Tað sótu seyðamenn – Fljóðljóð

Producer catalog: HJF634a
Production year: 2023
Tracks: 1

Lýsing

About Tað sótu seyðamenn

Fljóðljóð is a womens choir founded in 2016 by Súsanna Joensen. She is also the conductor of the choir.

“Táð sótu seyðamenn á vakt” is one of the oldest Faroese Christmas hymns.

Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.). You can check it out by using this link: https://bfan.link/tad-sotu-seydamenn

 

Tað sótu seyðamenn

Words: Mikkjal á Ryggi
Music: Hans J. Højgaard

1. Tað sótu seyðamenn á vakt
og goymdu sínar smalur,
alt fylgið hevði stilt seg lagt,
ei lamb í líðum spælir,
sjálvt varnir hundar
durva smátt,
í dølum valdar dimma nátt,
um heimin Harrans friður.

2. Tá lýsir bjart um fjallagrein,
og fram ein eingil trínur,
hans mál var milt,
hans rødd var rein,
hans andlit fagurt skínur.
Til hirðarnar hann talar so:
„Eg beri tykkum fagnarboð,
alt fólkið kann seg gleða.

3. Ein Frelsari nú føddur er,
í dag til tykkum sendur,
hin Harri Krist
hann navnið ber,
í Dávids stað – ókendur,
men prógv fullgott tit skulu fá:
Í fjósi lágt á krubbustrá
eitt lítið barn tit finna.“

4. Brátt syngur
einglaflokkur blítt:
„Halleluja, hosianna!
Guds friður yvir verøld vítt!
Guds tokki millum manna!
Og heiður veri Himladrott’!“
Men hirðarnir
sær skunda brátt
sín Frelsara at skoða.

5. Takk fái fyri jólaboð,
tú einglaherur ljósi!
Takk, Gud, sum elskar
okkum so!
Takk, barnið føtt í fjósi!
So lítillátin, Harri mín,
tú vart, –
um heim nú heiður tín
ótaldar tungur bera.

6. Sum hirðarnir eg fara vil
mín Frelsara at finna.
Hans kærleiki mær hjálpir til
tann frið, ið eg vil vinna.
Hans jólaboð er besta troyst,
av syndaskuldum
sál mín loyst
mót Himli seg kann hevja.

Credits

Composers and Authors

Musicians

Production

Jónas Bloch Danielsen

(production & mix)

Súsanna Joensen

(production)

Other products by artist

Related products