Onki úrslit at finna.
Search by

Kalas

Kalas

Kalas er ein fólkatónleikabólkur, sum fýra barndómsvinkonur stovnaðu í 2017. Tær eru:

Døgg Jógvansdóttir úr Dímun (violin)
Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen (akkordion)
Bjørt Holm (sello)
Sigrið F. Hansen (kontrabass)

Tær fóru allar at spæla tónleik í 2010. Hetta var í samband við tónleikaverkætlanina „Litir í Leiki“ í Kommunuskúlanum í Havn, og haðani fingu tær klassiska tónleikaheimin sum bakland. Tær hava allar hvør í sínum lagi verið virknar á høgum støði innan klassiska tónleikin, millum annað hava tær vunnið fleiri virðislønir í tónleikakappingum sum Stella Polaris og Crescendo kamartónleikakappingin, báðar í Føroyum, og Berlingske Klassiske Musikkonkurence í Danmark. Tær hava verið virknar í Tórshavnar Musikkskúla, har tær hava fingið holla undirvísing, tikið trý ára útbúgvingina „Musikkskúlamiðnám”, og í mong ár eisini spælt við í Føroya Symfoniorkestri.

Tó fekk fólkatónleikurin eisini hjartastreingir teirra at darra, tá tær í 2017 fóru til Finnlands á Nordic Folk Camp at spæla alskyns norðurlendskan fólkatónleik. Tað var eisini á hesi ferðini, at tær fyri fyrstu ferð spældu saman. Stutt eftir tær vóru komnar heimaftur, stovnaðu tær bólkin, Kalas. Síðani hava tær spælt konsertir heima í Føroyum. Tær hava millum annað spælt í Stóru Dímun, Suðuroynni, Vágum og í Havnini. Harafturat hava tær verið á fleiri fólkatónleikastevnum í Føroyum og eisini uttanfyri landoddarnar. Nú tær allar eru á veg út í stóru verð, hava tær gjørt av at geva út „Minnisgripir”, fyri at líta aftur á tær mongu góðu løturnar, sum tær saman hava fingið gjøgnum tónleikin.