpustreingi,

rør hvønn strong, ið tónað fær.

Ljómið skært og ljómið leingi

hosianna nær og fjar.

Hvørt títt insta hjartaslag

gleðiljómið henda dag!

Kongur konga – glað vit sanna,

kemur nú ímillum manna.

 

Ríki hans um jarðarhálvur

endaleysum rúmdum nær.

Hásætið er himin sjálvur,

hallarprýði sólin skær,

fótskør hans hin fagra fold,

fylgi hans er einglafjøld.

Hann í ljósins skrúð er skrýddur

og við lívsins krúnu prýddur.

 

Hann, tó hægst í hátign ljómið,

spakur kemur víða hvar.

Hjarta títt at halgidómi

snúgva vil at búgva har.

Opna glaður hjartans hús,

tignargesti hýsið fús.

Gleðist hjarta títt, ið nemur,

at Gud sjálvur til tín kemur?

 

Náðiár hann enn tá gevur,

ár, har eingin broyting er,

ár, ið summar ævigt hevur,

lívsins ávøkst okkum ber.

Vetur, summar, vár og heyst

takkið honum endaleyst

kongi konga – millum manna,

heiðurskrýndum. Hosianna!

 

 

So mangan eg síggi, at bylgjurnar bróta (s.100)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen

 

So mangan eg síggi, at bylgjurnar bróta,

at far mítt kann søkka, og trúgvin man tróta.

Eg standi og stari við bivandi hjarta,

nær hann til mín kemur, ið stormin kann harta.

 

Tá brotini miklu frá grunni seg skjóta,

tá er tað ei gaman á báti at flóta.

Men ein er tó trygdin, mín vón og mín vegur,

at Frelsarin tryggur í bátinum svevur.

 

Tá ódnirnar leika, og stormarnir súsa,

og ófrættabylgjan várt lívsfar vil knúsa,

tá rópa á hann, sum í skutinum svevur,

straks ódnin umskiftist  til fagrasta veður.

 

Men brýtur enn ógævis brotið frá grunni,

so borðini brotna, og lívið er runnið.

Tá Jesus hjá neyðstøddum monnum vil vera

og heima hjá tykkum, sum sorg mega bera.

 

Kann vera hann drálar, tó altíð hann kemur,

í ivandi hjørtum hann undurverk fremur.

Hann vantrúgv og ótta úr sinninum rekur,

so trúgvin í hjartanum bústað sín tekur.

 

”Tú tig og ver kvirt!” so hann hóttandi segði,

hann makaði vindin, og sjógv niður legði.

So ber hann sín frið í hvørt óttafult hjarta

á seinasta strekki til heimlandið bjarta.

 

 

Sum snarljós bjart í eystri skín (s.104)

Lag: Knút Olsen

Orð: Valdimar Briem.

P.J. Sigvardsen 2003.

 

Sum snarljós bjart í eystri skín

og alt til vesturstranda,

so verður, Kristus, koma tín

við mátti alvalds anda.

Tá tegir deyðmerkt tjóð,

tá dynja lúðraljóð,

tá falla háreist fjøll,

tá farast ríki øll,

bert títt man eftir standa.

 

Tú komst ei fyrr sum snarljós hørð,

men eins og ljósið blíða,

og yvir myrka, oydda jørð

skein undurstjørnan fríða.

Hon upp í eystri rann,

sum eldur skært hon brann;

men vestur blítt hon leið

sum ljós um náttarskeið,

og birtu bar so víða.

 

Men, o, vit blindu, ørmu menn,

tess gætur ei vit góvu,

tó sannleiks ljósið skínur enn,

vit ljóma tess ei sóu,

tí vonda níðingslið

og myrkurs púki við

tað huldi Gud á fold,

hann síni børn av mold

gav himnahvíld ta góðu.

 

Um kaldur eg enn fór í mold,

er hugur mans tó glaður,

eg veit upp rísur aftur hold,

og aftur kemur dagur.

Eg hoyri lúðrabrest

og Jesu miklu reyst,

o, sí, í eystri hátt,

sum snarljós kemur brátt

mín frelsari so fagur.

