Onki úrslit at finna.
Search by

Katrin á Borg

Katrin á Borg

Katrin á Borg gav sítt fyrsta staklag “Fading Lovehearts” út í 2016, og árið eftir kom “My Heart Cries” út, bæði framleidd av Kristofferi Mørkøre. Báðir sangirnir eru vakrar popp-balladur um kærleika, hjartasorg og at missa onkran kæran, tó við varðveittari vón.

Katrin vaks upp í Hoyvík, og tónleikur fylti nógv heilt frá barnsbeini av. Hon hevur sungið í ymiskum kórum og vokalbólki, spælt floytu og klaver, og longu sum ungur tánnáringur byrjaði hon sum kórleiðari í TenSing kórinum. Stóri áhugin fyri sangi leiddi hana í 2006 til Noregs, har hon byrjaði at lesa tónleik á Høgskolen i Staffeldsgate. Eftir 12 ár í Oslo, har hon las, sang, gjørdi tónleik og undirvísti, vendi leiðin so heim aftur til Føroya. Í 2020 kom EP’in “Uncover the Truth” út, framleitt av norska framleiðaranum Espen Tappel.

Tónleikurin er í poppsjangruni, men heintar íblástur úr serliga soul-, jazz- og gospelsjangrunum. Hon fær sín íblástur frá fólki, náttúru og nærumhvørvinum í gerandisdegnum, og miðjar eftir at skapa eitt fangandi og hugvekjandi tónleikaligt univers, sum tekur lurtaran við á eina ferð.

Nýggjasta staklagið er ein jólasangur, sum eitur “Jólakvøld fangans” (2024).