Harra Pætur og Elinborg – Kristian Blak

kr. 39kr. 79

Katalognummar: FKT002
Upptikið: 1986-87
Útgivið: 1988
Løg: 4

Vørunummar: FKT002 Bólkar: , , Tag:

Lýsing

Harra Pætur og Elinborg

Í hesari riddaravísuni úr miðøldini við skaldsliga niðurlagnum »nú lystir meg í dansin at gá, meðan rósur og liljur tær grógva væl«, verður sagt frá um tey bæði ásttiknu ungu, Pætur og Elinborg, sum lova hvørjum øðrum trúskap. Pætur fer burtur í onnur lond, og Elinborg lovar at bíða eftir honum í 7 ár, um enn tað er móti vilja faðirs hennara, og ikki at giftast øðrum manni, um so sjálvur kongur fríggjar til hennara. Eftir hesa trúskapsváttan fer Pætur umborð á skip sítt. Hann ger greitt, at hann forbjóðar hvørjum manni at sova í hennara ørmum, og síðani siglir hann út í verðina. Tá sjey ár eru farin, fer Elinborg at leingjast eftir festarmanni sínum. Ein dagin, hon stendur við gluggan og starir út í hav, kemur skip undan og Elinborg heldur seg kenna seglini. Hetta er tó ikki Pætur, sum afturkomin er, men ferðakeypmenn, sum siga frá, at Pætur hevur gift seg kvinnu av betra slagnum og hevur sett búgv á borg hennara í fremmandum landi. Elinborg setir sær í sorgini fyri at fáa harra Pætur heimaftur, og fer at biðja bróður sín Eirik um at standa fyri ferðini yvir um hav. Men Eirikur svarar so hissini: “Set teg niður við mínum borði, drekk við mær í dag! eg kalli tað ei vera moyggja sið at sigla tað salta hav.”

Elinborg verður vreið og ger av at fara sjálv. Hon klippir hárið av øllum ternum sínum og letur tær og seg sjálva í mannfólkaklæði. Síðani gongur hon oman á strondina og fer umborð á skip sítt. Tá hetta kemur Eiriki fyri oyra, broytir hann hugsan og býður sær til at standa á odda fyri ferðini. Men Elinborg svør við, at her kemur eingin kallmaður innan skipakring. So tekur hon róður í hond og ternurnar setast við árarnar. Hetta verður ein vandaferð – skipið rekur í fleiri mánaðir í ódnarveðri á myrkum havi. Umsíðir kunnu tær troyttu kvinnurnar kasta akker á hvítan sand við riddaraborg Pæturs, og Elinborg gongur inn í høllina, har Pætur situr. “Heil siti tær, harra Pætur yvir ydra breiða borð! plaga so allir høviskir sveinar halda síni orð?”

Hóast Elinborg er í dularbúna, kennir Pætur eyguni. “Hoyr tú frúgvin Ingibjørg!”, sigur hann við konu sína – “tú ver mær ikki vreið, meðan eg fylgi mínum systursoni tríggjar dagar á leið – komi eg ikki aftir tann fjórða, so vænta meg ikki meir”. Ingibjørg svaraði grátandi, at helst er hetta ikki nakar bróðursonur – brøgdini eru sum á manni, men hárið er sum á kvinnu. Tey ganga til strandar. Tá skipið leggur frá landi, við Pæturi umborð, stendur Elinborg í fremra stavni, og uttan at ansa tárunum á Ingibjørg rópar hon: “Liv nu væl, frú Ingibjørg, tú hitt danska sprund! eg havi fingið mín festarmann, eg lænti tær um stund.” Síðani sigla tey heim og halda brúdleyp. Í 52. og seinasta ørindi stendur: “Tey koma bæði í eina song, ið Gud vil saman senda”.
Hendingaríka søgugongdin og leikandi yndisliga lagið hava helst gjørt vísuna so vælumtókta millum manna. Enn í dag er fast at kvøða Harra Pætur og Elinborg, serliga í brúðardansi.

