Blátt – Tórshavnar Kamarkór & Havnarkórið

kr. 90kr. 120

Katalognummar: FKT001
Framleiðsluár: 1987
Sangir: 15

Lýsing

Blátt

Í døgunum 22. til 27. apríl var skipað fyri tiltakinum “Færøerne i Fokus” í Forum í Keypmannahavn, sum skuldi lýsa tað føroyska samfelagið. Tvey kór gingu saman um í felag at umboða kórtónleikin í Føroyum í dag: Havnarkórið og Tórshavnar Kamarkór. Havnarkórið varð sett á stovn í 1967 og hevur Ólav Hátún (føddur 1931) sum kórleiðara. Tórshavnar Kamarkór varð stovnað í 1985 og er stjórnað av Ólavi Jøkladal (føddur 1952).

Á konsertunum stjórnaðu báðir kórleiðarar hvør sín part av skránni. Kórið framførdi bæði verðsligan og kirkjuligan kórtónleik fyri at vísa føroyska kór- traditión gjøgnum tíðirnar.

Fyri eitt føroyskt kór var tað ein stór avbjóðing at syngja í so gitnum hølum sum Helligåndskirkju, Roskilde Dómkirkju og í konserthøllini í Tivoli, har sjálv drotning Margareta II. var hjástødd. Tað er eisini frá hesum konsertum, at upptøkurnar til hesa plátu vorðu gjørdar.

Tá úrvalið til plátuna skuldi gerast, varð dentur lagdur á tað føroyska tilfarið, soleiðis at tað umboðar bæði átrúnaðarligar sangir og føðilandssangir, men eisini kórtónleik av ungum føroyskum tónaskøldum. Plátan er tann fyrsta i røðini “Føroyskur kórtónleikur” hjá Plátufelagnum Tutl. Yvirskot av plátuni fer í grunn til útgávu av føroyskum kórtónleiki.

Sanglisti:
1. Føroyar Mín Móðir
2. Í Búri
3. Moders Navn
4. Blátt
5. Á Grækarismessu
6. Orðini
7. Einki Er Sum Summarkvøld
8. Deyði! Hvar Er Nú Broddur Tín?
9. Eg Vil Mínum Harra Prísa
10. Mariuvísa
11. Tey Boð Nú Ljóða Himni Frá
12. Lysets Engel
13. Den Skønne Jordens Sol
14. Spunagentan
15. Í Noreg Búðu Raskir Menn

Útgivið:
Á plátu, fløgu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/blatt

Meiri kunning

Product

CD, LP

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Poul F. Joensen

(orð á 1)

Knút Olsen

(lag á 1)

Janus Djurhuus

(orð á 2)

Henrik Rung

(lag á 3)

Regin Dahl

(author on 5)

Bjarni Restorff

(lag á 5 )

Bjarni Restorff

(lag á 6)

Christian Matras

(orð á 7)

Hans Thommisøn

(orð á 9, 10)

Traditional

(lag á 9, 10, 11, 15, orð á 1, 15)

Aðrar útgávur við sama listafólki