 

 

Takk, Faðir, fyri náttarblund

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen

 

Takk, Faðir, fyri náttarblund

og hesa føgru morgunstund,

nú sólin sær á fjøll og ong,

og fuglar syngja fagnarsong.

 

Tøkk fyri hvílu, vernd og frið

og alt títt halga einglalið,

sum dag og nátt er okkum hjá,

til vit her fara foldum frá.

 

Tøkk fyri alt, tú gevur mær,

og fyri øll, mær eru kær.

Tøkk fyri heilsu, breyð á borð

og fyri sæla lívsins orð.

 

Lat vignast væl hjá øllum teim,

sum her á landi byggja heim.

Lat hvørt eitt gott verk signing fá

og varðveit bæði stór og smá.

 

Gud, signi tú várt føðiland,

frá fjalli og til fjørusand.

Varðveit, o Gud, tú fólkið alt.

Lov, tøkk tær veri túsundfalt!

 

 

Tann heimur, Harrin skapað hevur (s. 106)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 2008.

 

Tann heimur, Harrin skapað hevur,

so undursamur er at sjá.

Hann lív og føðslu okkum gevur

ta tíð, vit eru foldum á.

Eitt fagurt land oss fall í lut,

lov, tøkk tær veri, góði Gud!

 

Vit nakin her í heimin komu,

og nakin fara vit her frá.

Tí eru kor vár øll tey somu

– í sama báti stór og smá.

Guds gáva er alt góðs og fæ

at umsita til Harrans dag.

 

Til láns vit henda heimin fingu

at røkja væl várt dagatal

frá fedrunum, ið undan gingu,

sum ruddu rás og veltu dal.

Ta minstu urt sum størsta hval

í trúskapi at røkta væl.

 

Við sorg og sút vit mega sanna,

at skaparverkið misrøkt var.

Nú vísmenn jarðarknøttin kanna,

tí tekin síggjast víða hvar,

at heimur tann, sum Gud oss gav,

er dálkað land og luft og hav.

 

Í iðran vit tí til tín leita:

Gud, fyrigev tú misbrot vár,

at miskunn tú vilt okkum veita,

og grøð tú heimsins ólívssár,

so øll tey nýggju ættarlið

her kunnu liva, mennast við.

 

 

Tann verøld vit við eygum skoða (s.108)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 2007.

 

Tann verøld vit við eygum skoða,

hon tærist burt av tíðartonn,

sjálvt náttúran kann okkum boða,

at Guds orð eru ævig sonn.

Forgongiligt alt samalt er,

sum sjónligt er í hesi verð.

 

Vit síggja, hvussu skjótt man renna

sum áarstreymur lívsins skeið,

og ein og hvør á sær man kenna,

at tilmáld er vár floldarleið,

ein vesal tjaldbúð er tað híð,

sum okkar likam klætt er í.

 

Várt vit og skil kann tí bert síggja,

alt enda gravarbakka á,

men mikla páskamorgun nýggja

kann trúgvin tó í spegli sjá,

hon lítur á sín upphavsmann,

vár Jesus, sum á deyða vann.

 

Ósjónligt, ævigt er Guds ríki,

tað manna millum festir búgv,

í óforgongiligum líki

tað tekkist bert við páskatrúgv,

tí handan deyðans kalda blund

sær trúgvin miklu páskastund.

 

Eg livi, og tit skulu liva!

Ta heilsan Jesus okkum ber.

Hon reki burtur vantrúgv, iva,

Tí Kristus, hann upprisini er.

Og einaferð hans veldisrødd

skal reisa upp øll endurfødd.

 

Tá skal Guds ríki sjónligt vera,

har Jesus savnar síni øll,

tá sigurspálmar børn hans bera

í himmiríkis høgu høll,

hátt lovsangur har ljóða skal

til Jesus, ið alt gjørdi væl.

 

 

Tá lívsins grundvøllur kann tykjast ridla (s.110)

Lag: Knút Olsen

Orð: Sl. 121.

P.J. Sigvardsen 2007.

 

Tá lívsins grundvøllur kann tykjast ridla,

og hjálparloysið tærir sinn og sál,

mær sorg og stúran allan hugin fylla,

og eg ei skilji lívsins mið og mál.

