Lýsing
Ávaringar
Øll verkini á hesi útgávuni eru skrivað til floytuleikaran Ernst Dalsgarð ella til bólkar, sum hann er við í. Ernst Dalsgarð er føddur á Velbastað í 1959. Hann hevur tikið prógv sum solistur á Kongaliga Danska Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn. Lærarar vóru Jens Boje Hansen, Poul Birkelund og Henrik Svitzer. Ernst Dalsgarð hevur havt framførslur í øllum Norðurlondum.
Sanglisti:
1. The Naked Destruction
2. Harpu Ríma
3. Trio
4. Ávaringar I
5. Sekstett
6. Floytukonsert
Útgivið:
Á plátu, fløgu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/avaringar
1. The Naked Destruction (Sunleif Rasmussen) 1990
“Í 1989 bað Ernst Dalsgarð meg skriva eitt verk fyri floytu og kamarorkestur. Her fekk eg høvi at arbeiða við nøkrum hugleiðingum um narsissistisku lyndisdrøgini, sum eru í dag, og sum hava upptikið huga mín leingi. Soleiðis valdi eg at lata floytu og orkestur umboða hvør sítt mótsetningskenda musikalska tónleikarliga evni. Longri eg arbeiddi við hesum, greiðari gjørdist tað mær, at stríðið millum solist og orkestur varð so týðiligt, at ikki slapst undan, at teir ávirkaðu tónleikarliga evnið hjá hvørjum øðrum. Heitið er úr yrkingini hjá Róa Patursson: Tekstur um okkara tíð.”
– Sunleif Rasmussen
Floytur í C og G: Ernst Dalsgarð
Klarinett í Bb og Eb: Anna Klett
Horn: Páll Sólstein
Klaver: Johannes Andreasen
Violin: Walter Gaffron
Cello: Anne Turner
Orkesturleiðari: Svend Aaquist Johansen
Upptikið november, 1991, Focus Recordings, Keypmannahavn.
2. Harpu Ríma (Kristian Blak) 1988
Melodiska sniðið og tónaliteturin í Harpu Rímu eru bygd á gomlu føroysku vísuna við sama navni. Vísan sigur frá ungari gentu, sum eldra systirin í svartsjúku drepur og stoytir í havið. Ein ferðandi finnur hana og ger eina harpu burturúr beinagrindini. Hár hennara nýtir hann til streingir.
Floyta: Ernst Dalsgarð
Klaver: Johannes Andreasen
Upptikið november, 1991, Focus Recordings, Keypmannahavn.
3. Trio (Kristian Blak) 1985
Floyta: Ernst Dalsgarð
Klarinett: Anna Klett
Fagott: Jógvan Zachariasse
Upptikið juni 1991, Útvarp Føroya, Tórshavn.
4. Ávaringar 1 (Sunleif Rasmussen) 1986 rev. 1989
Ávaringar I fyri floytu og klaver er fyrsta stykki av nógvum komandi fyri klaver og eitt annað ljóðføri. Grundtankin í hesari røð av verkum er, at í skrivandi stund er materialið ein ávaring um tað, ið fer at koma.
Floyta: Ernst Dalsgarð
Klaver: Johannes Andreasen
Upptikið november 1991, Focus Recordings, Keypmannahavn.
5. Sekstett /»Sextet« (Kristian Blak) 1991
Teir tríggir partarnir í hesum stykkinum eru bygdir á gomul føroysk sálmaløg. Í fyrsta parti, »O, ægtestand« og »Når jeg betænker den tid og stund« og triðja parti, »Som den gyldne sol frembryder«, kennist aftur hin samansetti sanghátturin úr bygdunum norðanfyri. Annar partur, sum er bygdur á »Et lidet barn så lystelig«, umboðar hitt meira einfalda lagið, sungið varð sunnanfjørðs.
Horn: Páll Sólstein
Klaver: Johannes Andreasen
Upptikið november 1991, Focus Recordings, Keypmannahavn.
6. Floytukonsert (Kristian Blak) 1987
Hendan konsertin fyri floytu og orkestur varð fyrstu ferð framførd í Tórshavn í 1988 við Ernst Dalsgarð sum solisti. Melodiska og harmoniska evnið í fyrsta parti er bygt á yvirtónar og fleirræddað spæl við floytuni, meðan annar partur hevur meira stevfastan bygnað. Floytukonsertin er hin fyrsta av fleiri konsertum, sum Kristian Blak skrivar til føroyskar solistar.
Floyta: Ernst Dalsgarð
Orkesturleiðari: Svend Aaquist Johansen
Við Danmark Radios Koncertorkester
Upptikið juni 1991, Danmarks Radio, Copenhagen.