Andaneyð – TeleMama

Katalognummar: HJF722b
Útgivið: 2025
Sangir: 1

Útgávudato: 14. November
Vørunummar: HJF722b Bólkar: , , Tag:

Lýsing

Andaneyð

Andaneyð er fyrsta lagið hjá bólkinum TeleMama á móðurmálinum. Lagið snýr seg um at kenna seg máttleysan og ikki vera førur fyri at siga tað hart fyri sær sjálvum, tá tað kemur til stríð við ringum vanum og skiftinum at blíva ein fullvaksin persónur. Andaneyð er næsta staklagið, sum bólkurin gevur út seinnu hálvuna av 2025 og er enn eitt dømi um at TeleMama, og serliga sangskrivarin og forsangarin Óli Joensen, flytir seg frá at skriva tónleik um at vera ungur í Føroyum og hugna sær, til at viðgera kringlutu tilveruna, tú møtir, tá tú verður eldri.

Lagið sjálvt er ikki sukursøtur poppur sum ofta áður, men borið á herðunum av tunga og elektronsika bassljóðinum hjá Ørvi Argenziano Hentze og stórfevnandi trummuspælinum hjá Jákupi Holm Johannesen. Heldur øðrvísi enn vanliga við løgunum hjá TeleMama, hevur sangurin eitt niðurlag við orðum at syngja við til. Eins og við fyrra staklagnum, Essential Love, spælir Sjúrður Zachariasson (GØ) ein leiklut við sínum dugnaliga saksofonspæli.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/andaneyd

Andaneyð

Andaneyð

Orð: Óli Joensen
Lag: Óli Joensen, Hendrik Jacobsen, Ørvur Argenziano Hentze, Jákup Holm Johannesen, Dan Eyðun Karbech Saxov

Síggi undir vatni
Saltið svíður í mær
Í eygunum
Í munninum
Í høvdinum
Í minninum
Eg átti at havt nevnt tað
Eg átti at sagt tað

Eg átti at nevnt tað
Eg átti at sagt tað

Tí tú gevur mær andaneyð
Hey hey
Eg drukni her
Niður í bláa dýpið
so eg missi allan mátt
Ooh
So eg drukni aftur í nátt

Uuh uuh

Myrkir risastórir høgguslokkar taka meg
Um øklarnar
Um hendurnar
Eg átti at sagt tað

Men tú gevur mær andaneyð
Heyhey
Eg drukni her
Niður í bláa dýpið
so eg missi allan mátt
Ooh
So eg drukni aftur í nátt
Ooh
Ooh

Tí tú

Hey hey eg drukni her
Niður í bláa dýpið
so eg missi allan mátt
Ooh
So eg drukni aftur í nátt

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Tónleikarar

Framleiðsla

Óli Joensen

(samframleiðsla)

Atmozonic

(samframleiðsla, ljóðbland, frumband)

Aðrar útgávur við sama listafólki