Jesus á Harri – Margit Baadsager

Producer catalog: GFL008
Production year: 2024
Tracks: 1

Lýsing

Jesus á Harri

Hesin sangurin byrjaði í 1993, tá ið eg sum 17 ára gomul lá útlúgvað á einum gólvi. Eg hevði roynt at fylgt Harranum og gjørt mítt besta. Men kortini tyktist Gud at vera so langt burturi. Eg visti ikki, hvat Gud ynskti við mær og mínum lívi, og mær longdist eftir at merkja hansara nærveru og leiðslu. Eg bað, og eg hugsaði um, hvat Gud mundi fara at svara mær. Tá var tað, sum um hesi orðini komu til mín: “Mítt barn hví leikar tú soleiðis í? Eg teg beri nú og í alla tíð”. Eg fann hvíld í at vita, at mín framtíð var í Harrans hondum, og eg skrivaði orðini niður. Systir mín Arnvør smíðaði eitt lag til orðini, og síðani varð sangurin lagdur í eitt ringbind. Har lá hann goymdur og gloymdur í nógv ár millum aðrar heimagjørdar sangir. Arnvør sjálv gjørdist kend á tí føroyska tónleikapallinum, m.a. tí hon í fleiri ár var ein av berandi kreftunum í akapellabólkinum SALT. Í 2015 gjørdist Arnvør brádliga sjúk av heilakrabba. Tað var ræðuligt at vera vitni til hennara sjúkugongd og síggja hana doyggja frá øllum sínum kæru. Arnvør stóð í fagrasta blóma á øllum økjum, og brádliga vóru øll bond slitin, og hon var farin. Alt tyktist meiningsleyst. Úr ringbindinum kom tá hesin sangurin, sum ein uggi og vøkur áminning um, at teir varðar vit hava sett gjøgnum lívið, framvegis síggjast, tá ið vit eru farin um sýn.

Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.). You can check it out with this link: https://bfan.link/jesus-a-harri

 

Music video for Jesus á Harri:

 

 

Jesus á Harri

Words: Margit M. Baadsager
Music: Arnvør M. á Torkilsheyggi, Hans Poulsen

mín sál teskar til tín.
Einsom eg eri, – nem hjartastrong mín.
Mær leingist at vita, Tú ert mær nær.
Tak meg í hond, halt meg nær inn at tær.
Slepp so ongantíð mær.

Tú meg tekur í favn,
teskar blídligt mítt navn:
“Mítt barn, hví leikar tú soleiðis í?
Eg teg beri nú og i alla tíð!”

Veit ikki, hvør er Tín vilji
Royni at fylgja Tær, tað ei eg dylji.
Ósikkur, tað eri eg.
Sjálv klári einki, má líta á teg.
Harri vís mær Tín veg.

Tú meg tekur í favn,
teskar blídligt mítt navn:
“Mítt barn, hví leikar tú soleiðis í?
Eg teg beri nú og i alla tíð!”

Tú meg tekur í favn,
rópar mítt navn:
“Mítt barn, hví leikar tú soleiðis í?
Eg teg beri nú og i alla tíð!”

Credits

Composers and Authors

Musicians

Production

Hans Poulsen

(production, mix, mastering)

Related products