Eg eri urt – Mað(k)ur

Producer catalog: HJF704b
Production year: 2024
Tracks: 1

Lýsing

Eg eri urt – Mað(k)ur

Føroyskt: Í ‘Eg eri urt’ skiftir tempoið millum tað villa og tað heilt seina. Kensluliga fer hann frá hjartabankandi ótta til heilt dreymakenda friðsælu. ‘Eg eri urt’ er ein sangur um at vera í einari støðu, har mann fer í panikk, tí mann einki skilur. Alt broytist rundanum teg, og tú hevur einki annað val enn at royna at fáa skil á tað og góðtaka tað. Tað kennist samstundis deiligt og óhugnaligt. Men har er eingin vegur aftur.

English: The tempo in ‘Eg eri urt’ changes from crazy fast to very slow. Emotionally, it changes from heart-pounding fear to a dream-like idyl. ‘Eg eri urt’ is a song about being in a situation where you are in a state of panic, because you don’t understand a thing. Everything is changing around you, and you have no choice but to try to make sense of everything and accept it. It simultaneously feels nice and terrifying. But there is no way back.

Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/eg-eri-urt

Eg eri urt

Words & music: Sølvi Næs Hoydal

Míni eygu eru steinar
Mínar æðrar eru greinar
Eg eri ikki menniskja

Eg eri urt
Tveit meg burt
Eg eri urt
Tveit meg burt

Míni oyru eru bløð
Míni knø eru trø
Eg eri ikki menniskja

Eg eri urt
Tveit meg burt
Eg eri urt
Tveit meg burt

Mín húð er blivin viður
Mínar negl eru blivnar fliður
Eg eri ikki menniskja

Eg eri urt
Tveit meg burt
Eg eri urt
Tveit meg burt

Men kroppurin hann tigur
Nú er endiliga friður

Eg eri ikki longur eg

Eg eri tú
Hvør skuldi trúð?
Eg eri tú
Hvør skuldi trúð?

Kjøtið er rotnað
Sálin er brotnað
Tárini eru tornað
Planturnar brosa
Og elska mítt hylki av mosa

Eg eri urt
Tveit meg burt
Eg eri urt
Tveit meg burt
Eg eri urt, eri urt, eri urt, eri urt
Eg eri urt, eri urt, eri urt, eri urt
Eg eri urt, eri urt, eri urt, eri urt
Tveit meg burt

Credits

Composers and Authors

Sølvi Næs Hoydal

(author, composer)

Musicians

Sølvi Næs Hoydal

(vocals, instruments)

Production

Other products by artist