Description
Safir
Tracklist:
1. Vildi elska
2. Talv
3. Gluggaop
4. Tú ert so deilig!
5. Spegilsprát
6. Høgra Jam
7. Heitar tíðir
8. Mánin
9. Men eg visti…
10. Vaksin
11. Alfagra Landið
12. Endasangurin
Released on the following formats:
CD and digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
1. Vildi elska
Words: Janus Trúgvason
Music: Janus Trúgvason, Tór Verland Johansen
Tú mást mœr siga, er ein framtíð fyri meg?
Nú alt tað góða, ið tú legði eftir teg,
við eitt er burtur, lagt í oyði,
bert eitt pennastrok: »Góði, far tín veg.«
Eg burdi vita, hvussu vónleyst hetta var,
eg kundi spurt teg, hevði aldri fingið svar.
Ei frið eg hevði fingið, um eg
bert lat standa til, mær er fingið rætta skil.
Eg vildi elska – geva alt,
men tú ert farin – nú er kalt.
Hvat nú skal henda, veit eg ei, hvør leggur í.
Tað finnast aðrar, finnist stað, so finnist tíð,
tað einki nýtt er, væl eg veit tað,
einans tíðartonn nú kann stegða hetta stríð.
Eg vildi elska – geva alt,
men tú ert farin – nú er kalt.
Tú mást mær siga, er ein framtíð fyri meg?
Nú alt tað góða, ið tú legði eftir teg,
við eitt er burtur, lagt í oyði,
bert eitt pennastrok: »Góði far tín veg.«
Eg vildi elska – geva alt,
men tú ert farin – nú er kalt. (x2)
2. Talv
Words: Bárður Persson, Heri E. Petersen
Music: Tór Verland Johansen
Sum nýborin borin í heim,
eyguni runt mundu reika,
tó eitt tær grunaðist ei,
at hvítur fyrst átti leika.
Tær forvitni borið í sinn,
tankar í fjøtraðum búri,
og leikin átti tú svartan,
borin at lívsins múri.
Nú gongur tú tapari,
og fólk munnu eftir tær flenna,
tú hugsar um mongu ár,
ið lærdu teg lívið at kenna.
Og enn eigur hvítur leikin,
ein dystur, ið burður tín kyndi,
har mótburður køvdi kveikin
í tínum viðfødda lyndi.
Nú situr tú tungur í sinni
og hugsar um lívið, ið var,
í sál tíni búraður inni,
eitt umhvørvi eftir tœr lær.
Tey áttu hvítt, tú átti svart,
lívið eitt leikandi talv.
Banasár títt – ikki at líka,
spælið ein fjøld hevði lært.
Hjá tær er síðsti setningur sagdur.
Í lívsins leiki kongurin lagdur. (x2)
3. Gluggaop
Words: Janus Trúgvason
Music: Janus Trúgvason
Hyggi gjøgnum gluggaop,
síggi vind og kavarok.
Klokkan er júst vorðin sjey, havi ristað mær
breyð.
Sólin upp um tindar nær, hó hon ikki landið sær,
skal tað aldri verða frítt, verða mítt?
Onkran dag, tá sólin sær,
allar mjørkaflókar burtur fær.
Hyggi gjøgnum gluggaop,
síggi skrið og omanlop.
Klokkan er nú vorðin tvey, eg eti breyð.
Lyngurin nú reyður er, tó har vaksa ongi ber.
Grasið mítt nú sláast má, men luftin er grá.
Onkran dag, tá sólin sær,
allar mjørkaflókar burtur fær.
Hyggi gjøgnum gluggaop,
síggi regn og glaðustrok.
Klokkan sigur, nú er kvøld, er verðin køld?
Vónið, vindur rákið ber, ið skal blása burtur her
alt tað, eg í gávu fekk, er tað nú vekk?
Onkran dag, tá sólin sor,
allar mjørkaflókar burtur fær……. (x2)
4. Tú ert so deilig!
Words: Tór Verland Johansen, Janus Trúgvason
Music: Tór Verland Johansen
Eg síggi teg hvønn tann einasta dag.
men tú veitst einki petti um tað.
Eg veit títt navn, eg veit, hvat tú ger,
um dagin eg lúri minst einaferð.
Tú hevur vinir, sum flokkast um teg,
teir eru burt í míni dreymaverð-
Eg vildi ynskt, tað blivu tú og eg,
tí eg elski, eg elski, eg elski teg!
Er lívið ikki herligt at liva,
tú kanst droyma tað, tú vilt.
Er livið ikki herligt at liva.
Tú ert so deilig! Aaahh…
Títt hár, títt smíl og títt gongulag,
tað øsir meg hvønn tann einasta dag.
Eg droymi vilt, eg droymi heitt,
og haldi lívi er yvir-feitt
Er lívið ikki…..
Tú hevur einaferð hugt at mær,
tá eg mín lítla beiggja bar.
Eg mundi dottið, tá ið eg sá,
at tíni eygu vóru himmalblá.
Er lívið ikki…..
Eg ringdi til tín, tú segði: »Hey«,
eg stóð sum kánus, í dýrastu neyð.
Eg hugdi niður, gott eingin sá.
og so legði eg bara hornið á
Er lívið ikki…..x3
5. Spegilsprát
Words: Janus Trúgvason
Music: Janus Trúgvason
Tá eg eri millum vinir, ella siti á café
berst í mær ein kensla, ið niðurbrýtur meg.
Tá tykist trongt í barmi, sinnið verður kalt,
fái hug at goyma meg og leggja niður alt.
Um tú heldur, at lívið er onki vert,
kom og hoyr meg eitt bil,
Hygg bert fram, og hvat tú so enn gert,
so liv tær lívið!
Tá eg gangi burt í haga, sólin á meg sær,
fái hug at sveima, ein veðrur at mær lær.
Tá brennur á meg mjørki, søkkur yvir sinn,
renni undan myrkrinum í mítt kamar inn.
Um tú heldur…..
Tá ynski eg meg burtur, inn í dreymaverð,
so eg vakna kann í morgin, og viskað burt alt er.
Tá mœr nýtist ei at firnast sól og mjørkatám,
hóast veðrið hevur mangan sett á lívið mítt sín
dám.
Um tú heldur…