Onki úrslit at finna.
Search by

Børn í Vágs skúla

About Blandað drops

“Fyri brátt mongum árum síðani spratt hugsanin um at taka nøkur løg upp, sum børn í Vágs skúla syngja. Hetta komst av, at sangir vóru tøkir, sum børn og lærari í felag høvdu yrkt, og løg vóru sett til. Í 2003 yrkti táverandi 4. flokkur í Vágs skúla ein sang, og lag bleiv sett til. Í 2007 bleiv tað sama gjørt við táverandi 3. flokki. Tíðin gongur skjótt, og umrøddi 4. flokkur var í 2008, tá upptøkur fóru fram, vorðin til 10. flokk, og sostatt var síðsta útkall hjá teimum at syngja sín sang inn. Hóast upptøkur vóru gjørdar, so datt ætlanin um útgávu av ymsum orsøkum niðurfyri. Millum annað tí at upptøkur, sum ætlaðar vóru at hava við afturat teimum báðum sangunum, ikki vístu seg at vera til taks. Men nú er ætlanin vakt aftur til lívs við trimum sangum afturat, sum eru innspældir nýliga. Lagt er afturat við nýggjum tilfari, sum javnanverður nýtt í skúlanum, og nú eru fimm sangir tikinir upp, tríggir teir nýggjastu í 2020. Góðir tónleikarar hava gjørt sítt til at lyfta støðið, og tøkk eiga teir fyri tað. Dentur hevur verið lagdur á at hava næmingarnar í fremstu røð, og ætlanin er at varpa ljós á ein skúla, har sangur og kreativitetur trívist trívast. Øll á leið 200 børnini í Vágs skúla syngja á eina lagnum, og annars eru tað í mesta mun flokkar í miðdeild, sum syngja. At taka upp, tá so nógv luttaka, er stór verkætlan, og stór vælvild er víst frá leiðslu skúlans, og tíð er sett av til sang- og sjónbandaupptøkur. Hendan tónleikaverkætlanin leggur afturat skattinum við føroyskum barnasangum. Ætlanin setur sangirnar og børnini fremst, og kanska er eisini stuttligt og hugaligt at hoyra frá einum skúla í útjaðaranum. Vónandi kunnu sangirnir nýtast í øðrum skúlum eisini og millum sangglaðar føroyingar annars. Eini sangurin er sálmakendur, og hóast teksturin í fyrstu syftu kann tykjast trupul, so hevur tað víst seg, at børn taka væl undir, og er sangurin í dag fastur partur av sangskránni, sum nýtt verður til morgunsang í Vágs skúla. Ein útgáva, sum setir sangir og børn í fremstu røð, og sum vónandi verður til gleði og gagn hjá mongum.”

Tracklist:

1. Lætt av herðum mínum byrðar tungu
2. Vetur fór sín veg
3. Svartaklukkan Barabas
4. Lítla Ása
5. Fílafitti

Released on the following formats:
CD and digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.). You can check it out by using this link: https://bfan.link/blandad-drops