Lýsing
Images
Kristian Blak (f. 1947) er millum virknastu tónaskøld í Føroyum. Í sínum tónleiki samansjóðar hann íblástur úr etniskum tónleikasiði við bæði eldri og nýggjari tónaskaldsligar teknikkir.
Á hesi útgávuni, Images, samstarvar hann við Moyzes Quartet. Hon varð stovnað í Bratislava í 1975 og er uppkallað eftir slovakiska tónaskaldinum Alexander Moyzes. Limirnir í bólkinum eru: Stanislav Mucha, 1. violin. Frantisek Török, 2. violin. Alexander Lakatos, bratsj. Ján Slávik, cello.
Sanglisti:
1. Images I: Reyð genta
2. Images II: Vetrarmorgun
3. Images III: Várkvøld á Høgareyni
4. Images IV: Genta við vindeygað
5. Böhmerlands Drotning
6. Rørsla I: Rørsla
7. Rørsla II: Dansur
8. Ariettes I: Chanson d’Automne
9. Ariettes II: Green
10. Ariettes III: Ariette oubliée
11. Nadn I: Nign
12. Nadn II: Doina
13. Nadn III: Oy Tate
14. Elinborg
Útgivið:
Á plátu, fløgu og talgilt (Spotify, Youtube, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/images-2
I. Images (1987) 17:55
1. Reyð genta
2. Vetrarmorgun
3. Várkvøld á Høgareyni
4. Genta við vindeygað
Hvør av teimum fýra satsunum er uppkallað eftir einum listaverki hjá Ingálvi av Reyni (f. 1920). Hesir fýra málningar vóru sýndir fram í 1984 á Listasavni Føroya. Tónaverkið nýtir í tónleikaligum formi nakrar av somu teknikkunum og stemningunum, sum Ingálvur av Reyni hevur brúkt í hesum málningum.
II. Böhmerlands Dronning (1991) 08:20
Í 1205 giftist prinsessan Dagmar (Dragomir) úr Bøhmen, dóttir Ottokar I, við danska kongin Valdemar II Sejr. Henda milda drotningin gjørdist sera væl umtókt millum danska fólkið. Hon doyði ung – undir barnsburði.
“Böhmerlands Dronning” er navnið á kvæðinum, ið framvegis verður kvøðið og dansað um hana. Eg havi verið hugtikin av søguni og søgnunum um Drotning Dagmar, síðani eg gekk í skúla í Ribe í Danmark. Ribe var tann býurin, hon kom til, tá ið hon kom til Danmarkar – og eisini staðið, har hon doyði.
Hóast verkið er í einum satsi, hevur tað tríggjar partar: Reinleiki, Ófriður og Sorg.
III. Rørsla (1985) 11:47
1. Rørsla
2. Dansur
IV. Ariettes (1991) 12:04
1. Chanson d’Automne
2. Green
3. Ariette oubliée
Hetta verkið fylgir trimum yrkingum eftir franska yrkjaran Paul Verlaine (1844–1896). Verlaine nýtti fonetikkin í franska málinum á ein serliga musikalskan hátt.
V. Nadn (1988) 08:11
1. Nign
2. Doina
3. Oy Tate
Hetta verkið er íblást av tónleiki úr klezmer-siðvenjuni. Teir tríggir satsirnir byggja á tónleik, sum varð upptikin fyrst í hesi øldini í New York av jødiskum tilflytarum úr Galisia, Rumenia og øðrum pørtum av Eysturevropa.
‘Nadn’ er jiddiska orð fyri ‘heimanfylgja’, sum er ognin, ið ein maður letur kvinnuni, tá ið tey giftast.
VI. Elinborg (1987) 05:57
The viola is the leading instrument in this piece for string quartet. It was originally composed as a part of a ballet, based on the Faroese ballad ‘Harra Pætur og Elinborg’. The main sources for the musical material in this composition are the tonality and intervals heard in Faroese traditional hymns.
Bratsj er tað leiðandi ljóðførið í hesum verki til strúkarakvartett. Verkið varð upprunaliga skrivað sum partur av eini ballett, ið byggir á kvæðið um Harra Pætur og Elinborg. Høvuðskeldurnar til tónleikliga tilfarið í hesum verki eru tonaliteturin og intervallini, sum hoyrast í siðbundnum føroyskum sálmum.