 

Tá upp til fjalla eygu míni leita

at vita, hvaðan hjálp mín kemur frá.

Tá veit eg, Harrin bert kann hjálp mær veita;

hann valdið hevur jørð og himni á.

 

Hann svíkur ei og letur meg ei falla,

hann blundar ei, men vakir yvir mær.

Sum verndarskugga mín, hann vil seg kalla,

hann verjir meg við høgru hond á sær.

 

Tí kann eg tryggur lívsleið mína fara,

um hold mítt ferst, so varðir Harrin meg.

Mín útgang og mín inngang skal hann varða;

mín sál hjá honum ævigt goymir seg.

 

 

Til kvøldmáltíð í himli háa (s.112)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 2007.

 

Til kvøldmáltíð í himli háa

vár Harri Kristus kallar øll,

har ein og hvør kann sess sín fáa

í himmiríkis veitsluhøll.

“O, komið! her er alt tilgjørt!”

tí frelsuverkið er fullført!

 

Tann boðskap sendisveinar bera,

at Guds innbjóðing byrjar her,

so ein og hvør kann gestur verða,

um størsti syndari hann er.

Guds vilji er, at hús hans væl

av gestum fult tá verða skal.

 

Teir tríggir vildu seg umbera,

tá sendiboðið boð teim bar,

teir høvdu annað um at vera

við jørð og oksum, hjúnalag.

Teir stund ei høvdu henda dag

at vera við í veitslulag.

 

Guds ríki fyrst vit eiga søkja

við teimum gávum, Gud oss gav,

í trúfesti vár gerning røkja,

til sólin setur handan hav.

Gud gev, várt lívsverk vignast væl,

so tað til signing verða skal.

 

O, hjálp oss tí í trúgv at taka

við kalli Guds ta skammu stund,

og Harrans kvøldmáltíð ei vraka,

– hon inngongd er til fagnarfund.

Víst sælur hvør, ið boðin var,

og heimvist sítt í himli fær.

 

 

Til tín eg leiti, loysnari mín góði (s.114)

Lag: Knút Olsen

Orð: Kristján A. Hjartason.

P.J. Sigvardsen 1994. 

 

Til tín eg leiti, loysnari mín góði,

sum loysti meg við sínum hjartablóði

og mínar syndir vildi burtur bera,

so barn títt eg um ævir mátti vera.

 

Eg beri nú eitt barn at fótskør tíni

við bøn um signing yvir unga lívið,

í vitsku vaksi tað og kærleik sonnum,

í vón og trúgv hjá Gudi og so monnum.

 

O, leið tú tað og ver tú barnsins verja,

tað trygga skjól, tá freistingarnar herja,

tí veri fragd at fylgja tínum vilja,

títt ljós at sjá og orð títt greitt at skilja.

 

Við tíni hjálp eg skal tí vegin vísa

og verja tað, tá ivans aldur rísa,

so ei tað gloymir Gud úr huga sínum,

men gongur trygt á náðarvegi tínum.

 

Er trúgv mín veik, tá ver tú hjá mær, Drottin,

mín vón er grein, av kærleik tínum sprottin,

og prýðist leyv í dýrdarljósi tínum

sum lívsins træ í sálardýpi mínum.

 

 

Tú, Gud, ert mikil, annað alt er smátt (s.116)

Lag: Knút Olsen

Orð: Sigurjón Gudjónsson.

P.J. Sigvardsen 2001.

 

Tú, Gud, ert mikil, annað alt er smátt,

tú eigur ríkið, dýrd og vald og mátt.

Hví manst tú, Harri, støðugt minnast mín

á myrku nátt, og tá ið sólin skín,

eitt mannabarn, sum langt av leið er vilst

í verøld, sum av sorg og neyð er fylt?

 

Og vallarin, sum krýpur til tín, spyr

við fótskør tína, dygst við tínar dyr:

Øll hugsan tín hon huld er fyri mær,

hvør hugsan mín er opin fyri tær.

Hví manst tú, Harri, minnast fonið, meg,

sum boð títt breyt, og sveik so mangan teg?

 

O, hjarta mítt, tú hevur fingið svar!

