Í nátt falla flykrur – Rani Nolsøe

Producer catalog: HJF592a
Production year: 2023
Tracks: 1

Description

About Í nátt falla flykrur

New Christmas song with Rani Nolsøe is out now! The song was composed to a poem by Faroese author Sólrun Michelsen. The title “Í nátt falla flykrur” roughly translates into “Tonight snowflakes fall” and is a poem about the peaceful night where a king was born in Bethlehem.
Einaferð seinasta summar gekk Rani Nolsøe á fýrin á Trøllanesi saman við Sólrun Michelsen og dóttur hennara Elin. Tá visti hon ikki av, at hann í eina tíð hevði arbeitt uppá eitt lag til eina av hennara vøkru yrkingum. “Eg loyvdi mær at murra eitt sindur av lagnum og spyrja hana, um tað var í lagi, at eg brúkti hennara tekst. Glaður var eg, tá hon segði seg gleða seg til at hoyra lagið. Stutt eftir var lagið liðugt og eg helt, at eg hevði rakt tað vakra huglagið í orðunum hjá Sólrun.”

Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/i-natt-falla-flykrur

Í nátt falla flykrur

Words: Sólrun Michelsen
Music: Rani Nolsøe

Í nátt falla flykrur
sum friður av himni
tær leggjast á runnar og trø
og heimurin svevur
og flykrurnar dala
á tekjur og burturgoymd støð

í fjarløgdum landi
har hirðarnir gingu
og stjørnurnar lýstu so bjart
har føddist ein kongur
í fátækum fjósi
har var hvørki skrúð ella skart

ein bjarging til okkum
sum ganga í myrkri
og skilja ei kærleikans makt
sum flykrurnar kom hann
so einskærur reinur
og einglar um hann hildu vakt

í nátt falla flykrur
sum friður av himni
og kavin seg hvítt hevur lagt
nú jólini koma
og heimurin svevur
og einglar um hann halda vakt

Credits

Composers and Authors

Musicians

Production

Hans Poulsen

(producer)

Other products by artist

Related products