Søgan um sterku kvinnuna, ið við miklum áræði fer burtur í lond at fáa trúleysa festarmann sín heimaftur, er kend i yrking í miðøldini. Hon er at finna í føroyskum, norskum, íslendskum, svenskum, donskum, enskum, sponskum og italskum vísum. Enska vísan er í ætt við søgnina um Gilbert Becket úr 11. øld. Í øllum londunum hevur í ketudansi verið kvøðið um hesa sjáldsomu kærleikssøguna, men í dag er tað bert í Føroyum, at fólk minnast hana – og Føroyar eru eisini einasta landið, har siðurin at dansa miðaldarliga ketudansin enn verður hildin.

Sanglisti:
Act I (17:53) On the shore · Elinborg Pætur
Act II (14:41) 7 years · merchants · sorrow · Eirikur · Decision
Act III (9:41) Hair cutting · Preparations · Ocean Monsters
Act IV (9:37) Castle · Ingibjørg, Pætur and Elinborg

Tilsamans I-IV: 52:00

Útgivið:
Á kassettubandi, fløgu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/harra-paetur-og-elinborg

Harra Pætur og Elinborg

Harra Pætur og Elinborg

1. Harra Pætur og Elinborg, børn vóru tey so ung,
løgdu sínum ástum saman, mongum eru forløg tung.

Nú lystir meg í dansin at gá, meðan rósur og liljur grógva væl.

2. Harra Pætur og Elinborg, børn vóru tey so rík
løgdu sínum ástum saman, mongum er forløg slík.

3. Legði hann hendur á frúnnar háls, myntist við hana blíða:
“Hvussu leingi vilt tú Elinborg, festarmoy mín bíða?”

4. “Bíða vil eg í sjey vetur uttan frænda ráð,
giftast ikki livandi manni, meðan eg liva má,

5. Bíða vil eg sjey vetur móti frænda vilja,
giftast ikki livandi manni, um enn meg kongur giljar.”

6. Harra Pætur stígur
í tað standani floy:
“Eg forbjóði hvørjum manni mína festarmoy!”

7. Harra Pætur stígur
í tað standani stavn:
“Eg forbjóði hvørjum manni sova í hennar favn!”

8. Sjey vetur forgangnir vóru, Elin tók at leingja,
akslar yvir seg kápu blá,
í glasglugga at standa.

9. Elin stendur í glasglugga, sær hon út so víða,
fagur var tann knørrurin, hon sær eftir havinum líða.

10. “Fullvæl kenni eg seglini, fullvæl kenni eg rá,
fullvæl kenni knørrin tann,
ið harra Pætur ár.”

11.Elin gongur til strandar oman, sínum borðum skeyt,
fagur var sá knørrin,
for bryggjuni fleyt.

12. “Hoyrið tit, ríkir keypmenn!
hvat hava tit at selja?”
-“Vit høvum skrúðir og skarlak reytt, tað besta, frú kann velja.”

13. Lítið er mær um skrúðir og ei um skarlak reyða, mín bróðir er av landi úti,
tí syrgi eg meg til deyða.”

14. “Hann er ei tín bróðir, hann er tín biðlasvein, hann er sær í Danimark, har ræður for borgum ein.

15. Hann er sær í Danimark, teir kalla hann harra Pætur ríka, hann hevur fest ta donsku frú, hon er ikki tykkar líki.”

16. Elin gongur frá strondum niðan, sveipar hon seg í skinn,
so gár hon í høgaloft
for Eirik bróðir sín inn.

17. “Væl sitið tær, Eirikur, bróðir mín! tað sigi eg tær av:
vilt tú vera mín stýrimaður yvir tað salta hav?”

18. “Set teg niður við mínum borði, drekk við mær í dag!
eg kalli tað ei vera moyggjasið
at sigla tað salta hav.”

19. Elin snúðis av høllini út, mestan var hon reið:
“Gud lati meg ikki liva tann dag, eg biði teg bønir meir!”

20. Tekur hon allar moyggjarnar, setur saman í ring,
hon tók upp ein silvur saks,
hon klippir hár umkring.

21. Tekur hon allar moyggjarnar. hon klippir av teimum hár,
síðan lærir hon allar tær
tað jútska riddaramál.

22. Tekur hon allar moyggjarnar, sker teim riddaraklæði,
so ganga tær til strandar oman, sum Elin fyri var.

23. Eirikur gongur til strandar oman á tann sama dag:

“Eg vil vera tín stýrimaður yvir tað salta hav.”

