Lýsing
Álvastakkur
„Álvastakkur“ er eitt lag eftir Kristian Blak. Hann skrivaði lagið sum ein part av svituni „Drangar“, ið hevði íblástur í stakkum. Stakkar eru høgir, breiðir klettar undir bjørgum, vanliga leysir úr landi, sum liggja kring Føroyar. Álvastakkur liggur á vestursíðuni av Hestoynni. Við hesi útgávu av „Álvastakki“, vil Kalas heiðra Kristiani Blak fyri alla orku og kærleika, hann hevur lagt í fólkatónleikin í Føroyum gjøgnum árini.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/alvastakkur