Lýsing
Patio
Við teatralska huglagnum hjá Chappell Roan og tjillaðu kensluni hjá Weezer, filtrar ‘Patio’ 2000’ara indie-pop-rock stílin, gjøgnum eina Gen Z linsu.
Lagkakan við lofi-tekstur-gittarum og lítillátnum melodifrasum og kóri, skapar ein nostalgiskan, men frískan stemning – perfekt til sein-summarkvøld, “come-downs” eftir ballið ella biltúrar í summarskýming. Hugsa eldra- og meira dramatiska systknabarnið hjá Bedroom-pop.
Lagið er upprunaliga skrivað um kenslur og intensitetin, sum kann fylgja við kvinnuligum vinarbondum (um man er heldig). Kenslan av, at síggja so nógv upp til tær rundanum teg, at tú vilt vera tann besta versiónin av tær sjálvari, fyri tær. Og soleiðis eisini liva títt besta lív, saman við teimum, sum onkuntíð inniber at rýma til eitt betri- og heitari stað, har dagligdags trupuleikarnir, kennast týdningarleysir.
Tað leggur út við einum dreymakendum intimiteti, men byggir skjótt upp til eitt orkurýkt og kensluborið niðurlag, har frustratión og frælsi sleppur at ráða. Tað er eitt lag um vinarsambond og ein uppreistur ímóti tí, sum verður væntað av einum.
Hetta er fyrsta staklagið hjá Marionnu Winter av hennara komandi debut-heildarútgávu.
Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/patio