í myrkrið inn tað ljósið til tín bar,

tað ljós, ið kemur kærleik tínum frá

og lærir meg at skilja, hoyra, sjá,

at tú ert faðir mín, og offur títt

meg sáttan ger og fjalir misbrot mítt.

 

 

Tú, Gud, sum veitst og gevur alt (s.118)

Lag: Knút Olsen

Orð: Sigurbjørn Einarsson

P.J.Sigvardsen 1994

 

Tú, Gud, sum veitst og gevur alt,

mítt sinn er ei so ljóst og balt,

og hugur armur, hjartað kalt –

tó vil eg vera tín.

Og tú ert ríkur, títt er alt,

og tú ert faðir mín.

 

Tú tekkir allan heimsins harm,

hvørt hjarta grætur tær við barm,

tú vegur á tín kærleiksarm

hvørt misbrot mans og brek.

Við krossins djúpa, reina harm

tú halgar syndasek.

 

Tú ert mítt lív, tú loysti meg,

tú lætst meg blindan finna teg

– av náði verða eitt við seg,

hvønn dag meg dømdan ber.

Tú, Kristus, bróðir, signar meg

og biður fyri mær.

 

Mín Gud, sum var og er mær alt

og signar okkum túsundfalt,

tú skilur hjartað, veikt og kalt,

og mansins mongu sár.

Tú bert tín kross og bøtir alt

og brosar gjøgnum tár.

 

 

Tú heimsins ljós, Guds sólin skær (s.120)

Lag: Knút Olsen

Orð: Johann Heermann.

Sigurbjörn Einarsson 1911.

P.J. Sigvardsen 2006.

 

Tú heimsins ljós, Guds sólin skær,

o, lýs tú, Kristus, fjart og nær,

leið øll tey farnu til tín heim

og tak í náði móti teim.

 

Lat øll, ið ikki kenna teg,

og tey, ið villast, kunna seg,

frá ljósi tínum glæmu sjá

og signing finna, málið ná.

 

Vek, hirði góði, hvørja sál,

har svik og freisting køva mál,

tú grøði sjúku, særda ond

við tíni mjúku læknahond.

 

Lat deyvu oyru opnast tær,

tann hugaheim, ið byrgdur var,

so hjartað finnur frælsi sítt

og friðin eina, ríki títt.

 

Gev øllum heilsubót og sjón,

og náði tína, nýggja vón,

øll fólk til eitt um fjall og fjørð

í eini trúgv á nýggju jørð.

 

So veri øll nú eitt í tær,

sum alla synd og roynslu bar,

so her á jørð sum himnum á,

tú hjartans sanna vón og trá.

 

 

Tú, Jesus, ert vegur til himmalsins heim (s.122)

Lag: Knút Olsen

Orð: Helgi Hálfdánarson.

P.J. Sigvardsen 2003.

 

Tú, Jesus, ert vegur til himmalsins heim,

Har ævig er sælan og gleðin.

O, lat oss ei villast av vegunum teim

á lættgongda glatanar vegin.

 

Tú, Jesus, ert sannleikin, lat oss fá lært

ei lygnarans røddum at lýða.

Men snúgv oss at tí, sum er vakurt og kært,

og elska títt sannleiksorð blíða.

 

Tú, Jesus, ert lívið, á deyða tú vá,

hann burtur úr sálum nú víki.

Men lívið, tú veitti oss krossinum á,

er ævigt í sælunnar ríki.

 

 

“Varið tykkum!” Harrin okkum biður (s.124)
Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 2007.

 

“Varið tykkum!” Harrin okkum biður,

vandamikil lívsleið okkar er,

best, sum vit nú halda vera friður,

kann ein úlvur meina okkum her.

 

Allar staðir, har hitt besta sprettur,

sníkir spilla seg at skaða tað.

Jesus veit, at hetta ikki grettur:

“Varið tykkum tí hvønn lívsins dag”.

 

Svikakristusar á foldum ganga,

klæddir seyðabúna eru teir,

eftir breiða, villa vegnum ranga

víst teir vilja leiða fleir og fleir.

 

Syndin ei sítt sanna andlit sýnir,

úlvur aftan seyðaklæði býr,

alt tað góða, sanna burt hon týnir,

broytir menniskju til skaðadýr.

