Ha-ha oyggin

Price range: kr. 79 through kr. 159

Katalognummar: HJF703
Uptikið: 2023
Sangir: 12

Lýsing

Um Ha-ha oyðna

Abbi, kanst tú fortelja eina søgu?” spyr ein 6 ára gamla abbadóttir. Soleiðis byrjar søgan um Hamstarin og Haran, sum møtast og gerast vinir. Teir fara út á eina spennandi ferð, har teir møta Bevera, Giraffi, Íkorn og fleiri øðrum. Teir koma til eina oyggj í eini á og kalla hana eftir sær sjálvum: Ha-Ha oyggin. Teir fara síðani heim aftur sum góðir vinir – á einum flúgvandi teppi.

Abbin er í veruleikanum Kristian Blak, og abbadóttirin er tann veruliga – tá 6 ára gamla Rán. Kristian hevur alt sítt lív fortalt søgur av hesum slagnum, og nakrar av teimum hevur hann gjørt til tónleikasøgur saman við góðum vinum. Nósi er ein av teimum – og faktisk var fyrsta fløgan hjá Kristiani “Nu ska vi u å sejle” (Tutl, 1977).

Á Ha-Ha oyggjini eru 12 sangir, skrivaðir av Anny Blak, Katrinu Olsen og Kristiani Blak. Tilsamans spæla 15 tónleikarar á fløguni. Flestu tekstir eru skrivaðir av børnum, og myndirnar á umslagnum eru teknaðar av Alexandru, Sharon, Anny og Rán – fýra av abbadøtrunum hjá Kristiani.

sanglisti:
A
0. Inngangur
1. Hamstarin
2. Gongulag
3. Kornini
4. Vatntaxabævus
5. Giraffur og íkorni
6. Sólin er eitt lítið hús

B
7. Einar Einabúgvi
8. Smáttan
9. Vestan fyri Mykines
10. Flúgvandi teppið
11. Vinalag
12. Hamstarin II

søgu-forteljarir:
Jákup Veyhe: “Hamstarin”
Katrina Olsen: “Haran”
Rán Blak Øster: “Rán”
Benjamin Petersen: “Bævus”
Eyðbjørg Dalsgaard: ”Súlan”
Kristian Blak: “Abbi, Einar Einabúgvi & djór og fuglar í skóginum”

Útgivið:
Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc. Lurta her: https://bfan.link/haha-oyggin

Ha-ha oyggin

1. Hamstarin

Orð: Rán Blak Øster
Lag: Kristian Blak

Ein hamstari gekk og leitaði
eftir onkrum, sum líkist sær.
Tá kom ein hara hoppandi.
“Hey, skulu vit ikki verða vinir?”,
rópti hamstarin.

”Á jú, lat okkum tað!”,
segði haran.
”So fara vit til eina á.”

”Hey, skulu vit ikki vera vinir?”,
rópti haran.

Ein hamstari gekk og leitaði
eftir onkrum, sum líkist sær.
Tá kom ein hara hoppandi.
“Hey, skulu vit ikki verða vinir?”,
sungu tey í kór.

2. Gongulag

Orð: Katrina Olsen
Lag: Katrina Olsen, Kristian Blak

Nú fara vit ein langan túr,
runt um heimin mala,
”hygg, har sært tú reyðan fugl,
stoyta seg og dala.”

Hann veittrar blítt og letur so,
alt meðan vit marsjera
oman til ta stóru á,
har sílini gartera.

Sólin skínir søt og gul,
lýsir okkum vegin,
sendir strálur streymandi,
smílist ovurfegin.

Hon blunkar blítt og smírist so,
alt meðan vit marsjera
oman til ta stóru á,
har sílini gartera.

3. Kornini

Orð: Katrina Olsen
Lag: Katrina Olsen, Ari Johannesen

”Hjálp, hvat skal eg gera?,”
tá hamstarin altíð skal eta
kornini, sum eg har sløddi,
til slóð  heim til okkara smáttu.

Kjálkarnir tungir – sum grót-urð
og fyltir við korni – sum jótur.
Gummistivlarnir fullir av vatni,
sum svimjihylurin hjá einum barni.

Ei vardi tað meg, at oyrað
á hamstara ikki vil hoyra!
Tá tað fyrsta eg segði
var: ”et ikki hesi kornini!”

Ei vardi tað meg, at oyrað
á hamstara ikki vil hoyra!
Tá tað fyrsta eg segði
var: ”et ikki hesi kornini-ni-ni-ni-nininininini!”

4. Vatntaxabævus

Orð: Rán Blak Øster, Rebekka Blak, Kristian Blak
Lag: Kristian Blak

Bævur Bævus eiti eg,
at gnaga trø og svimja dugi eg.
”Vilja tit út á oynna,
so kann eg geva tykkum ferð.”

Vatntaxabævus rópa tey meg,
sigli avstað , á viðarbulinum her.
Út á oynna har eingin býr,
vóni ikki at nakar spýr
– dadada – uhm-klapp, uhm-klapp.

