Legg tínar røtur um meg – Mað(k)ur

Producer catalog: HJF704a
Production year: 2024
Tracks: 3

Lýsing

Legg tínar røtur um meg – Mað(k)ur

Føroyskt: Aftaná ‘Tann dagin, eg fann ljósið’, verða vit leidd inn í næsta lagið, har vit verða verandi eina løtu í hesi ókendu dreymaverðini.
‘Tak meg við tær’ er eitt ynski um at smelta inn í eina verð, persón, lut ella tilveru, sum tú følir, at títt hjarta hevur longst eftir leingi. Tað er ein kensla, har tú ert so upptikin av spenningi, undranarsemi og kanska eisini kærleika, at tú ikki kanst lata vera við at lata teg søkka niður í nakað, sum tú enn ikki heilt veit, hvat hevur at bjóða.

English: After ‘Tann dagin, eg fann ljósið’ we transition into the next track where we stay in this unknown dream world for a while.
‘Tak meg við tær’ is a desire to melt into a world, a person, object or state of being, that you feel your heart has been longing for for a long time. It is a feeling where you are so consumed by excitement, wonder, and perhaps also love, that you cannot help yourself from sinking into something that you’re not really sure yet what has to offer.

Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/legg-tinar-rotur-um-meg

Legg tínar røtur um meg + Tak meg við tær

Words & music: Sølvi Næs Hoydal

Tak meg við tær
Legg tínar røtur um meg
Tak meg við tær
Lat meg dansa í vindinum sum tú Og føla sólina á míni mjúkari húð

Tak meg við tær
Inn í tín undurfulla heim
Tak meg við tær
Lat meg følast so vakur sum tú
Og aldrin aftur gloyma hesa løtuna nú

Tak meg við tær
Har tú kanst grøða meg
Tak meg við tær
Lat mínar feilir upploysast av tær
Fá meg at gloyma alt um ókrútið, sum eg var

Tak meg við tær
Har eg kann vera tær nær
Tak meg við tær
Lat meg spíra undir hitanum hjá tær
Bind tínar røtur um mítt blómuhjarta, sum slær

Credits

Composers and Authors

Sølvi Næs Hoydal

(author, composer)

Musicians

Sølvi Næs Hoydal

(vocals, instruments)

Production

Other products by artist