Onki úrslit at finna.
Search by

Alias Morera

About Lykge ligt glem.t

Tann føroyski tónleikarin Alias Morera er klárur við sínum næsta staklagi “Lykge ligt glem.t”. rytman er skrúvað upp, og lurtarin verður boðin inn í ein orkufullan bølle-bangara.

Eftir væleydnaðu ferðina frá Laredo til Chicago í seinasta staklagnum “Laredo”, heldur Alias Morera á fram við ferðini við “Lykge ligt glem.t”, ið er fyltur við gátuførum teksti og dýpd. Hetta lýsir væl hansara kós og forvitni á hansara tónleikaligu ferð. Í sanginum smeltar tað danska og føroyska málið saman uppá sín heilt egna máta, og gevur sanginum ein vakran klang, og serstakan karakter. Hetta loyvir lurtaranum at koma inn í tað kensluborna tónleikauniversið hjá Alias Morera.

“Lykge ligt Glem.t” lýsir á ein kreativan, og poetiskan hátt hvussu lívsins djúpu sár kasta skuggar á tær smærru sorgirnar, ið til síðst eru lukkuliga gloymdar. Alias Morera megnar at skapa eina ljóðmynd, ið ikki bara avspeglar eina djúpa persónligheit, men eisini bjóðar áhoyraranum at fordjúpa seg í eini stórari ljóðmynd, har tann norðurlendski klangurin hongur sum mjørki yvir sanginum.

Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.). You can check it out with this link: https://bfan.link/lykge-ligt-glem-t