Lýsing
Følelserne for mig
Tormodur, sum var at hoyra á donskum fyrstu ferð í summar, er úti aftur við einum sangi á donskum. Hesaferð er tempoið seinkað nakað, og talan er um ein meira intiman sang enn undanfarnu útgávurnar hjá honum. Violin og klaver hjálpa til at skapa eitt sera vakurt huglag, sum saman við teimum sera inniligu og erligu tekstunum gevur ein ótrúliga hjartanemandi sang, sum tú sera skjótt kemur inn í. Sangurin sigur eina søgu um ein, sum er blivin svikin, og roynir at skilja og fáa svar uppá, hví alt gekk soleiðis, sum tað gekk. Ein støða, sum tey flestu kenna seg aftur í.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/folelserne-for-mig