Lýsing
Blóð, Sveitti, Tár
Tvey ættarlið av føroyskum rappi bresta saman í nýggjum staklagi
Nýggjasta staklagið hjá Marius DC hevur eitt samstarv, sum hevur verið sjey ár í gerð. 7. juli 2018 spældu føroysku rapplegendurnar Swangah ókeypis konsert á Staðnum í Vestmanna. Konsertin gekk uttan trupulleikar og kundi verið bara enn ein konsert í nú 15 ára karrieruni hjá hip-hop duoini, var tað ikki fyri opnaranum: ein 14 ára gamal gjørdi cover av sínum yndis amerikanskum rapparum.
Tey sjey árini síðani er Marius vaksin til eina av Føroya mest lovandi røddum innan rapp. Hansara lyriski dugnaskapur, sjálvsálit og take á føroyskt nútímans hip-hop, hevur vunnið honum umdømi sum undangongumann fyri næsta ættarliðið.
Nú er Marius fyri fyrstu ferð at hoyra saman við Swangah við nýggja staklagnum Blóð, Sveitti, Tár. Myrka lagið tekur teg við har teir tríggir rappararnir hyggja at landslagnum í føroyskum rappi úr ymiskum vinklum, men við einum til felags: drívmegini og kærleikanum fyri handverkinum tá tað kemur til rapp. Meðan Marius hyggur aftur á sína byrjan, har hann bleiv hugtikin av teksti og rútmu, sum nú definera hann, tekur Swangah tað enn longur aftur til fyrst í 2010ini, har teir risu upp úr øskubikarunum í Tórshavn og plantaðu fyrstu fræini av tí nú blómandi tónleikapallinum. Versini hjá teimum eru hugleiðandi men rá, og siga søgurnar aftanfyri eina sjangru, sum teir hjálptu til at byggja upp frá botninum av.
Meðan Blóð, Sveitti, Tár er eitt nýtt samstarv millum tvey av Føroya størstu nøvnum, so virkar tað eisini sum eitt kærleiksbræv til eitt av vanligastu temaunum í hip hop: Tað harða arbeiðið, sum ein yrkisleið innan tónleik krevur. Aftanfyri aggresivu leveringarnar og dansandi beatið er greitt, at hetta eru tríggir menn, sum elska sjangruna, teir arbeiða í, og teirra samanlagda drívmegi lýsir ígjøgnum hvørja reglu.
Fyri føroyskt hipp-hop er Blóð, Sveitti, Tár eitt mátimark. Ein áminning um, at meðan pallurin kanska er lítil, so er søgan stór, og framtíðin er sanniliga í góðum hondum.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/blod-sveitti-tar
Blóð, Sveitti, Tár
Blóð, Sveitti, Tár
Orð og lag: Marius Dam Christophersen, Steen Rói Lorenzen & Ragnar Davidsen
Eg minnist enn fyrstu fótafetini, eg tók upp á ein pall
Rúmið kókaði, eg royndi at halda høvdið kalt
Tað kendist sum angistin eg hevði, kundi havt dripið meg
Men alt tað fór í løtuni, fólkini fóru at flyta seg
Frá tá var eg hooked, lortið hálaði meg upp
Einasta málið var at arbeiða uppá mítt produkt
Eg bleiv tikin av tekstum og eg bleiv bitin av beatinum
Visti akkurát hvat eg vildi, ikki ein skit eg kundi ivast um
Eingin livandi kjansur fyri at eg steðgi tí her
Eg fari altíð at gera hetta, hvat enn ið tú ger
Tann besti sum er, slá tað fast við sjeytummaðum seymi
Hetta game’ið gav mær lív, so eg gav mítt lív til game’ið
Eg havi givið blóð, sveitta, tár
til hendan dreymin
Baby, eg havi arbeitt í ár
fyri hetta her
Eg havi givið blóð, sveitta, tár
til hetta game’ið
Baby, eg havi arbeitt í ár
fyri hetta her (Swangah)
Eg minnist enn fyrst og fremst byrjanina, áðrenn alt endurvendi
Ein sjangra við bara tveimum, ið sparraðu um besta versið
Minnist tey flestu flentu at rappara í keppi og hettu
Ironiskt nokk – somu í nátt klappa á fremstu rekkju
Uttan uttanlands tvætl, vit runnu kjaft fyri hundraðtals
Við nossunum í neva til eitt undirhald
Tey klóku stóðu still, jú, men hóast tá ljósini sóðu myrk út
Tjóðin segði holy shit tú, vónin sum Óli Mittún
Filtrið av, onki yndislag ímillum hits í dag
Skrivligt sæð – finni útav – fasada er ikki eitt byggikrav
Serlingar ei serligir, kameramaður, pilla avstað
Øll her eru fokkaði sum ananas í vindeyga
Eg minnist væl, áðrenn vit tóku senuna yvir
Tá stórpallir vóru óskaddir og Cren var ein limur (Cren)
Sá so svart út, kappingin manglaði D-vitaminir
So fyri sjangruna , nostalgiina – Belials synir!
Eg havi givið blóð, sveitta, tár
til hendan dreymin
Baby, eg havi arbeitt í ár
fyri hetta her
Eg havi givið blóð, sveitta, tár
til hetta game’ið
Baby, eg havi arbeitt í ár
fyri hetta her
Ja, vit risu upp úr øskubikarinum
Kaos við harkaliðinum í Havnagøtum, nú banka vit gjøgnum speakaran
Rapp í gjøgnum likamið
Mannaðu liðið, og hetta teamið breyt ketur, men aldrin slitið liðbandið
Vit basalt grundløgdu, einki kvart
So heilhjartað tað sæst, fundamentið er heilt
Hava verið heitir á toppinum, verið kaldir, og heitir aftur
Termometur fyri fepur, tíbetur game’ið heima aftur
Borið gjøgnum ár, við blóð, sveitta, tár
Brutu næsar fyri hetta rapp fjasið, fólkið vóru ei klár
Ja, banna uppá, hesir fóru frá bannaðir til bannara
Vístu hvat sker og hvussu landið lá
Standi á eitt og hvørt rím eg havi spítt
Rapp er størri í dag, men einki líknandi mítt
Eg skíti á alt nýtt, Swangah eru enn svangir enn
Og síggi ongan enda enn, og okkurt sigur mær tað er tí-
Eg havi givið blóð, sveitta, tár
til hendan dreymin
Baby, eg havi arbeitt í ár
fyri hetta her
Eg havi givið blóð, sveitta, tár
til hetta game’ið
Baby, eg havi arbeitt í ár
fyri hetta her