Lýsing
Einangran EP
Einangran er ein duo, sum stavar frá fjarskotnu og smáu Føroyum. Heiðrik á Heygum og Lea Kampmann, sum bæði eru sangarar/sangskrivarar gjørdust føst í somu íbúð í Keypmannahavn, tá Danmark læsti niður vegna korona farsóttina í mars 2020.
Tey vóru bæði á veg til ymisk lond við sínum soloverkætlanum, tá tey fblivu strandað í somu íbúð. Tey avgjørdu at brúka tíðina kreativt, meðan tey bíðaðu eftir, at heimurin fór at lata síni mørk upp aftur. Tey fóru tí undir at skriva sangir saman á móðurmálinum – føroyskum.
Lea og Heiðrik settu seg í samband við framleiðararnar, Janus Rasmussen (frá elektro-duo, Kiasmos) og Sakaris Joensen, sum báðir eru føroyskir framleiðarar búsitandi í Íslandi, og bóðu teir um at framleiða sína EP. Tey arbeiddu gjøgnum internetið við at senda sínar upptøkur aftur og fram millum Danmark og Ísland.
Úrslitið gjørdist Einangran (sum merkir eitt slag av isolatión á føroyskum). Ein vøkur og akustisk EP samansett av fýra løgum, við tíðarleysum kompositiónum, sum smakkfult blanda akustisk og elektronisk elementir saman. Sangir um ynski, longsul og óendurgivnan kærleika. Framleiðslan inniheldur klaver, orgul, synthesizarar, klikkandi slagverk, ókendar pulsar, mjúkan og gróðrarríkan vokal hjá Heiðriki og Leu við blendandi harmonium, og akustiskar guitarar, sum minna um Simon & Garfunkel og Sufjan Stevens. Sangirnir hjá teimum eru fangandi, uppfinnsomir, melodiskir, ómakaleysir og framleiðslan er ræðandi minimal, men ófatilig.
Sanglisti:
1. Kanska
2. Vetur
3. Seinferð
4. Glashús
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/einangran
Einangran
Einangran
1. Kanska
Orð og lag: Lea Kampmann, Heiðrikur á Heygum
Kemur bara inn at venda
Tað sama kenda
Øsir meg og fer avstað
Orki ikki meira at liva
Í tínum iva
Standi eg í sama stað
Sigur bæði ja og nei
Møguliga, kanska, sikkurt
Broytir meining ja og nei
Heitt og kalt
Tekur og gevur
Lítla hjarta boð vil síggja
Á mínum skíggja
Blindur eri eg av vón
Nývur meg tú skilur einki
Tó, teg eg sakni
Bíði her enn einaferð
Sigur bæði ja og nei
Møguliga, kanska, sikkurt
Broytir meining ja og nei
Heitt og kalt
Tekur og gevur
Kanst tú geva hjarta mínum svar?
Millum heitt og kalt
Standi eg í stað
Millum dag og nátt
Og bíði eftir ja
2. Vetur
Orð og lag: Lea Kampmann, Heiðrikur á Heygum
Okkara fet
Leggjast eins djúp
Tá vit í kavanum ganga
Okkara verð
Snjófjald hon er
Goymd undir laki av kulda
Spegilsmynd í glerpípum
Flykrurnar á okkum fella
Veturin tú sær í mær
Síggi eisini hann í tær
Tú sær toruna í mær
Síggi stormarnar í tær
Tá veturin fer
Verður tú her?
Hittast vit bara í kulda?
Vit saman nú
Tó veit eg at tú
Hvørvur tá sólin er aftur
Síggi teg í glerinum
Tá fuglarnir gevast at syngja
3. Seinferð
Orð og lag: Lea Kampmann, Heiðrikur á Heygum
Sært tú meg sum eg síggi teg
Eitt summar á veg
Úr kuldanum
Vóni at tú einaferð fer
At seta teg her
Í myrkrinum
Ongin dagur ongin nátt
Ongir skuggar alt er grátt
Í seinferð
Dansi í mongdini
Skotið gevur dirvi í tokuni
Ljósið bliktrar reytt og blátt
Hjartað slær so hart í nátt
Sært tú meg eg eri beint her
Har einsemi er
Í fjøldini
Tíðum eg um teg havi droymt
Men glasið er tómt
Í náttini
Ongin vendir sama veg
Eingin annar dregur meg
4. Glashús
Orð og lag: Lea Kampmann, Heiðrikur á Heygum
Tú ert sum aldan
Dregur meg at tær
Og rekur meg burtur
Við tínum eygum
Tú hyggur at mær
Og hyggur burtur
Opnar títt hjarta
Og letur tað aftur
Um tú hevði torað
Hevði eg tær lovað
Alt sum tú hevur droymt
Ver ikki í iva
Tú kanst ikki vita
Um tú ikki hevur roynt
Hurðin stendur
Altíð á glopp
Í tínum heimi
Bygt úr glasi
Í einsemi eg
Síggi teg standa
Handan vindeygu
Vardur mót vindi
Við tínum ótta
Við mínum vónum
Havi mist alt vit og skil
Tað er bara teg eg vil