Yppa – Hervør Sabina á Torkilsheyggi

Katalognummar:
Útgávuár: 2024
Sangir: 1

Lýsing

Yppa

Kasta teg á sofuna við einum vini og einun koppi av te. legg stressi og flákandi tankarnir burtur  – flenn og gerð eitt akslaypp, júst í hesu løtu ert tú í frið og hevur einki at hugsa um. Hetta er kjarnan í sanginum “Yppa,” og fjórði staklag hjá Hervør Sabinu. Sambært føroysku orðabók hevur orðið “Yppa” ymisk heitir. At yppa verður ofta brúkt tá ið ein ikki veit svarið ella ikki leggur í og í staðin fyri at málbera seg gerð eitt akslaypp.

Hervør skrivaði hendan sangin í 2015, tá hon byrjaði at liva eitt minni stressandi lív og taka meira atlit um sína viðkvæmu sál. Í hesari tilgongd komu fleiri nýggir sangir, sangirnir innihildi allir evnir sum: at slappa av, sjálvsirðing, ikki taka alt ov tungt, osfr. Yppa er ein lættur sangur  og  hann far ein at smílast, men undirliggjandi boðskapurin biður okkum øll um at minnast til at taka tað róligt og gera tað, sum veruliga hevur týdning. Benjamin Djurhuus og Hervør hugnaðu sær at gera hendan glaða, lætta, og ljósa sang og vóna, at lurtararnir føla gleði og leikarlagið í sanginum.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/yppa

Yppa

Orð: Hervør Sabina á Torkilsheyggi
Lag: Hervør Sabina á Torkilsheyggi

Klokkan er fýra
eg tími ikki meira.
Út í bilin eg skal koyra
heim til tín at yppa øksl.

Eg sendi tær eitt sms
tí eg veit at tað er best
um vit bæði eru eina
tú og eg og yppa øksl

Yppa, yppa, yppa, yppa, yppa
Sita saman allan dagin
bara tú og eg og yppa øksl.

Tími ikki í býin
tí so fer tíðin
og vit kunnu ikki dasa
tú og eg og yppa øksl

Nei ikki út at eta
vera fín og eta feta
Eg tími ikki creme brulé
nei, eg vil bara hava teg

Yppa, yppa, yppa, yppa, yppa
Sita saman allan dagin
bara tú og eg og yppa øksl.

Mær nýtist ikki eina blómu
skal ikki kosta eina krónu
at sveima burtur góði við tær

Um vit bæði eru heima
tú og eg heilt aleina.
Vit kunnu minnast ella gloyma
tú og eg og yppa øksl.

Yppa, yppa, yppa, yppa, yppa
Sita saman allan dagin
bara tú og eg og yppa øksl.

Credits

Composers and Authors

Musicians

Benjamin D. Djurhuus

(gittar, bass, ukulele, slagverk, sang)

Jan Nónklett

(klaver, orgul, harmonika)

Jóhan Hentze

(trompet)

Production

Benjamin D. Djurhuus

(framleiðsla, ljóðbland, frumband)