”Setið tykkum trygt og væl beint her,
Og spennið beltið so at einki sker.
Túrurin varir sirka eitt korter.
Lenið tykkum afturá, og njótið hesa ferð
– dadada –  uhm-klapp, uhm-klapp.”

5. Giraffur og íkorni

Orð: Anny Blak
Lag: Kristian Blak

”Giraffur og íkorni, vit byggja tykkum torn!
Eg kann lyfta pelar, og eg kann binda fast.
Tykkum tørvar okkum, tá tornið byggjast skal.
Her er okkara tilboð – hygga: 1-2-3!”

Hálsurin er langur, ein góður leytari.
Nú er tornið liðugt, og alt er surrað fast.
”Komið upp og fáið tykkum nýkókað kaka.
Herligt er í torninum á oynni Ha-Ha.”

6. Sólin er eitt lítið hús

Orð: Marita Dalsgaard
Lag: Kristian Blak

Sólin er eitt lítið hús,
eitt lítið hús í mánalýsi.
Og sólin skínur á mána og stjørnur.

Og inni í húsinum
situr ein maður.
Hann spælir uppá trummur.
Ein annar hyggur at nissuni.
Og sólin skínur á mána og stjørnur.

7. Einar Einabúgvi

Orð: Kristian Blak
Lag: Kristian Blak

A æ u o e ø, a æ u o e ø.
A æ u o e ø i e å, i e å, æ a.
A, a, a, a æ u o e ø.

8. Smáttan

Orð: Anny Blak
Lag: Anny Blak

”Eg vil heim, eg vil heim.
Heim í mína smáttu.
Her er so kalt,
at eg vil sleppa heim
í mína smáttu.”

”Eg eri akkurát
komin heim.
Her er gott at vera.
Men nú eri eg so móð,
at eg vil leggja meg
í mína smáttu.”

”Um morgunin
vil eg hava jogurt.
So fari eg í skúla,
at spæla við mínar vinir.
So taki eg bussin heim
í mína smáttu.”

9. Vestan fyri Mykines

Orð: Jóannes Dalsgaard
Lag: Kristian Blak

Vestan fyri Mykines,
har flýgur ein vøkur súla,
sveimar yvir hav og fles,
meðan børnini eru í skúla.

Tá ið hon sær eina sild,
hon stoytir seg undir kav.
Flýgur við henni í búkinum,
yvir tað bláa hav.

Tá hon móð at flúgva er,
til ungan hon vendir heim.
Setur seg á rókina.
So fín og hvít og rein.

10. Flúgvandi teppið

Orð: Rán Blak Øster
Lag: Kristian Blak

Gandaða teppið, teppið, sum kann flúgva.
Blátt og reytt, gult og hvít t – teppið er stríput.

Gult og hvítt , grønt og svart, blátt og reytt,
appilsingult , violett.
– teppið er stríput.

11. Vinalag

Orð: Anny Blak
Lag: Anny Blak

Nú eru vit vinir og tað er gott.
Hugna okkum og eta bomm.
Spæla krógva og blunda í torninum,
við øllum fittu djórunum.

Giraffur, íkorni og vatntaxabævur,
sum bygdu okkum torn.
Einabúgvin Einar,
og súluteppiflogfrakt.

Nú eru vit móð, men gleða okkum,
at fáa nýggjar vinir í morgin.
Ha-Ha oyggin var so spennandi,
men nú mugu vit í song.

Giraffur, íkorni og vatntaxabævur,
Haran og Hamstarin,
Einabúgvin Einar,
og súluteppiflogfrakt.

12. Hamstarin II

Lag: Kristian Blak

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Kristian Blak

(orð; Lag; Lag á 1-2, 4-7, 9-10, 12)

Rán Blak Øster

(orð; Lag; hugskot á 1, 4, 10)

Katrina Olsen

(orð; Lag; hugskot á 2-3)

Ari Johannesen

(orð; Lagl á 3)

Rebekka Blak

(orð; Lag á 4)

Anny Blak

(orð; Lag á 5, 8, 11)

Marita Dalsgaard

(orð á 6)

Tónleikarar

Anny Blak

(søgu-forteljari; sang á 8, 11)

Benjamin Petersen

(søgu-forteljari; sang á1, 4, 5)

Daniel Rye

(clarinet)

Ernst Remmel

(trumpet)

Eyðbjørg Dalsgaard

(søgu-forteljari)

Jákup Veyhe

(søgu-forteljari; sang á 1)

Katrina Olsen

(søgu-forteljari & saksofon; sang á1-3, 5, 10)

Kristian Blak

(søgu-forteljari; klaver; sang; floyda)

Mikael Blak

(bass; klaver á 8)

Rán Blak Øster

(søgu-forteljari; sang á 6, 9)

Sharon Weiss

(floyda,)

Framleiðsla

Kristian Blak

(framleiðsla & perma)

Mikael Blak

(framleiðsla & upptøkur)

Theodor Kapnas

(upptøkur ljóðbland)

Jákup Veyhe

(upptøkur & søgu-forteljari)

Anny Blak

(perma)

Aðrar útgávur við sama listafólki