Lýsing
Boreas
Nógvur kamartónleikur varð skrivaður í Føroyum í 1980unum og 1990unum. Henda útgávan fevnir um fimm av teimum virknastu tónaskøldunum hetta tíðarskeiðið: Atli Petersen, Sunleif Rasmussen, Edvard Nyholm Debes, Kristian Blak og Heðin Meitil. Útgávan inniheldur 7 upprunaverk.
Blásikvintettin Boreas, uppkallað eftir grikska guði norðanvindsins, varð stovnað í 1988, tá tónleikararnir gingu á tónlistaskúlanum í Keypmannahavn. Síðani hava tey øll gjørt vart við seg í donskum og altjóða tónleikalívi. Boreas er virkin bólkur, ið heldur nógvar konsertir og hevur ferðast í inn- og útlandinum og spælt í donskum og útlendskum sjón- og útvarpi.
Skráin hjá kvintettini fevnir um alt frá barokkinum og fram til nútíðartónleikin.
Sanglisti
1. Blásarakvintett (Atli Petersen) 1991
2. Fantasi yvir Tívils Døtur (Sunleif Rasmussen) 1990 (upprunalag eftir William Heinesen)
Svabo (Kristian Blak) 1991
Fimm rørslur:
3. Polonaise
4. Capricioso
5. Engelsk
6. Vísa
7. Trampe Dans
Heyst við Frostnátt (Edvard Nyholm Debess) 1993
Tveir tættir:
8. I
9. II
10. Dialogue (Kristian Blak) 1993
11. Vetrarmyndir (Sunleif Rasmussen) 1991
12. Woodwind Quintet no. 1 (Heðin Meitil) 1993
Longd tilsamans: 66:35
Upptikin í Sound Track Studio, Keypmannahavn, juni 1993.
Útgivið:
Á plátu, fløgu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/boreas
Meira kunning
Sambært tónaskøldunum sjálvum:
1. Blásarakvintett (Atli Petersen, f. 1963) 1991
“Kvintettin er gjørd við framførslu á St. Magnus Festivalinum í Orknoyggjunum 1991. Har vóru føroysk tónaskøld umboðað á egnari konsert.”
2. Fantasi yvir Tívils Døtur (Sunleif Rasmussen, f. 1961) 1990
“Verkið varð skrivað í sambandi við eina sending í danska útvarpinum, sum Anna Klett og eg vóru við til at leggja til rættis.
Støðið í stykkinum er eitt lag, sum William Heinesen skrivaði til sjónleikin “Hoyr um annan, bygg um teg sjálvan.” Hetta lagið er líkt teimum gomlu skjaldrunum. Stykkið, sum eg skrivaði ,byrjar við brotum úr útseting Williams, men sum frá líður broytist Fantasiið, og fer at líkjast mínum skrivingarhátti.”
3. Svabo (Kristian Blak, b. 1947) 1991
“Svabo er ein svita, bygd á løg úr nótabókini hjá føroyska granskaranum J.C. Svabo. Svabo (1746-1824) hevði lært seg violin- spæl, meðan hann var í Keypmannahavn í lestrarørindum, og hann mundi vera ein av teimum fáu føroyingum tá, sum dugdi at leika á ljóðføri. Hann búði í Pætursarstovu í Havn, og haðani ljómaðu hansara stundum kátu, stundum sorgblíðu tónar.”
4. Heyst við Frostnátt /Autumn with Frost Night (Edvard Nyholm Debess, b. 1960) 1993
1. táttur
“Sum navnið sigur, hevur føroyska veðrið stóran leiklut í hesi træblásarakvintett míni. Eg royni við hesum verkinum at fáa fastatøkur á kensluni, sum kemur á meg, tá summarið er farið, og komið er út á heystið. Hetta er ein óstøðug árstíð: Stormur og baldrut veður viðhvørt, men fagrir dagar ímillum. Tað tykist, sum veðurlagið hevur ilt við at gera av, um tað skal sleppa sumrinum ella ikki. Árstíðirnar berjast!
2. táttur
“– Men so knappliga eina náttina verður púra stilt og frostkalt, himmalin stjørnuklárur. Tú merkir tøgnina. Hetta er fyrsta frostnáttin í ár, veturin er aftur í hondum.”
5. Dialogue (Kristian Blak, b. 1947) 1993
“Í musikalsku samrøðuni er sinnið á klarinettini lyriskt droymandi, hon líkasum letur sær lynda, meðan fyrstu útsagnir gittarans eru meira kátar og ágrýtnar. Gittarin ávirkar við sínum bjartskygni medspælaran, men verður harafturímóti sjálvur sum frá líður meira stillur og inntonkin.”
6. Vetrarmyndir/Winter Pictures (Sunleif Rasmussen, b. 1961) 1991
“Fyri nøkrum árum síðani sá eg framsýning hjá listarmálaranum Eyðuni av Reyni. Har hekk røð av stórum málningum, hann nevndi vetrarmyndir. Hesar myndir vóru íblástur til stutt stykki fyri blásarakvintett og klaver. “
7. Woodwind Quintet no. 1 (Heðin Meitil, b. 1963) 1993
“Kenslan av at flúgva er nokk fyrst og fremst inspiratión til blásarakvintettina hjá mær. Ikki í nøkrum metafysiskum formi, men heilt konkret, soleiðis sum eg ímyndi mær, tað man vera at sita í cock-pittinum við hondini á hæddarróðrinum og stýra seg gjøgnum ein veruleika, har lógirnar hjá Newton upplivast so nógv øðrvísi.”