Vælkomin summartíðin – Brynhild

Katalognummar: HJF731a
Útgivið: 2025
Sangir: 1

Útgávudato: 3. July
Vørunummar: HJF731a Bólkar: ,

Lýsing

Vælkomin summartíðin

Vælkomin summartíðin – ein summarsálmur við ró, vón og takksemi.

Sálmurin er yrktur av Mikkjali á Ryggi, sum við sál og sinni setti orð á tað, ið mong av okkum kenna, tá vár og summar breiða seg yvir fjøll og bøir.
Sálmurin varð yrktur í einum tíðarskeiði, har náttúra og trúgv gingu hond í hond. Summarið var ikki bert ein árstíð, men ein mynd av Guds signing, av vónini, og av tí ró, ið menniskjað leitar eftir.
Í hesum sálmi verður náttúran lýst við blómum, grønum bøi, logandi havi og fuglasangi, men undir yvirflatuni rørir seg ein djúpari boðskapur; tað, sum hevur verið kalt og fjalt, fær nýtt lív. Soleiðis sum sólin dregur vøkstur fram úr jørðini, kann gleðin aftur vaksa í hjartanum.

“Vælkomin summartíðin” er ikki bara ein sálmur, men eitt andarúm. Orð og tónar minna okkum á, at hvør dagur bjóðar nýggja náði, og at vit kunnu venda okkum móti ljósinum, har friður og vón er at finna.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/vaelkomin-summartidin

 

Vælkomin summartíðin

Vælkomin summartíðin

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Hampus Lindvall, Benjamin Ingrosso 
Íblástur: Israel Kolmodin (“Den blomstertid nu kommer”)

Vælkomin summartíðin
við sól um fjøll og fjørð!
Sjá, blomsturskrýdda líðin
av signing Guðs væl grør;
tað, vetrarfonnin fjaldi,
Guð gav so góðan blund,
at styrknað tað upp nældi
á vársins lýggju stund.

Nú fríðkast væl á bøi!
Úr Harrans mildu hond
alt livandi fær føði
av fjalli ytst á strond.
Hoyr, títlingarnir glaðir
blítt yvir land og hav
nú syngja takkarkvæði
til hans, sum lív teim gav.

So vakurt havið logar,
har sólin stendur á;
og hvar várt eyga skoðar,
Guðs góðska er at sjá.
Ver, Harri, tú várt gaman
ta stund, vit vála her,
tá sæl vit koma saman,
har altíð summar er.

Ja, Guð, tín miskunn blíða
væl fevnir alla fold,
so lat vár’ lovsong stíga
til himmals upp frá mold;
og lat oss tolin streva,
Guð lættir vára sorg,
hann gleði vil oss geva
í síni himlaborg.

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Mikkjal á Ryggi

(orð við íblástri úr den blomstertid nu kommer)

Israel Kolmodin

(orð á den blomstertid nu kommer)

Tónleikarar

Jósva Debes

(trummur)

Hans Poulsen

(gittar, bass, ljómborð, slagverk)

Framleiðsla

Hans Poulsen

(upptøkur, ljóðbland, frumband)