24. “Eg seti ikki minni við enn mín silvur ring: eingin kemur kallmaður inn á skipakring!

25. Eg seti ikki minni við enn mín silvurkross: eingin kemur kallmaður inn á skip til oss.

26. Eg seti ikki minni við enn mín silvurkorða: eingin kemur kallmaður innan snekkjunnar borða!”

27. Enntá var tað Elinborg, dregur upp á seg glógva, so gár hon til stýrið at stá, og ternurnar at rógva.

28. Rókust úti á myrkum havi mánaðirnar tvá,
ongar vættrar fingur tær
til nøkur lond at sjá.

29. Rókust úti í myrkum havi
mánaðirnar tríggjar, ongar vættrar fingu tær til nakað land at síggja.

30. Ongar vættrar fingur tær til nøkur lond at sjá,
fyri ta høgu boðaslóð,
so fell tann bylgja blá.

31. Svaraði frúgvin Elinborg í fyrsta orði tá:
“Lovið heldur olmussu,
so fáum vit land at sjá!”

32. Summar lovaðu eina, Elin lovaði tvá:
tá tók tokan at lýsa av, tær fingu land at sjá.

33. Allar lovaðu eina og tvær, Elin lovaði trinnar:
tokan tók so at lýsa av,
tær fingu land at kenna.

34. Árla var um morgunin, sólin roðar í fjøll,
tá tók tokan at lýsa av
for harra Pæturs høll.

35. Fríggjadagin í páskaviku fóru tær út í hav,
tær komu ikki til landanna fyrr enn Santa Mortans dag.

36. Kasta sínum akkerum
á tann hvíta sand,
fyrst stígur frúgvin Elinborg sínum fótum á land.

37. Úti á miðjum grasagarði akslar hon sítt skinn,
og so búgvin gongur hon
í høgar hallir inn.

38. “Heil sitið tær, harra Pætur, yvir ydra breiða borð!
plaga so allir høviskir sveinar halda síni orð?

39. Væl sitið tær harra Pætur og tann danska frú!
plaga so allir høviskir sveinar halda sína trú?”

40. Harra Pætur snúðist yvir borðið fram við silvurskál í hendi:
“Signi Gud tíni eygu tvá!
so gjølla eg teg kendi.

41. Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg!
tú ver mær ikki reið,
meðan eg fylgi mínum systursoni tríggjar dagar á leið!

42. Meðan eg fylgi mínum systursoni tríggjar dagar á leið;
komi eg ikki aftur tann fjórða,
so vænta meg ikki meir!”

43. Svaraði frúgvin Ingibjørg tár á kinnar lá:
“Hann er ei tí systurson fullvæl kann eg tað sjá.”

44. Svaraði frúgvin Ingibjørg, tár á kinnar glíggjar:
“Hann er ei tín systurson,
so væl kann eg tað síggja.”

45. Svaraði frúgvin Ingibjørg
í triðja orði tá:
“Kallmann hevur hon yvirbrøgd, enn kvinni hevur hon hár.”

46. Fylgdust tey til strandar oman alt í einum liði:
harra Pætur og Elinborg
og Ingibjørg tann triðja.

47. Ingibjørg stendur á hvítum sandi, sára ið hon grætur,
Elin stendur í fremra stavni,
hirðir ei, hvat hon letur.

48. “Liv nú væl, frú Ingibjørg,
tú hitt danska sprund!
eg havi nú fingið mín festarmann, eg lænti tær um stund.

49. Liv nú væl, frú Ingibjørg,
við títt elvargangi!
eg havi nú fingið mín festarmann, eg lænti tær so leingi.”

50. Grátandi snúðist frú Ingibjørg aftur í sína borg,
glaður siglir harra Pætur
heim við Elinborg.

51. Drukkið varð teirra brúdleypið, kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
harra Pætur og hans vív.

52. Farið fyri eystan, farið fyri vestan, farið fyri verðsins enda!
tey koma bæði í eina song, ið Gud vil saman senda.

Viðvirkandi

Tónleikarar

Framleiðsla

Jürgen Scheer

(upptøkur)

Werner Bruhn

(upptøkur)

Aðrar útgávur við sama listafólki