Description
Tá tú ert forliptur prátar tú poetiskt
Ævintýraferðin now releases two new songs: Tosa poetiskt and Forliptur.
As everyone knows, it is the case that when you are in love, you speak poetically. These songs are no exception, here love and poetry are paramount.
Ævintýraferðin has made its own interpretation of the play “Romeo and Juliet”.
With musical and theatrical genius, Dánjal and Búi give children an insight into the wonderful world that the poet William Shakespeare has created, and which still stands as an unshakable guard within the world’s clever, funny and sad works of fiction.
Tracklist:
1. Práta poetiskt
2. Forliptur
Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out with this link: https://bfan.link/aevintyraferdin-forliptur-poetiskt
Tá tú ert forliptur prátar tú poetiskt
Tá tú ert forliptur prátar tú poetiskt
1. Práta poetiskt
Words & music: Dánjal Dam á Neystabø, Búi Egason Dam
Tá tú ert forliptur prátar tú poetiskt
Tað sigur Villiam Ristispjót
Práta poetiskt
uttan at vera til grin
Tí eg havi funnið mín sálarvin
Hon skilir alt sum sigi
Veit júst hvat eg meini við
Sjálvt um eg vendi við
hon stendur við mína lið
Práta poetiskt…
Eg práti poetiskt
tí hon er meg hevur valgt
Vit tosa um alt
bæði heitt og kalt
Vit vita bæði bæði um
stórt og smátt
Vit bæði lita bæði
reytt og blátt
Práta poetiskt…
Tá tú ert forliptur prátar tú poetiskt
Tað sigur Villiam Ristispjót
Práta poetiskt
og tað er púra ok
Tá eg sigi “hey”
sigur hon bara “breyð”
Hon sigur “fuglur fleyg”
Eg telji uppí sjey
Og tá eg eri í neyð
rópar hon “mayday”
Práta poetiskt…
“Hon bjartari enn nakar kyndil er.
Sum stjørna eftir náttarhimli fer,
sum perla glampandi á døkku húð;
ov dýr til henda heimin er hon jú.
So sæst í krákumeingi dúgva hvít,
í millum hinar er hon tað við lít.
Eg vita má vita, um tað kann bera til
at míni hond hon signing geva vil.
Um fyrr eg havi elskað? Tvætla tú,
eg sá ei vakurleika fyrrenn nú.”
2. Forliptur
Words & music: Dánjal Dam á Neystabø, Búi Egason Dam
Dempa ljósið
Drag forhangið fyri
Tad er for flovisligt, forskammiligt, for-kjálkarnir-verða-reyðir-sligt
Forbiðið, forargað
Men eisini fortjúsandi, formanandi, fortrinligt, forvit-ni-sligt
Eg eri forliptur
Hjartkiptur
Tí hon so fitt er, hvussu ger man tá man er
forliptur
– fái ikki anda
Sum ein nøs ið
For typt er-i eg
Forpøstur, uppøstur, forløstaður
Sum hár ið
nýklippt er hon
heilt serlig, forherlig, forkerligheit
Forliptur
Hjartkiptur
Tí hon so fitt er, hvussu ger man tá man er
Forelskaður
Forheksaður
Eg má vita hvussu man ger, tá man er
Forelskaður…