 

Vantrúgvin hon er tað allarversta,

sáar eiturbland á síni ferð,

hon vil køva hjartafriðin besta,

dára tína sál, at Gud ei er.

 

Lat tí Guds orð leiða teg við gleði,

gakk í lýdni trygt við Harrans lið,

orð hans styrkir teg á trúarvegi,

veitir sannan, sælan sálarfrið.

 

 

 

Vár móðurjørð seg sára illa gremur (s.126)

Lag: Knút Olsen

Orð: P.J. Sigvardsen 2010.

Vár móðurjørð seg sára illa gremur

av sárseyka, ið mannaættin fremur,

tí land og hav og luft um verøld víða

nú almikið av mannaávum svíða.

 

Tann Gud, ið skapti alt við sínum orði,

hann sær, at spilt hans skaparverk er vorðið

av okkum, sum við eirindum ei fara

og gáa ei um næstans tørv at varða.

 

O, góði Gud! í bøn til tín vit flýggja,

nú heimsins neyðir náa tær til skýggja,

at kristið hjartalag vit mega hava

og ikki bert inn undir okkum skava.

 

Og um vit halda, tað man lítið muna,

um neyðstøddum vit fegin vilja dugna,

so hugsa tó, um bert vit tystum rætta

eitt glas av vatni, ið kann tosta lætta*.

 

Hjálp okkum, Gud, tí trúføst tær at vera,

so vit í lýdni kærleiksgerning gera

og røkja væl tað skaparverk, vit fingu

frá fedrunum, ið undan okkum gingu.

 

Tøkk, Jesus, at tú deyðan hevur vunnið

og brúður tíni ævigt heimland funnið

á hini jørð, Jerúsalem tí nýggja.

– Tá hesin heimur meir ei er at síggja.

 

* Matt. 10,42.

 

 

Verði ljós, verði her ljós (s.128)

Lag: Knút Olsen

Orð: Valdimar Briem.

P.J. Sigvardsen 2003.

 

Verði ljós, verði her ljós!

Skaparin boðorð gav.

Breytst tá úr myrkursins ørandi gleim´

gullfagra ljósið, sum skein yvir heim.

Aftur tó dimti her av.

 

Verði ljós, verði her ljós!

aftur beyð heiminum hann.

Elskaði heimin, ið trælbundin svav,

einborna son sín hann syndarum gav.

Ljómandi ljós tá upprann.

 

Verði ljós, verði her ljós!

hoyrdist í hvørji tjóð.

Menniskjan elskaði heimsmyrkrið svart

meira enn Gudsljósið skínandi bjart.

Verk teirra vóru ei góð.

 

Verði ljós, verði her ljós!

fyltist várt foldarskeið,

oyði tað villunnar trældóm og lygn,

styrki tað sannleika, vísdóm og trygd,

lýsi tað Gudsbørnum leið.

 

Verði ljós, vermandi ljós

breiðist um bý og bygd,

bræði tað kuldan úr stirdari sál,

birti tað kærleikans kveikjandi bál,

stimbri tað dáð vár og dygd.

 

Verði ljós, vónbjarta ljós

vitin í hjarta mans.

Oyði tað óttan, og birti har frið,

frøi og gleði við loysnarans lið.

Lýsið mær lívsorðið hans.

 

 

Ver tú, Gud Faðir, faðir mín (s.130)

Lag: Knút Olsen

Orð: Hallgrímur Pétursson (Ps.44).

P.J. Sigvardsen

 

Ver tú, Gud Faðir, faðir mín,

í frelsarans Jesu navni,

meg leiði altíð hondin tín,

so alla synd eg havni.

 

Hond tín, Drottin, mín skjøldur ver,

tá foldarheimið eg missi,

og tá ið tú meg hartar her,

hond tína eg glaður kyssi.

 

Deyðans stríð úr Krists halgu hond

mær hjálpi væl at troyggja,

o, faðir, tak tú mína ond,

so glaður eg man doyggja.

 

Mín Jesus, andlátsorðið títt

í hjarta mínum eg goymi,

tað veri síðsta orðið mítt,

tá sovna eg skal úr heimi.

