Description
Víkingur
Hey Víkingafjepparar! Vit í Ultras hava samla nakrar av mest spældu Víkinga sangunum saman á hesa útgávu. Vónandi fara tit at njóta hana og syngja við. Koyr á Víkingur!
– Ultras
1. Vit eru Víkingur – Hugo Leo
2. Ljósablátt vit ganda – Pætur Zachariasson
3. Doyggja fyri Víking – Hans Jákup & Ingmar
4. Víkingaskútan – Flemming Petersen
5. Tjúgu null átta – Bárður á Lakjuni
6. Ljósablátt – Ultras
7. Vit vunnu dystin – Óli Jákup Joensen
Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out with this link: https://bfan.link/vikingur
1. Vit eru Víkingur
Words: Holgar Johannesen
Music: Hugo Leo
Innast inni í okkar sál
Brennur viljin um eittans mál
Brandur úr eygum sæst
Hvør verður næst
Hetjur trína inn á vøll
Fyri okkum flyta fjøll
Viljin er okkar svørð
Kvettir stál sum smør
Vit eru Víkingur
Kom so Víkingur
Í viðgongd og mótgongd
Vit eru øll við
Vit eru Víkingur
Gamli Tróndur ein kempa var
Vár søga er okkum kær
Í Sarpugerði fremja brøgd
Komið og syngið øll
Vit standa saman lið um lið
Vit verja fornan sið
Vit hava borg vár vart
Ultras teir rópa hart
Vit eru Víkingur
Á leikdegi vit standa sterk
Stolt vilja vísa verk
Standa saman um okkar lið
Vit geva ongum grið
Vilja vinna hvønn ein dyst
Vilja altíð verða fyrst
Steypið koma skal í hús
Tí syngja vit øll fús
Vit eru Víkingur
2. Ljósablátt vit ganda
Words: Páll Isholm
Music: Pætur Zachariasson
Úr eystri blæsa hvassir vindar,
her andar alt jú við.
Restir standa fjallatindar
saman lið um lið.
Frá aftasta til fremsta mann,
vit geva altíð alt.
Vísa hvat ein Víkingur kann.
At stríðast hava ljósabláir valt.
Ljósablátt er himmalrúm.
Ljósablátt vit anda.
Ljósablátt er havsins skúm.
Ljósablátt vit ganda.
Ljósabláir víkingar herja á.
Ljósabláir víkingar sigur fá.
Á leikvølli gott fótbóltsspæl,
vit vilja vera best.
Um sól er ella heglingsæl,
vit vinna dystir flest.
Tá krónurnar um hálsin hanga,
gleðisrómur er.
Rosinur, skurar bersersk ganga.
Saman øll í víking í Sarpugerð.
Ljósablátt er himmalrúm.
Ljósablátt vit anda.
Ljósablátt er havsins skúm.
Ljósablátt vit ganda.
Ljósabláir víkingar herja á.
Ljósabláir víkingar sigur fá.
4. Víkingaskútan
Words: Páll Isholm
Music: Flemming Petersen
Víkingaskútan í heimin nú stevnir,
kósin er sett móti gyltari strond.
Hvar tú enn víkinganavnið nú nevnir,
Víkingur kendur er víða um lond.
Við Vìkingi stevna vit stolt út í heimin.
Víkingur, Vìkingur mín fótbóltsverð.
Við Víkingi vinna vit gullið og gleimin.
Víkingur, Vìkingur altíð á ferð.
Skútan er fullfermd av gløðandi fólki,
ið stungið sær út hava málini stór.
Saman tey standa altíð í bólki,
hoyrir tú skrál, er tað víkingakór.
Víkingakórið fer aldrin at tanga,
um stormarnir herja og myrkur legst á.
Í ævir við Víkingaliðunum fagna,
leikurin er fyri øll stór og smá.
Víkingaveitslan fer aldrin at enda,
um bylgjurnar bróta høgar viðhvørt.
Tá ið vit steypin móti himlinum senda,
hvørt mansbarn í Víkingi gerst púra ørt.
7. Tjúgu null átta
Words: Signar á Reynatrøð
Music: Bárður á Lakjuni ,Jógvan Símun Sevdal & Eiler Hansen
Saman vit stóðu í tjúgu null átta
Gøta og Leirvík tað her vilja vátta
Søga og skjøldur várt merki skal vera
Víkingur – navnið vit bera
Ljósablátt og svart er flott
Stórt og smátt er ørt og gott
Víkingur er besta lið
Og vit vinna fleiri stig
Viljan at vinna vit vísa í verki
Vakurt tá bleiktrar várt Víkingamerki
Stríðast og skjóta so bóltin í málið
Orkuna eiga og viljan av stáli
Ljósablátt og svart er flott…
Hugin at spæla hjá vaksnum og børnum
Vilja vit kveikja vár framtíðarstjørnum
Við teimum evnum úr Skaparans hondum
Víkingur ferðast í oyggjum og londum