 

 

Vit savnast, Harri, um títt orð (s.132)

Lag: Knút Olsen

Orð: Lina Sandell Berg

P.J. Sigvardsen 1961.

 

Vit savnast, Harri, um títt orð

sum børn um teirra faðirs borð.

Vit biðja teg av hjartans grund:

Ver okkum hjá í hesi stund.

 

Vit vilja hoyra, tala tú,

tað, okkum tørvar, veit oss nú;

tín náðarstreymur reinsi øll,

fyll, Halgi Andi, hesa høll!

 

Verj vára oyru, eygu við,

og skapa tú tín hjartafrið,

so hugsan vár tó ikki má

langt út í víðu verøld gá.

 

Vit biðja teg av hjartans grund:

Tú signa hesa halgu stund;

lat metta okkum orðsins breyð,

so hvørvur øll vár sorg og neyð.

 

 

Vit venda okkum, Gud, til tín (s.134)

Lag: Knút Olsen

Orð: Páll Jónsson.

P.J.Sigvardsen.

 

Vit venda okkum, Gud, til tín,

til himnaljós títt, foldum frá,

har ljómandi øll dýrd tín skín,

vár Drottin Jesus, himli á.

 

Vár huga, Drottin, drag til tín

og dýrdarljóman foldum frá,

tí einki skart í heimi skín,

sum hjørtu vára frøa má.

 

Og ei so langtar hjartað her

av heimsins eyði mettu fá.

Vit søkja lív, sum ævigt er

og altíð tær at vera hjá.

 

O, Harri, tú oss styrki her,

at standa falli, synd ímót.

Veit okkum náð at toknast tær

og elska teg af hjartans rót.

 

 

Ævig, dýrmett, hægsta vera (s.136)

Lag: Knút Olsen

Orð: Páll Jónsson.

P.J. Sigvardsen 2003.

 

Ævig, dýrmett, hægsta vera,

veldig, heilag, náðirík,

Gud vár, lov og tøkk vit bera,

ljómi lovsangsharpa slík.

Mikil, góður, Gud, tú ert,

boða tíni verk mær bert.

Tú, ið øllum ræður yvir,

alt tú signar, sum her livir.

 

Um eg ei á foldarvegi

andlit títt kann síggja her,

ella ljómans miklu megi,

ljósins Gud, sum skin frá tær,

hjarta mítt tó tekkir teg,

teg, sum styrkir veikan meg

og sum faðir elskar, fagnar

og við náðargávum gagnar.

 

Frá tær ljós og lívið stroymir,

hjálp og signing hvørt eitt sinn,

meg tín faðirforsjón goymir,

frelsir, lívgar, Drottin mín.

Tú mær vísir lívsins leið,

lættir kross mítt æviskeið,

veitir mátt og magn at stríða

her í freisting, sorg og kvíða.

 

Tínir kærleiks geislar skína

bjartir um alt ríki títt,

alt mær váttar góðsku tína,

í tær gleðist hjarta mítt.

Alt, ið livir, gleðir seg,

mildi tín man metta meg,

alt, sum livir, her tær fagni,

lov títt, faðir, aldri tagni.

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Knút Olsen

(tónasmið)

Tónleikarar

Eyðbjørg Hansen

(sang á 1, 4, 6, 24, 35)

Arina Bischoff

(sang á 2, 22, 25, 47, 62)

Sámal Matras Kristiansen

(sang á 3, 7, 14, 17-18, )

8 sangarar

(sang á 5, 8, 10, 12, 15-16, 20, 26, 29, 31, 36, 38, 45, 51, 57)

Jensina Olsen

(sang á 9, 13, 27-28)

Anna Maria Olsen

(sang á 11, 23, 30, 33, 43, 48, 50, 52, 58-60)

Høgni Hammershaimb Debes

(sang á 19, 25, 32, 55, 62)

Familjan Knút Olsen

(sang á 21, 41, 46, 54, 61, 63)

Sanna Bæk Hoydal

(sang á 34, 37, 39-40, 42)

Andreas Samuelsen

(sang á 44, 49, 53, 56)

Framleiðsla

Gudmund Mortensen

(framleiðsla)

Aðrar útgávur við sama listafólki